Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 02. mai 2019 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

 

57/19: Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2018

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2018, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2018.

 

58/19: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 65 í Runavík.

Søkt verður um at býta matr. nr. 65 Tofta bygd sundur í 2 grundstykkir, har tað vestara hevur atkomu frá Heiðavegi og tað eystara frá Gerðisvegi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta sundurbýtið vísandi til, at matr. nr. 64 kemur at missa atkomumøguleikan um stykkið verður býtt sundur í tvey sjálvstøðug grundstykkir.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

59/19: Umsókn um loyvi til bilverkstað

Dekkservice søkir um loyvi at hava bilverkstað á matr. nr. 201 við Heiðaveg í Saltanagrá, sum liggur framvið høvuðsgøtuni í miðbýnum.

Økið er í býarplaninum útlagt sum A1-øki

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at geva loyvi bilverkstað á matr. nr. 201.

-Umhvørvisnevndin mælir frá at at geva loyvi til bilverkstað á matr. nr. 201.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

60/19: Byggiloyvi til skúr á havnalagnum

Hans Pauli Hansen søkir um øki og byggiloyvi til skúr á havnalagnum í Funningsfirði, í staðin fyri skúrin, sum er tikin burtur orsaka av útbyggingini hjá Plattavirkinum.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til skúr sunnanfyri nýggju goymsluhøllina.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

61/19: Serstøk byggisamtykt fyri íbúðarbygging úti á Fløtum á Skála

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til serstaka byggisamtykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

62/19: Bátabrúgvar í bátahylin í Oyndarfirði

Oyndfirðingar hava ynski um at fáa lagdar nakrar flótibrúgvar fyri at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Oyndarfirði.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at flyta 3 flótibrúgvar, sum ikki verða brúktar og eru í hampiligum standi,  til Oyndarfirðar og fíggja flutningsútreiðslurnar yvir raksturin (RS 756). Nevndin heitir á fíggjarnevndina um at finna fígging til arbeiðið at leggja brúgvarnar í bátahylin.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og mælir til at fíggingin av arbeiðinum verður tikið við í fíggjarætlanina fyri 2020.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

63/19: Ítróttarstuðul

Útlutan av árliga ítróttarstuðinum til Ítróttarfeløgini í Runavíkar kommunu.

-Mentanarnevndin mælir til at játta stuðul sambært frymlinum , og at stuðulin verður útgoldin, tá roknskapur og limatal er latið inn.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

64/19: Stuðul til Heimavirkni

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 50.000 kr til Heimavirkni í 2019

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

65/19: Ársroknskapurin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2018

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2018.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

67/19: 2. Viðgerð av eykajáttan - Asfaltering av høvuðsvegnum Glyvrar/Saltangará

Asfalteringin av Heiðavegi/Glyvravegi varð útbjóðað í tveimum, soleiðis, at helmingurin ella alt arbeiðið kann verða gjørt og hava 2 arbeiðstakarar latið tilboð inn uppá asfaltering.

-Tekniska nevnd mælir til at taka av lægra tilboðunum uppá alt arbeiðið

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd at asfaltera allan teinin og mælir til at veita eina eykajáttan uppá 2,1 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 28/3-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 2. mai 2019 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.