Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum
Varalimir: Annfinnur Garðalíð og Elnar Rasmussen
Ikki møtt: Jonnhild Reynholdsdóttir og Jonhard Danielsen
71/18: Atløgubryggja á vestursíðuni í bátahylinum á Bakka
Á býráðsfundi 30/4-2018 samtykti býráðið at biðja um tilboð uppá nýgerð av atløgusíðu vestanfyri í bátahylinum á Glyvrum soleiðis. Mælt verður til at taka av tilboðnum frá Sp/f Rókin.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at arbeiðið verður sett í verk og at írestandi fíggingin fæst úr puljuni frá Kongshavnar havnarstýri, tá peningur verður útlutaður til kommunurnar.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
72/18: Tíðaravmarkað parkering í Saltanagrá
Fleiri áheitanir eru komnar um tíðaravmarkaða parkering í miðbýnum og áheitan um at broyta tíðirnar. Ferðslunevndin hevur gjørt tilmæli til broyting av tíðaravmarkingini á parkeringsøkjum við havnarøkini, har av ein partur verður gjørdur til 12 tíma parkering.
-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum um broyting av tíðaravmarkaðu parkeringini til 12 tímar á ávísum økjum.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
73/18: Sp/f VIND søkir um byggiloyvi til raðhús á Høgaleiti
VIND søkir um byggiloyvi til bygging av íbúðum á Norðurhædd smb. innsendum tekningum. Tekniska deild mælir til at málið verður sent til grannahoyring sambært kap. 1, grein 10 í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at byggiætlanin verður send til grannahoyring til nærmastu grannarnar matr. nr. 138n-m og 146-ad-ac-bo-bn-bq.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
74/18: Byggiloyvi til útbygging á matr. nr. 149 í Rituvík
Høgni Petersen søkir um byggiloyvi til útbygging á matr. nr. 149 í Rituvík.Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at málið verður sent til grannahoyring sambært kap. 1, grein 10 í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
75/18: Broyting av býarplaninum á Glyvradali
Bakkafrost hevur ætlanir um at útbyggja smoltstøðina Yviri á Dal og heitir á kommununa um at broyta byggisamtyktina, við at leggja eitt størri vinnuøki á Glyvradali og víðka almennu byggisamtyktina við einum nýggjum D-43 vinnuøki, sum loyvir smoltstøð. Tekniska deild mælir til at góðkenna uppskotið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
76/18: Sundurbýti av grundstykki til neystagrund í Oyndarfirði
Mikkjal í Tarti søkir um sundurbýti av matr. nr. 187a í Oyndarfirði, sum er í trimum ymsikum lutum, tvær traðir og ein neystagrund. Søkt verður um at frábýta neystið. Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
77/18: Uppískoytisstykki til neystagrundstykki á Skála
Kajberg Davidsen søkir um at keypa uml. 21 m2 burtur av matr. nr. 56a til samanlegging við matr. nr. 110l á Skála.
Sambært býarplaninum liggja báðar ognirnar í D20-neystaøki og mælir Tekniska deild til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
78/18: Sundurbýti av matr. nr. 95 í Elduvík
Arvingarnir eftir Kathrinu Mariu Clementsen søkja um sundurbýti av matr. nr. 95 í Elduvík, sum liggur í fleiri smáum lutum. Umhvørvisstovan hevur sent málið til ummælis. Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
79/18: Broyting av byggisamtyktini í Saltangará.
HMP Consult søkir vegna eigaran av matr. nr. 168n Glyvra bygd um at broyta býarplanin frá A1-øki (miðstaðarøki) til B4-øki (sethúsaøki).
Tekniska deild mælir til, at býarplanurin verður broyttur soleiðis, at matr. nr. 168n við Líknargøtu 5 og 233e og 233f við Gerðisveg verða broyttir til sethúsaøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
80/18: Asfaltering av havnarlagnum við Mest á Skála
P/F Mest vísir á, at økið sum tey leiga frá kommununi, tørvar ábøtur fyri at trukkar og stakkari kunnu koyra trykt á økinum. Tekniska deild mælir til at arbeiðið verður gjørt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og at málið verður beint í fíggjarnevndina at finna fígging til arbeiðið.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan áljóðandi 420t. kr. til arbeiðið. -Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
81/18: Nýggj rampa norðanfyri oljukajina
Býráðið hevur samtykt at víðka havnarlagið og gera rampu norðanfyri oljukajina við gróti frá Eysturoyartunnlinum. Tekniska deild mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 500t. kr. til projektering av rampu og avseta pening á komandi fíggjarætlan til útbyggingina.
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á fíggjarnevndina um at veita eina eykajáttan áljóðandi 500t. kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 500t. kr. til projektering av arbeiðinum.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
82/18: Fíggjarkarmurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2019
Uppskot til áseting Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2019 til 213,5 mió. kr.
Inntøkur:
Persónsskattur 158,5
Partafelagsskattur 23,0
Eftirl. skattur, DIS og FAS 32,0
Útreiðslur:
Rentustuðul 2,5
Fíggjarkostnaður 15,0
Rakstur 151,5
Løgur 44,5
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 3/9-2018 mælt til at samtykkja karmin við teirri broyting, at brúktar verða 3 mió. meira enn skotið upp til avdráttir av lánum, og at upphæddin til íløgur verður minkað við 3 mió. Fíggjarnevndin mælir til, at FÆ 2019 verður hildin innan fyri ársfíggjaðar inntøkur, tvs., at lán ikki verða upptikin í árinum
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini, at samtykkja fíggjarkarmin fyri 2019 við hesum upphæddum:
Inntøkur:
Persónsskattur 158,5
Partafelagsskattur 23,0
Eftirl. skattur, DIS og FAS 32,0
Útreiðslur:
Rentustuðul 2,5
Fíggjarkostnaður 18,0
Rakstur 151,5
Løgur 41,5
83/18: Flyting av íløgujáttan frá Kráargili til rampuna í Saltangará – 2. viðgerð
800t kr. eru avsettar til umvæling av brimskaða á Kráargili í Rituvík, men skaðin kostar nakað minni at umvæla. Mælt verður til at flyta 200t kr. av játtanini á Kráargili til umvæling av brimskaða á garðin við rampan undir havnarskrivstovuni í Saltangará.
-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 200t kr. av íløgujáttanini av Kráargili til garðin við rampuna á havnarlagnum í Saltanagrá.
-Býráðið hevur á fundi 28/6-2018 tilkið undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2018, við 2. viðgerð, tikið undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.