Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. mai 2019 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Varalimir: Sæunn Ó. Hansen, Annfinnur Garðalíð og Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Kári E. Jacobsen, Hans Jákup Johannesen og Jonhard Danielsen

 

 

71/19: Umsókn um byggiloyvi til virkisbygning í Funningsfirði

Sp/f Atlantshav søkir um byggiloyvi til ein 1.100 m2 stóran goymslubygning á havnarlagnum í Funningsfirði.

- Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at játta byggiloyvi.

-Býráðið hevur á fundi 28-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

72/19: Nýggj útstykking í Æðuvík

31 januar í ár samtykti býráðið at fara undir at projektera nýggja útstykking í Æðuvík. Útstykkingin umfatar ein 6m breiðan koyriveg við kantsteinum og 7 grundstykkir, sum eru 500-550 m2 til støddar, sum verða gjørd byggiklár.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at útstykkingin verður tikin við til viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2020.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2019 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina at kanna, hvørjir fíggjarligir møguleikar eru fyri útstykkingini í ár og at málið verður lagt fyri býráðið í juni 2019.

 

73/19: Fishing for Litter (Ruskveiða)

Ruskveiða, ella Fishing for litter, er eitt átak, sum kommunali umhvørvisfelagsskapurin KIMO, Kommunernes Internationale Miljø Organisation, samskipar í fleiri londum kring okkum. Tað er kommunufelagið, sum umboðar KIMO í Føroyum.

Ruskveiðan verður samstarva millum Kommunufelagið, trolbátarnar, Runavíkar Havn, IRF og Kongshavnar havnarstýri.

-Umhvørvisnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til, at Runavíkar kommuna luttekur í átakinum Fishing for litter í eitt royndarár við tveimum trolarum hjá Faroe Origion.

-Býráðið hevur á fundi 28-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og Vinnu- og havnarnevndini

 

74/19: Ársroknskapur fyri 2018 fyri Økistænastuna Roðin

Økistænastan Roðin er eitt samstarv millum Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu um eldraøkið og umfatar:

Eysturoyar Røktar- og ellisheim við 65 búplássum og 5 umlættingar- og rehabiliteringsplássum. Sambýlið Vesturskin við 16 búplássum og Sambýlið Sjóvarlon við 9 búplássum og 1 umlættingarpláss Umframt tilboð um dagumlætting á Eysturoyar røktar- og ellisheimi og á Skála fyri 37 fólkum.

Harumframt venjing til eldri, sum búgva heima og á røktarheiminum. Og venjing í Bylgjuni í Runavík og ítróttrhøllini á Skála, fyri tilsamans 170 fólkum.

Heimatænastan veitir hjálp, fyribyrging og sjúkrarøkt til heimabúgvandi borgarar. Samanlagt uml. 260 borgarar.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri Roðan fyri 2018, sum javnvigar við 76.635.652 kr.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/00654 Eykajáttan til asfaltering á havnarlagnum á Skála

Í 2018 varð samtykt at veita eykajáttan til asfaltering á havnarrlagnum við MEST á Skála, men arbeiðið varð ikki gjørt gjørt liðugt og ein partur av eykajáttanini (235t kr.) fall burtur á nýggjárinum. Har umframt verður eykaarbeiði fyri 85t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 320.000 kr. til asfaltering av havnarlagnum við MEST á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.