Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 18. oktober 2019 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen

Ikki møtt: Kári Egholm Jacobsen

111/19:  1. viðgerð fíggjarætlan 2020 - Fíggjarkarmur

112/19:  1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2020

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2019 til 228 mió. kr. í mun til 226,5 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 26/9-2019 og mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2020, sum javnvigar við 228 mió. kr.

Inntøkur:
Skattur                                          193,0
Eftirlønar skattur v.m.                35,0

Útreiðslur:
Rakstur                                          161,4
Løgur                                               51,4
Rentustuðul                                     2,5
Rentuútreiðslur                              3,0
Avdráttir                                         10,5

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019, við 1 viðgerð, at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu 2020, við einum skattaprosenti uppá 21,75 (lækkað 0,25) og einum barnafrádrátti uppá 8.000 kr. (óbroytt).

113/18 Fíggjarætlanin fyri 2020 fyri Økistænastuna Roðin.
Fíggjarætlanin fyri Roðan fyri 2019 er 73.255.347 av hesum er parturin hjá Runavíkar kommunu 46,7 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur uppá 2 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri Roðan fyri 2020.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019 at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Økistænastuna Roðin.

114/19: Skálafjarðar kommunala Sløkkilið – fíggjarætlan fyri 2020
Gjaldið pr. borgara til SKS er ásett til 305,- kr og parturin hjá Runavíkar kommunu verður 1,232 mió. í 2020, sum er sama støði sum undanfarin ár.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2020 fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019 at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

115/19: Útstykkingin í Leitinum – 2. byggistig
Arbeiðið við 1. byggistigi av útstykkingini í Leitinum í Saltangará er komin væl áleiðis og støða takast til, um tað skal haldast áfram við 2. byggistigi eisini.
Í fyrsta byggistigi eru 39 grundstykkjum. Tá skrivað varð út til umsøkjararnar, ynsktu 57 at keypa grundstykki nú og 8 ynsktu at bíða til 2. byggistig.
Sáttmálin við arbeiðstakaran tekur útgangspunkt fyri alla útstykkingina og skal kommunan í seinasta lagi 3/1-2020 boða frá, um 2. byggistig ikki skal verða partur av hesum sáttmála.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at halda fram við 2. byggistigi og eisini at taka av tilboðnum um veitan og niðurseting av rottanga til øll grundstykkini. Hendan meirútreiðslan er 16.000 fyri hvørt grundstykki.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

116/19: Umsókn um byggiloyvi til smáar bústaðareindir
Søkt verður um byggiloyvi til tvær smáar bústaðareindir á matr. nr. 59 í Søldarfirði, sum hvør er uml. 35m2 til støddar. Á grundstykkinum, sum er 1567 m2 til støddar, eru frammanundan bygd eini sethús, umframt ein minni bústaðareind.
Í byggisamtyktini stendur, at við serloyvi frá byggivaldinum er loyvt at byggja tvíhús, raðhús og tøtt/lág hús. Hetta eru byggiháttir, har hvørt hús hevur egnan matrikul.
Um fleiri smá hús verða bygd á ein matrikul, kann hetta kanska metast sum íbúðir og tá krevur hetta eina serstaka byggisamtykt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at geva loyvi at byggja fleiri bústaðareindir á sama matrikul.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

117/19 Ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla – Útbjóðing av arbeiði
Fyri at bøta um ferðslutrygdina og ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla, hevur umsitingin arbeitt við at finna eina skilagóða loysn at dagføra avsetingar- og parkeringsøkið fyri at betra um trygdina við skúlan.
Arbeiðið varð útboðið til 3 arbeiðstakarar í innbodnari licitatión og komu 2 tilboð inn um at gera arbeiðið.

-Mentanarnevndin er kunnað um málið.

-Tekniska nevnd mælir til at taka av lægsta tilboðnum og at arbeiðið verður fíggjað av tøkari játtan á RS 611/61190 bygningar, til at fíggja vekætlanina. Málið verður beint í fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019 at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

 

118/19:  2. viðgerð av eykajáttan til útstykkingina á Hórheiðum
Á seinasta býráðsfundi varð útstykkingin á Hórheiðum til viðgerðar. Talan er um 25 nýggj grundstykkir. Tilboðið er áljóðandi 17,6 mió. kr. og íresta 3 mió. kr. í hesum fíggjarárinum til arbeiðið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin heitir á fíggjarnevndina um írestandi fígging, soleiðis at arbeiðið kann verða sett í verk.

-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan áljóðandi 3. mió. kr. til endamálið.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndini.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

119/19:  2. viðgerð av eykajáttan til venjingarútgerð til Ítróttarhøllina á Skála
Skála ÍF og Stíf søkja Sjóvar- og Runavíkar kommunu um stuðul til keyp av venjingarútgerð til Ítróttarhøllina fyri ein samlaðan kostnað uppá uml. 280.000 kr. og at kommunurnar gjalda hvør sín helming av útveganarkostnaðinum.

-Mentanarnevndin mælir til, at Runavíkar kommuna einsamøll ger íløgu í venjingarútgerð í ítróttarhøllina á Skála og heitir á fíggjarnevndina um at veita eykajáttan til keypið.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndin um at Runavíkar kommuna ognar sær útgerðina og mælir til at veita eina eykajáttan uppá 300.000 kr. til keypið.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið samtykti á fundi 31/10-2019, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.

120/19: Brúgvin um Dalánna við Fornaveg í Lamba – oman til Gomlustø
Brúgvin um Dalánna er í ringum standi og heldur Tekniska deild, at neyðugt er at gera umvælingarnar nú. Nógv tung ferðsla er oman á Gomlustøð, tí er neyðugt at umvæla brúnna, so trygdin er í lagi til tungu ferðsluna.

-Tekniska nevnd mælir til at arbeiðið verður sett í verk og beinir málið í fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd um at umvæla brúnna og tekur undir við tilmælinum um at flyta 350.000 av løgujáttan, sum ikki verður brúkt í ár, til verkætlanina.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

121/19: Liðuggerð av Hjallavegi norður í 2019
Tekniska deild mælir til liðuggera av norðara enda av Hjallavegi og mælir til at fíggja arbeiðið við at flyta 575.000 kr burturav óbrúktari løgujáttan í 2019.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum um at flyta 575.000 av løgujáttan, sum ikki verður brúkt í ár, til verkætlanina.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

122/19: Roðin – útbyggingarætlan av Røktar- og Ellisheiminum.
Stýrið fyri Roðan hevur í eina tíð arbeitt við eini umbyggingarætlan fyri at heimið. Talan er um at leggja køksdeildirnar saman í eina eind og gera rúm fyri, at øll fyrisitingin hjá Roðanum kann húsast í sama húsi. Har umframt verður ein uppihaldsstova til búfólkini í miðstovu.

-Fíggjarnevndin mælir til at avseta 4,3 mió. kr. á fíggjarætlanini fyri 2020, sum svarar til helmingin av partinum hjá Runavíkar kommunu.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

129/19: Frítíðarkortið Spjaldur – til rindan av lima- og luttøkugjaldi fyri frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum.
Í samband við politiskan evnisdag hjá býráðnum hin 26. oktober ynskti borgarstjórin, at íslendska skipanin við “Frístundarkortinum”, har kommunan rindar fyri lima-/luttøkugjald hjá børnum og ungdómum, í aldrinum 6-18 ár, upp til 2 túsund krónur árliga, verður sett í verk í Runavíkar kommunu.
Sambært Hagstovuni eru 696 børn í aldrinum 6-18 ár í Runavíkar kommunu, og hetta svarar til eina rakstrarjáttan á 1,5 mió. kr.

-Mentanarnevndin og fíggjarnevndin tóku síðani undir við, at skipanin við Spjaldrinum verður sett í verk frá 01. januar 2020 at rokna, og at upphæddin fyri hvørt barn og hvønn ungdóm verður sett til 2.000 kr. um árið. Fíggjartørvurin er sum omanfyri nevnt mettur at vera 1,5 mió. kr. í 2020.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2019 einmælt samtykt at taka undir við ætlanini og