Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.
Varalimir: Elnar Rasmussen og Arnfinn Langgaard
Ikki møtt: Jonhard Danielsen og Terje B. Vestergaard
99/19: Víðkan av havnarlagnum í Søldarfirði
Vinnu- og havnarnevndin mælir til at fylla út øki norðan fyri bygningin hjá Teymavirkinum í Søldarfirði sambært uppskoti frá Teknisku deild, mettur kostnaður 1,5 mió. kr. og at arbeiðið verður fíggjað burturav játtanini til Rampu og ravmagn á havnalagnum í Saltangará.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini treytað av at vissa fæst fyri, at nýtt virksemi kemur inn á økið.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini
100/19: Umsókn um marknaumskipan í Søldarfirði
S. Poulsen søkir um marknaumskipan millum matr. nr. 59 og litra d í Søldarfirði, soleiðis, at uml. 100 m2 verður frábýtt litra d til samanlegging við matr. nr. 59.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at selja burturav litra d, men at avgreiða umsóknina við gerðabýti soleiðis, at markið verður rættað upp og partarnir lata uml. 70 m2 í part til hin partin.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini
101/19: Víðkan av parkeringøki við havnarlagið í Saltangará
Vísandi til mangul uppá parkeringspláss, mælir havnarmeistarin til, at ein partur av økinum sunnanfyri ASB verður gjørt til parkeringspláss.
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til eitt uml. 1.000 m2 stór parkeringsøki, við pláss til 34 parkeringsbásar.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at arbeiða víðari við málinum um parkeringsøki á økinum sunnanfyri ASB.
-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 santykt at taka málið upp í samband við viðgerðina av fíggjarætlanina fyri 2020
102/19: Eykajáttan til útstykkingina á Hórheiðum
Á seinasta býráðsfundi var útstykkingin á Hórheiðum á Skála til viðgerðar. Talan er um 27 nýggj grundstykkir. Tilboðið er áljóðandi 17,6 mió. kr. og íresta 3 mió. kr. í hesum fíggjarárinum soleiðis, at arbeiðið kann byrja skjótast gjørligt, ella so skjótt sáttmáli er undirritaður við felagið, sum hevði lægsta tilboðið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin heitir á fíggjarnevndina um írestandi fígging, soleiðis at arbeiðið kann verða sett í verk.
-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan áljóðandi 3. mió. kr. til endamálið.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.
103/19: Venjingarútgerð til Ítróttarhøllina á Skála
Ítróttarfeløgini, sum venja í Ítróttarhøllini á Skála søkja um stuðul til keyp av venjingarútgerð til Ítróttarhøllina fyri ein samlaðan kostnað uppá uml. 280.000 kr.,
-Mentanarnevndin mælir til, at Runavíkar kommuna ger íløguna í venjingarútgerð í ítróttarhøllina á Skála, og heitir á fíggjarnevndina um at veita eykajáttan til keypið.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini um, at Runavíkar kommuna útvegar venjingarútgerðina, sum er ætlað ítróttarfeløgum í kommununi. Ynskja ítróttarfeløg úr øðrum kommunum at brúka útgerðina, skal leigusáttmáli gerast um hetta. Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan á 300.000 kr.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
104/19: Mentanarstuðul 2019
Tríggjar umsóknir eru komnar til tær 75.000 kr. sum eru eftir av mentanarstuðlinum í ár.
Samlaða játtanin fyri 2019 var 250.000 kr.
-Mentanarnevndi mælir til at játta ávikavist 10, 15 og 50.000 kr. til tær tríggjar umsóknirnar.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
105/19: Eykajáttan til Kvøldskúlan
Í samband við kvøldskúlaárið 2019/20 fara uml. 100.000 kr. at vanta í orsakað av øktum hølisútreiðslum o.a., um virksemið skal haldast á sama støði sum undanfarin ár.
-Mentanardeildin mælir til, at írestandi fíggingin verður tikin av RS 522, tí nýtslan á hesum rakstrarstaði í ár hevur verið avmarkað.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndin og mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan áljóðandi 100.000 kr, sum verður flutt av RS 522 til Kvøldskúlan.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
106/19: Fíggjarkarmurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2020
Uppskot til áseting av fíggjarkarmi fyri fíggjarárið 2020 til 226 mió. kr.
Inntøkur:
Skattur 188,5
Ársregulering 2,5
Eftirlønar skattur 29,0
DIS og FAS 6,0
Útreiðslur:
Rakstur 158,0
Løgur 52,0
Rentustuðul 2,5
Rentuútreiðslur 3,5
Avdráttir 10,0
-Fíggjarnevndin hevur samtykt at leggja uppskotið til fíggjarkarm fyri býráðið til støðutakan.
Býráðsfundur 26/9-2019:
Kári E. Jacobsen setir fram broytingaruppskot um at lækka fíggjarkarmin við 4. mió. kr. soleiðis, at metingin av persónsskattin verður lækkaður við 4 mió. kr. og løgur verða lækkaðar við 4 mió. kr.
4 atkvøddu fyri og 7 ímóti, sostatt fall uppskotið.
Kári E. Jacobsen, Elnar Rasmussen, Helgi L. Petersen og Etly Nord Højgaard atkvøddu fyri broytingaruppskotinum.
Tórbjørn Jacobsen, Hans Jákup Johannesen, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Jonnhild Reynholdsdóttir, Selinda í Heiðunum og Arnfinn Langgaard atkvøddu ímóti.
Síðan varð atkvøtt um uppskotið til fíggjarkarmin uppá 226 mió kr, sum varð samtykt við 7 atkvøðum fyri, 2 atkvøðum ímóti og 2 blonkum atkvøðum.
Tórbjørn Jacobsen, Hans Jákup Johannesen, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Jonnhild Reynholdsdórrir, Selinda í Heiðunum og Arnfinn Langgaard atkvøddu fyri.
Kári E. Jacobsen og Elnar Rasmussen atkvøddu ímóti og Helgi L. Petersen og Etly Nord Højgaard atkvøddu blankt.
19/00633:
Helgi L. Petersen, býráðslimur sigur frá, at hann 1. oktober flytir bústað úr kommununi og tessvegna leggur býráðssessin frá sær.
-Fíggjarnevndin staðfestir, at Helgi L. Petersen ynskir at leggja býráðssessin frá sær, í samband við at hann flytir í aðra kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 26/9-2019 staðfest, at Helgi L. Petersen leggur býráðssessin frá sær nú hann flytir í aðra kommunu og at næsti maður á lista A, sum er Sæunn Ó. Hansen, tekur sæti í býráðnum frá 1. oktober 2019 at rokna.