Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 05. september 2019 - kl. 16:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Ikki møtt:

Helgi L. Petersen
Jonhard Danielsen
Hans Jákup Johannesen

Varalimir

Sæunn Ó. Hansen
Elnar Rasmussen
Annfinnur Garðalíð

 

91/19: Umsókn um byggiloyvi til sethús í Æðuvík

Søkt verður um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 9e Nes bygd (Æðuvík) og undantaksloyvi í mun til nýtingarstigið (svarandi til 32%). Nýtingarstigið smb. byggisamtyktini er ásett til 30%.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at geva undantaksloyvi til at byggja størri enn byggisamtyktin sigur um nýtslustig.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

92/19: Umsókn um útbygging av felagshúsinum hjá Bátafelagnum á Glyvrum

Bátafelagið á Bakka søkir um byggiloyvi til útbygging av húsum felagsins Niðri á Støð á Glyvrum, við einum tilbygningi, sum verður 158 m2 til støddar. Eisini verður søkt víðkan av leiguøkinum samsvarandi útbyggingini.

Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi og at játta lendi til útbyggingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi og leigu av undirlendi.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

 

93/19: Útstykkingin á Hórheiðum á Skála

5 tilboð komu uppá arbeiðið um framhald av útstykkingini á Hórheiðum á Skála, sum umfatar veg, installatiónir og ger av 27 grundstykkjum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá Articon.

-Fíggjarnevndin mælir til at leggja málið fyri býráðið, við tí viðmerking, at rúm ikki er á FÆ2019, sum er, til hesa verkætlanina. Tí má fíggjarliga avleiðingin takast upp samsvarandi.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

 

 

94/19: Umsókn um byggiloyvi til smoltstøð

Formo søkir vegna Bakkafrost um byggiloyvi til nýggja smoltstøð á Glyvradali, sum verður uml. 9.168 m2 til víddar.

Í mars í ár er økið á Glyvradali endaliga góðkent av Heilsu- og innlendismálaráðnum sum D43 vinnuøki.

Søkt verður um principielt byggiloyvi, treytað av góðkenning frá øðrum myndugleikum s.s. friðingarmyngugleikum, brunaumsjón, arbeiðseftirlit osv.

Tekniska deild mælir til at játta útgravingarloyvi, tá ið Friðingarnevndin hevur viðgjørt málið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

95/19: Vindorkuøki á Glyvradali

Umhvørvisstovan søkir um loyvi til at kanna um eitt øki á Glyvrafjalli er hóskandi til vindmyllulund við at seta mátitól upp.

Búnaðarstovan og Friðingarnevndin hava givið síni loyvi. Málið skal eisini fyri Yvirfriðingarnevndina.

Tekniska deild mælir til, at umsøkjarin fær loyvi til kanningararbeiðið við tí fyrivarni, at um annað skal gerast, so skal søkjast um loyvi frá avarandi myndugleikum.

-Umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

 

96/19: Rudda Føroyar

Rudda Føroyar søkir um stuðul í samband við átakið Rudda Føroyar 2019, sum verður leygardagin 21 september. Tað eru sjálvboðin sum rudda og søkt verður um stuðul til at fáa beint fyri ruskinum, sum verður savnað saman.

-Umhvørvisnevndin mælir til at stuðla tiltakinum við m.a. at burturbeina burturkastið.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

 

97/19: Verjugrót við Rókina

Arbeiðið við uppfylling við Rókina er við at verða liðugt og má tryggjast áðrenn veturin kemur, so skaði ikki verður á uppfyllingina.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at arbeiðið verður sett í verk og beinir málið í fíggjarnevndina til viðgerðar.

-Fíggjarnevndin mælir til seta arbeiðið í verk og miða eftir, at íløgan, sum er avleiðing av Eysturoyartunlinum, verður fíggjað av upphæddini, sum er avsett á løgtingsfíggjarlógini til Fjøruveg.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

97/19: Avtala við BBP Arkitektar um heildarráðgeving ísv. svimjihøll.

Býráðið samtykti 27/6-2019 av gera avtalu um neyvætlan (projektering) av svimjihøllini við støði í vinnaraprojektinum. Síðan hevur umsitingin, saman við ráðgevum, arbeitt við avtaluni.

Heildarráðgevingaravtalan skapar karmar millum kommununa og BBP Arkitektar frá menning av vinnaraprojektinum til útbjóðing og ráðgeving undir byggingini.

-Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at samtykkja avtaluna við BBP Arkitektar.

-Býráðið hevur á fundi 5/9-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.