Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. februar 2019 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum.

Varalimir: Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Anna Louisa Gaard

ikki møtt: Selinda í Heiðunum og Hans Jákup Johannesen

 

22/19: Umsókn um grundstykki til neyst í Æðuvík

Søkt verðurr um at keypa neystagrundstykkið matr. nr. 34g, sum liggur sunnan fyri røðina av neystunum í Æðuvík.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at matr. nr. 34g verður flutt norður ímóti matr. nr. 34f og síðan játtað umsøkjaranum.

-Vinnu- og havnarnevndin hevur tvey tilmæli til málið, ein minniluti mælir til at játta umsóknini, meðan ein annar minniluti mælir til, at grundstykkið verður strikað, tí tað hevur ikki samband við lendingina og dráttin og tí ikki er ein nátúrligur partur av neystaøkinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2018 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at hava borgarafund í Æðuvík viðvíkjandi eini heildarætlan fyri eitt møguligt neystaøki/frítíðarøki í bygdini.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um borgarafund.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

23/19: Ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla

Ferðsluviðurskiftini við skúlan á Glyvrum eru ein avbjóðing í samband við av- og áseting av skúlabørnum. Fleiri uppskot hava verið frammi um betringar fyri at avvikla ferðsluna á ein tryggan hátt og mælir Tekniska deild til, at avgerð um detaljur í uppskot 1 ella 2 verður gjørt í samráð við trafiksikkerhedsrevisor og at biðja um viðmerkingar frá skúlastýri og skúlabussførarum til uppskotið.

-Mentanarnevndin og Tekniska nevnd mæla til at gera uppskot til endaliga loysn, sum nøktar tørvin og lýkur treytirnar fyri eini góðari loysn á ferðsluviðurskiftunum.  

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Teknisku nevnd.

Tekniska deild mælir til at uppskot 1 verður framt. Um so er, at játtan ikki er tøk til alt arbeiðið í 2019, verður mælt til at halda áfram í 2020.

-Mentanarnevndin og Tekniska nevnd mæla til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um at fremja ætlanina samb. uppskot 1.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum Mentanarnevndini og Teknisku nevnd.

24/19: Broyting av byggisamtyktini fyri íbúðarbygging.

Á fundi 31/5-2018 samtykti býráðið at broyta ásetingar fyri B10-B39 øki soleiðis, at loyvi eisini skal verða at byggja íbúðir, við serloyvi frá byggivaldinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur viðmerkingar til ætlanina og mælir heldur til, at íbúðir kunnu verða loyvdar við serstakari byggisamtykt.

Tekniska deild mælir til, at byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at íbúðir kunnu verða loyvdar í B10- B39 økjum við serstakari byggisamtykt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

25/19: Víðkan av havnarlagnum í Funningsfirði

Í samband við útbygging av vinnuvirksemi í Funningsfirði er neyðugt at víðka havnarlagið við eini útfylling uml. 500 m2 frá bryggjukantinum og suður ímóti grótkastinum.

Samlaði kostnaðurin fyri hetta er mettur til 5-600.000 kr.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at útfyllingin verður gjørd og at abeiðið verður fíggjað burturav konto “Keyp av gróti”.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

26/19: Umsókn um grundstykki til sethús úti í Byrgi í Søldarfirði.

Søkt verður um at fáa frábýtt eitt grundstykki til sethús burturav matr. nr. 22a, sum er leigutrøð vestanfyri Byrgisvegin.

Smb. Býarplanin liggur økið í E1-øki (landbúnaðarøki) og má broytast, um umsóknin kann verða játtað.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknina. Umframt keyp av grundstykkinum, skal umsøkjarin halda útreiðslur til vatn- og kloakkleiðing, sum manglar fyri at fáa samband við stykkið.

Mælt verður til at broyta økið vestanfyri Byrgisvegin, soleiðis, at uml. 2.500 m2 verða broyttir frá E1-øki til B-øki.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

27/19: Verkætlan um staðarnøvn í Runavíkar kommunu

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir og er ymiskt hvat gjørt er fyri at varðveita søgu og samleika hjá ymsu bygdunum. At hvørjari bygd er knýtt ørgrynna av staðarnøvnum og kann vandi verða fyri, at staðarnøvnini fara við teim eldur fólkunum, um tey ikki verða skrásett.

Mentanardeildin mælir til at gera eina verkætlan við staðarnøvnum í Runavíkar kommunu og velja ein ábyrgdarpersón at standa fyri hesum arbeiði.

-Mentanarnevndin samtykti at biðja mentanardeildini um at gera eitt tilmæli til fundin í februar um, hvussu arbeiðið kann skipast.

-Býráðið hevur á fundi 31/1-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

Mentanardeildin mælir til skrásetingin av staðarnøvnum fer fram í kort-skpianini hjá Munin, sum kommunan nýtir í øðrum sambandi.

Mælt verur til at velja 2-3 heimildarfólk úr hvørjari bygd ella øki, harav eitt teirra tekniskt hevur ábyrgd at leggja nøvnini í skipanina og at sett verður eitt ábyrgdarfólk at samskipa arbeiðið.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum og at heita á umsitingina at finna ábyrgdarfólk í ymsu bygdunum.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

28/19: Umsókn um frábýti/marknaumskipan á í Saltangará.

Søkt verður um at frábýta uml. 200 m2 burturav jarðarognini matr. nr. 175a Líknargøtu til matr. nr. 175b.

Báðar ognirnar liggja í B-øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

29/19: Umsókn um broyting av býarplaninum á Glyvrum

Eigarin av matr. nr. 41a á Glyvurm heitir á komununa um at fáa broytt ásetingina fyri matr. nr. 41a frá E1-øki (landbúnaðarøki) til B-øki (bústaðarøki).

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir til tilmælinum frá Teknisku deild um, at ein heildarætlan fyri økið niðanfyri høvuðsvegin á Glyvrum verður gjørd, áðrenn nøkur broyting verður gjørd í býarplaninum.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

30/19: Earth Hour 30 mars 2019

Tiltakið Earth Hour verður 30 mars kl. 20:30 – 21:30 og var Runavíkar kommuna fyrstu ferð við til tiltakinum í 2018 og tá vóru gøtulyktir og almennir bygningar og almenn støð sløkt hendan tíman.

-Umhvørvisnevndin mælir til at verða við aftur í ár, á saman hátt sum seinast.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

1/19: Uppsetan av løðistøð á Glyvurm til el-bilar.

SEV søkir um loyvi at seta løðistøð upp inni á Bakka á Glyvrum og frámerkja 2 parkeringsbásar til løðistøðina.

Tekniska deild mælir til at loyvi verður givið til løðistøð og uppmerking av básum.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

32/19: Sundurbýti av eigaraíbúðum í Saltangará.

Umhvørvisstovan biður um ummæli til umsókn um sundurbýti av matr. nr. 241 Glyvra bygd í eigaraíbúðir.

Smb. løgtingslóg um eigaraíbúðir frá 3 apríl 1970, kunnu eigaraíbúðir bert gerast í húsi, sum alt er lagt sundur til eigaraíbúðir, so helst verður bygningurin deildur í 5 lutir, harav 2 tær ovastu hæddirnar í 4 íbúðir og niðasta hædd sum ein íbúð.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

33/19: Broyting av býarplaninum í Rituvík.

Á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini í januar var eitt mál um frábýti við Kráarrás í Rituvík viðgjørt og tá var eisini samtykt, at gera uppskot til broyting av býarplaninum, so hesin samsvarar veruleikanum í býlinginum við Kráarrás. Tekniska deild mælir til, at matr. nr. 39, 40 og 41 verða broytt frá E1-øki (landbúnaðarøki) til B25-øki (bústaðarøki)

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

34/19: Miðbýarætlanin: Broytingar við Heiðaveg – Glyvraveg.

Í ferðslutrygdarætlanini frá 2009 eru staðfest fleiri dømi framvið Heiðavegi, har tað er tørvur á broytingum, bæði á almennum og privatum øki.

Uppskot er gjørt um hvussu inn- og útkoyringar, parkeringsviðurskifti og gongubreyt kunnu skipast framvið høvuðsvegnum. Tekniska deild mælir til, at arbeiðið verður fíggjað yvir rakstrarstøðini “Asfaltering” við 300t kr. og  “Vegir og Øki” við 250t kr.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við ætlanini um inn- og útkoyringar, parkeringsviðurskifti og gongubreyt.

-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild við teirri viðmerking, at parkeringsøki frammanfyri Maskinhandilin verður gjørt samb. Miðbýarætlanini.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

35/19: Bussleiðin til Oyndarfjarðar – møgulig tilkalliskipan

Í samband við skúlabarnakoyringina, sum annars er samskipað við almennu koyringina við leið 480 til og úr Oyndarfirði,  eru nakrir eykatúrar í samband við skúlabarnakoyring, tá hesir ikki passa til almennu rutuna. Men tá skúlin avlýsir vegna broytt skúlaskema, verða hesir eykatúrar ikki koyrdir og tað kann verða óheppi fyri borgarar, sum annars høvdu ætlað sær við hesum túri.

Umbøn er komin um, at hesir túrar kunnu skipast sum tilkallutúrar í staðin, so borgarin ikki stendur og bíðar eftir bussi, sum ikki kemur.

-Umhvørvisnevndin mælir til, at umsitingin setir seg í samband arbeiðstakaran um eina møguliga tilkalliskipan og skipa hetta sum eina royndarætlan fram til summarferiuna.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykti at beina málið aftur í Umhvørvisnevndina til viðgerðar.

36/19 Endurnýggjan av matstovu til Café Cibo

Café Cibo søkir um endurnýggjan av matstovuloyvinum.

Sambært tekniskum krøvum kann umsóknin um endurnýggjan av matstovuloyvinum játtast, tá umsókn viðv. brunagóðkenning og umhvørvisgóðkenning er liðugt viðgjørd.

Tekniska deild tilmælir, at matstovuloyvi hjá Café Cibo verður endurnýggjað.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/2-2019 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.