Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 27. september 2018

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

 

87/18: Umsókn um byggiloyvi til seyðahús í Elduvík

M. Samuelsen søkir um loyvi at flyta eitt hús 4x11m úr Funningsfirði til matr. nr. 11a í Elduvík, at nýta til landbúnaðarendamál. Sambært býarplaninum er B34 bústaðarøki fram við vegnum, har nøkur sethús og summarhús liggja. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

- Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til at seta húsið á matr. nr. 11a í Elduvík.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

88/18: Umsókn um grundstykki í Funningsfirði

Súsanna og Lars Kirkegaard søkja um at keypa matr. nr. 110 í Funningsfirði at byggja sethús á, treytað av, at økið har grundstykkið liggur, verður broytt frá E1-innangarðsøki landbúnaðarøki til sethúsaøki.

Tekniska deild mælir til at býarplanurin verður broyttur soleiðis, at B46 økið verður víðka til eisini at umfata matr. nr. 110 og at stykkið verður selt umsøkjarunum treytað av at broytingin av býarplaninum verður góðkend.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

89/18: Umsókn um grundstykki á Skipanesi

Joan og Árni Skibenæs søkja um at keypa part av matr. nr. 9b á Skipanesi til sethúsabygging og partvís sum jarðarstykki.

Ummæli frá Teknisku deild: Øki sum søkt verður um, er ikki matrikulerað til grundstykkir, men liggur sum framhald av útstykkingini Sólteigur og er í býarplaninum B-bústaðarøki. Tey ynskja 600 m2 til grundstykki og restina til jarðarbrúk.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

90/18: Umsókn um byggiloyvi í Søldarfirði

T. Rasmussen søkir um undantaksloyvi at byggja nærri marki enn 2,5 m og eitt sindur hægri enn byggisamtyktin loyvir. Ætlanin er at byggja oman á verandi bilhús, sum er bygt á stykkinum.

Ummæli frá Teknisku deild: Av tí at bilhúsið sum frammanundan er bygt á stykkið, er so óvanliga høgt, verða sethúsini eisini eitt sindur hægri enn mest loyvda hædd. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

91/18: Umsókn um grundstykki til íbúðir á Norðurhædd í Saltangará

A. Knudsen søkir um loyvi at keypa matr. nr. 138t til at byggja eitt tvíhús á við íbúð í kjallara og stovuhædd.

Ummæli frá Teknisku deild: Samb. Ásetingunum fyri B1-B9 bústaðarøkini, skal grundstykki til tvíhús ikki verða minni enn 250 m2 og parkeringskrøvini til íbúðir er 1,5 pr. íbúð. Ætlanin er at planera eitt sindur meira av grundstykkinum, so pláss verður at parkera 8 bilar. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

92/18: Útlutan av grundstykkjum í Leitinum, Saltangará

Í samband við ásetan av grundstykkjaprísinum í nýggju útstykkinum í Leitinum, varð avgjørt, at eitt gjald skuldi ásetast fyri hvørt grundstykki fyri felags facilitetir í útstykkingini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kostnaðurin fyri felags hentleikar í útstykkingini verður settur til 20.000 kr. fyri hvørt grundstykki. Eisini varð, at tey 39 grundstykkini í 1. byggistigi verða útlutað fyrst.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

93/18 Fíggjarætlanin fyri 2019 fyri Økistænastuna Roðin.

Fíggjarætlanin fyri Roðan fyri 2019 er       , av hesum er parturin hjá Runavíkar kommunu 44,7 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur uppá 3,056 mió. kr..

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri Roðan fyri 2019.

Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

 

94/18 Eykajáttan til keyp av nýggjum bussi til Økistænastuna Roðan.

Bussurin hjá Roðanum er gamal og neyðugt er at skifta hann út og heitir stýrið fyri Roðan á kommunurnar um at veita eykajáttan til keyp av nýggjum bussi í hesum fíggjarárinum.

Parturin hjá Runavíkar kommunu er 268t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita Roðanum eina eykajáttan áljóðandi 268t kr. til keyp av nýggjum bussi og har umframt eina eykajáttan til regulering av gjaldinum fyri 2018 áljóðandi kr. 168t kr.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

95/18: 2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering av havnarlagnum við Mest á Skála

P/F Mest vísir á, at økið sum tey leiga frá kommununi, tørvar ábøtur fyri at trukkar og stakkari kunnu koyra trykt á økinum. Tekniska deild mælir til at arbeiðið verður gjørt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og at málið verður beint í fíggjarnevndina at finna fígging til arbeiðið.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan áljóðandi 420t. kr. til arbeiðið.

-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

 

96/18: 2. viðgerð av eykajáttan til nýggja rampu norðanfyri oljukajina

Býráðið hevur samtykt at víðka havnarlagið og gera rampu norðanfyri oljukajina við gróti frá Eysturoyartunnlinum. Tekniska deild mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 500t. kr. til projektering av rampu og avseta pening á komandi fíggjarætlan til útbyggingina.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á fíggjarnevndina um at veita eina eykajáttan áljóðandi 500t. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 500t. kr. til projektering av arbeiðinum.

-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

97/18 VIND v/H.P.Ellingsgaard søkir um byggiloyvi til íbúðir á Norðurhædd.

Í verkætlanini hjá VIND skulu byggjast 10 íbúðir á 3 grundstykkir á Norðurhædd.

Av tí at nýtingarstigið er ov høgt og carport er nærri vegnum enn byggisamtyktin sigur, varð uppskotið hjá VIND sent til grannahoyring og komu tvær viðmerkingar til ætlanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at byggiharrin kemur við tekning, frágreiðing viðv. skipan og girðing av byggiplássinum og eini tíðarætlan fyri byggingina. Nevndin tekur undir við tilmælinum um at flyta skrúrar og veggir 1,5m frá marki til veg. Tískil verður frástøðan 4,7m frá vegi.

-Býráðið hevur á fundi 27/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.