Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. mai 2018

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Vara limur: Annfinnur Garðalíð

Ikki møtt: Hans Jákup Johannesen

 

48/18: Heimavirkni søkir um fíggjarligan stuðul fyri 2018

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 40.000 kr í stuðli í 2018 og at málið um stuðul verður tikið upp í samband við fíggjarætlanarviðgerðina fyri 2019.

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

49/18: Asfaltering á havnarøkinum í Saltangará.

Havnarmeistarin vísir á, at tørvur er á asfaltering á havnalagnum, tí asfaltið er sera slitið og ring at koyra við trukki. Peningur varð játtaður í 2017 til arbeiðið, men hetta varð ikki gjørt.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at økið verður asfalterað, vísandi til lýsing frá havnarmeistaranum og at arbeiðið verður fíggjað av meirinntøku hjá Runavíkar Havn.

-Fíggjarnevndin mælir til at arbeiðið verður gjørt og fíggjað yvir raksturin hjá Runavíkar Havn.

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

50/18: Ítróttarstuðulin 2018.

Útlutan av árliga ítróttarstuðinum til Ítróttarfeløgini í kommununi.

-Mentanarnevndin mælir til at útluta avsettu játtanina til ítróttarstuðul eftir samlaðum útreiðslum, í støði í roknskapi og limatølum hjá feløgunum

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini

 

51/18: Val av nýggjari ferðslunevnd

Tekniska nevnd mælir til at vald verður nýggj ferðslunevnd við formanninum í Teknisku nevnd sum formanni, einum umboði fyri Politiið, einum umboði fyri koyrilærarar og Tekniska leiðara kommununar sum skrivara.

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

52/18:Áseting av grundstykkjaprísi.

Tekniska deild mælir til at áseta grundstykkjaprísin fyri komandi útstykkingar og at grundstykkini í øllum útstykkingum verða útgrivin og planerað og at útstykkingarnar verða gjørdar lidnar við kantsteinum, gøtuljósum og asfaltering soleiðis, at sleppast kann undan, at øki liggja í hálvum gekki í fleiri ár eftir, at fólk eru flutt í húsini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild og mælir til at áseta grundstykkjaprísirnar soleiðis:

Øki 1 Glyvrar, Runavík og Saltangará 750 kr/m2

Øki 2 Lamba, Rituvík, Skála, Skálafjørður, Skipanes og Søldarfjørður 575 kr/m2

Øki 3 Elduvík, Funningur, Funningsfjørður, Oyndarfjørður og Æðuvík 400 kr/m2

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Eisini varð samtykt, at býráðið, í hvørjum einstøkum føri tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar, gerð eina meting av felags facilitetum fyri útstykkingina, sum kann verða lagt afturat kostnaðinum fyri hvørt einstakt grundstykki í útstykkingini.

 

53/18: Ársroknskapurin fyri Eldrasamstarvið Roðin fyri 2017

Nettokostnaðurin í 2017 fyri Roðan er 61.714.020 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri 2017, sum  SPEKT hevur grannskoðað.

-Býráðið hevur á fundi 31/5-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

 

54/18: Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging á Skála.

Umsókn um byggiloyvi til at byggja 18 íbúðir á 64 m2 Úti á Fløtum á Skála á matr. nr. 253n, 253o, 253p og at leggja geiran millum 253n og 253o afturat grundstykkinum.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at ætlanin verður send grannunum til hoyringar í 3 vikur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

Tá hoyringsfreistin var úti, var ein klaga innkomin.

Tekniska deild mælir til at játta principielt byggiloyvi treytað av, at søkt verður um byggiloyvi við fullfíggjaðum projekti innan 6 mdr.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild og mælir samstundis til at broyta almennu byggisamtyktina fyri B10-B39 øki til at nýtslan verður orða soleiðis “Bústaðir: Einkult sethús og við serloyvi frá byggivaldinum tvíhús, raðhús, íbúðir og tøtt/lág hús, spalipláss/sparkivallir.

-Býráðið samtykti á fundi 31/5-2018 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.