Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. juni 2018

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Vara limur: Sæunn Ó. Hansen, Arnfinn Langgaard og Annfinnur Garðalíð

Ikki møtt: Terje B. Vestergaard, Etly Nord Højgaard, Hans Jákup Johannesen og Jóhan Vest

 

56/18: Framhald av Lygnesvegi í Søldarfirði

Arbeiðið snýr seg um at leingja Lygnesvegin við 90m, við øllum teknisku leiðingum og uppsetan av gøtulyktum. 3 tilboð komu inn uppá at gera arbeiðið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá JHR Entreprenørum, áljóðandi 792.293,30 u/mvg.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

57/18: Útstykkingin í Kass í Rituvík.

Í upprunaliga tilboðnum uppá útstykkingina er einans roknað við grovplanering av grundstykkjunum. Umframt planering av grundstykkjunum við nevagróti, eru eyka arbeiði av burturbeining av gomlum vatnbrunni, rørlegging av á og manglandi kloakk í gamla partinum v.m. Tekn. deild hevur fingið tilboð uppá hesi arbeiði uppá 284.625 kr.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at taka av tilboðnum uppá eykaarbeiðini.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.

 

58/18: P/F Mest søkir um byggiloyvi at seta upp búeindir á Skála

Skipasmiðjan Mest søkir um byggiloyvi til uppsetan av búeindum á økinum niðri við sjóvarmálan sunnan fyri vegin Bryggjan (kaibrekkan). Búeindirnar eru uml. 600m2 til støddar  við 48 búplássum.

-Vinnu- og havnarnevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin og Tekniska nevnd mæla til at játta byggiloyvi á øki, sum verður leigað frá kommununi.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Byggi- og býarskipanarnevndin og Teknisku nevnd

 

59/18: Niðurlegging av smoltstøðini í Funningsfirði.

Aliloyvi til smoltstøðina í Funningsfirði er útgingið fyri nøkrum árum síðan og hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) biðið Bakkafrost um at rudda økið fyri allar bygningar og útgerð. Ástaðarfundur hevur verið í Funningsfirði millum Bakkafrost, nýggja eigaran, HSF og Runavíkar kommunu. Eigarin er sinnaður at rudda økið, men ynskir at varðveita onkran av bygningunum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Umhvørvisnevndin mæla til, at økið verður ruddað fyri allar bygningar, undantikið upprunaliga høvuðsbygningin (u/tilbygning) og at økið verður ruddað fyri alikør og aðrar installatiónir og útbúna í samband við alistøðina. Økið skal verða ruddað áðrenn árslok 2018.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Umhvørvisnevndini.

 

60/18: Liðuggerð av havnarlagnum við nýggju bryggjuna í Saltangará.

Útbyggingin av havnarlagnum er nú liðugt og avhendað. Asfaltering og ljós var ikki við í útbjóðingini, tí hetta skuldi útbjóðast fyri seg. Kostnaðurin av hesum liggur innanfyri játtanina til samlaða projektið.

-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at arbeiðið verður gjørt endaliga liðugt við asfaltering og el.

-Býráðið samtykti 18/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

61/18: Áseting um brúk av flutningsbingjum til goymslu

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til reglur fyri brúk av bingjum til goymslu. Uppskotið ber við sær, at tað ikki er loyvt at hava bingjur standandi í longri tíð, men at hesar verða brúktar sum flutningsamboð og ikki sum endalig loysn sum gomslubygningur.

-Umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um reglugerð fyri bingjur.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

62/18: Skýlið við Løkin

Í samband við útskiftan av ljósunum við fótbóltsvøllin, má eitt rúm vera til ljóstalvurnar, sum mugu standa turt. Mælt verður til, at hiti verður settur í eitt rúm undir áskoðaraskýlinum. Eisini verður mælt til, at nýggjar tekningar verða gjørdar fyri kioskina og wc til rørslutarnað í skýlinum.

-Mentanarnevndin tekur undir við tilmælinum og mælir eisini til at kanna hvørjir møguleikar eru í økinum á niðaru síðu av vøllinum við Løkin.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

63/18: Víðkan av barnaansingini til framtíðar tørvin

Til vaksandi barnatalið í kommununi verður tørvur fyri at útvega fleiri ansingarpláss.

-Trivnaðarnevndin mælir til, at ein arbeiðsbólkur verður settur at gera tilmæli um tørv og bygging av nýggjum ansingarstovni til børn á eystara armi. Mælt verður til, at bólkurin verður mannaður við borgarstjóranum, forkvinnuni í Trivnaðarnevndini, leiðaranum fyri Trivnaðardeildini, einum dagstovnaleiðara og einum umboði fyri Teknisku deild.

-Býráðið samtykti 18/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

64/18: Umskipan av serøkinum í Runavíkar kommunuskúla.

Skúlaleiðslan hevur gjørt vart við, at arbeitt verður við at umskipa serøkið í skúlunum soleiðis, at tilboð til børn við serligum tørvi verða skipað í nakrar deplar kring landið.

Til hetta ynskir skúlin at kunna brúka pavilliongina norðarfyri Bylgjuna soleiðis, at tvær skúlastovur kunnu gerast har.

Nærverkið hevur brúkt pavilliongina í nøkur ár og hevur ynski um onnur høli, sum nøkta teirra tørv betur og hevur Søldarfjarðar skúli tá verið uppá tal.

-Mentanarnevndin mælir til, at skúlin fær pavilliongina til sítt virksemi á serøkinum og at avtala verður gjørd við Nærverkið um leigumál í Søldarfjarðar skúla.

-Býráðið samtykti 28/6-2018 at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

65/18: Flyting av íløgujáttan frá Kráargili til rampuna í Saltangará

800t kr. eru avsettar til umvæling av brimskaða á Kráargili í Rituvík, men skaðin kostar nakað minni at umvæla. Mælt verður til at flyta 200t kr. av játtanini á Kráargili til umvæling av brimskaða á garðin við rampan undir havnarskrivstovuni í Saltangará.

-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 200t kr. av íløgujáttanini av Kráargili til garðin við rampuna á havnarlagnum í Saltanagrá.

-Býráðið hevur á fundi 28/6-2018 tilkið undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

66/18: Umhvørvispolitikkur fyri Runavíkar kommunu

Umhvørvisdeildin hevur í eina tíð arbeitt við uppskoti til skipaðan Umhvørvispolitikk fyri kommununa.

-Umhvørvisnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við uppskotinum til Umhvørvispolitikk fyri Runavíkar kommunu.

-Býráðið samtykti at taka undir við uppskotinum til Umhvørvispolitikk og at uppskotið verður lagt fyri borgararnar til hoyringar.

 

67/18: Flytan av býráðsfundinum í august

-Býráðið samtykti at flyta býráðsfundin, sum lýstur er at verða 30/8 til at verða 6/9 í staðin.