Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.
Varalimir: Sæunn Ó. Hansen
Ikki møtt: Selinda í Heiðunum
80/19: Nýggj útstykking í Æðuvík
31. januar samtykti býráðið at fara undir at projektera nýggja útstykking í Æðuvík. Útstykkingin umfatar ein 6m breiðan koyriveg við kantsteinum og 7 grundstykkir, sum eru 500-550 m2 til støddar, sum verða gjørd byggiklár.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at útstykkingin verður tikin við til viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2020.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2019 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina at kanna, hvørjir fíggjarligir møguleikar eru fyri útstykkingini í ár og at málið verður lagt fyri býráðið í juni 2019.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at bjóða arbeiðið uppá útstykkingina út.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.
81/19: Umsókn um loyvi til bilverkstað á Glyvrum
Søkt verður um loyvi at brúka bilhúsið á matr. nr. 13b sum vinnuligt endamál til eitt minni bilverkstað.
Í býarplaninum liggur økið sum B9-bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Umhvørvisnevndin mæla frá at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Umhvørvisnevndini.
82/19: Umsókn um grundstykki til sethús í Lamba
K. Weihe søkir um loyvi at keypa matr. nr. 35b í Lamba til at byggja eini sethús á og at byggisamtyktin verður broytt samsvarandi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini og at byggisamtyktin fyri økið verður broytt frá E1-øki til B-øki.
Umsøkjarin ber útreiðslurnar til atkomu, vatn- og kloakkleiðing, sum manglar fyri at fáa samband til stykkið frá kommunalu íbindingunum.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
83/19: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
Fuglark søkir um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 209c og søkir um frávik viðv. hædd og fjarstøðu móti grannamarkinum, sum er ein stuðlamúrur.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
84/19: Umsókn um byggiloyvi til broyting av handilsbygningi í Saltangará
Sp/f Spenn søkir um loyvi at gera broytingar í innrættingini á handilsbygninginum á Heiðavegi 30 í Saltangará til at hýsa eini ráðgevarafyritøku.
Bygningurin liggur í A1-øki í miðbýnum í Saltangará.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
85/19: 2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering á havnarlagnum á Skála
Í 2018 varð samtykt at veita eykajáttan til asfaltering á havnarrlagnum við MEST á Skála, men arbeiðið varð ikki gjørt gjørt liðugt og ein partur av eykajáttanini (235t kr.) fall burtur á nýggjárinum. Har umframt verður eykaarbeiði fyri 85t kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 320.000 kr. til asfaltering av havnarlagnum við MEST á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
86/19: Setan av urtagarðslærlingi
Anlægsgartnarin hjá kommununi hevur kanna møguleikan fyri at seta ein anlægsgartnaralærling. Lærutíðin er 4 ár, harav er skúlatíðin, sum er í Danmark, uml. eitt ár.
-Umhvørvisnevndin og fíggjarnevndin mæla til at seta anlægsgartnaralærling og at útrútreiðslan verður hildin innanfyri játtanina á RS 620.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini.
87/19: Sparkivøllur við Barnagarðin á Mýrunum
Foreldraráðið í Barnagarðinum á Mýrunum søkir um at fáa fótbóltsvøllin dagførdan og víðkaðan.
-Trivnaðarnevndin tekur undir við, at sparkivøllurin verður endurnýggjaður og beinir málið í fíggjarnevndina til viðgerðar.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við Trivnaðarnevndini og at útreiðslan verður fíggjað av RS 611
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini.
88/19: Bygging av Svimjihøll í Runavík
Í 2016 vóru 500t kr. settar av til svimjihallarmálið og varð heitt á ráðgevingarfyritøkuna COWI um at standa fyri fyrireikingararbeiðinum.
Arkitektakapping varð útskrivað í innbodnari kapping og átti BBP Arkitektar vinnarauppskotið.
Eftir at vinnarauppskotið er viðgjørt, serliga í mun til kostnað, er ætlanin komin nøkulunda á tað støði, sum býráðið hevði ætlanir um.
Kostnaður fyri projektering liggur um 6-7 mió. kr. og verður mælt til, at 1,5 mió. kr. verða brúktar í hesum fíggjarárinum til projektering og restin verður avsett á fíggjarætlanini fyri 2020. Projekteringin væntast at taka umleið eitt ár.
-Mentanarnevndin mælir til, at avtala verður gjørd við BBP Arkitektar, um at neyvætla (projektera) svimjihøllina við støði í vinnaraprojektinum.
-Fíggjarnevdnin mælir til at málið verður lagt fyri býráðið til støðutakan.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.