Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. apríl 2018 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimur: Sæunn Ó. Hansen

Ikki møtt: Kári E. Jacobsen

 

36/18: Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2017

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2017, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

37/18: Umsókn um byggiloyvi til skúr við bátahylin í Søldarfirði.

Sp/f Katrin søkir um loyvi at byggja ein goymsluskúr í samband við bát við bátahylin í Søldarfirði.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini samb. Tekningum dagf. Í oktober 2016. Umsøkjarin rindar fyri útgrevstur, møguligari spreinging og stuðlamúri.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

38/18: Atløgubryggja á vesturíðuni í bátahylinum á Glyvrum.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til atløgubryggju og mælir til at støða verður tikin til projekt og fígging av hesum.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at biðja um tilboð uppá at gera arbeiðið.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

39/18: Uppskot um at brúka grótið úr tunnlinum til útbygging av havnarlagnum á Skála.

Hans J. Johannesen, býráðslimur setir fram uppskot til býráðið um, at tunnilsgrótið, sum ætlandi skal brúkast til oljukajina, ístaðin verður brúkt til útbygging av havnarlagnum á Skála og at útfyllingin av oljukajini verður útsett til seinni.

-Vinnu- og havarnevndin er kunnað um málið, sum verður lagt fyri býráðið til viðgerðar.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina.

 

40/18: Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging á Skála.

Umsókn um byggiloyvi til at byggja 18 íbúðir á 64 m2 Úti á Fløtum á Skála á matr. nr. 253n, 253o, 253p og at leggja geiran millum 253n og 253o afturat grundstykkinum.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at ætlanin verður send grannunum til hoyringar í 3 vikur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

41/18: Serstøk byggisamtykt í samband við bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til sersamtykt fyri økið, har nýggj kirkja skal byggjast á Glyvrum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til sersamtykt og at málið verður sent til grannahoyring hjá eigarunum frá matr. nr. 52 Glyvra bygd og suður til matr. nr. 74 á báðum síðum av Glyvravegi.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

42/18: Meting av barnaansingartørvinum í 2018

Trivnaðardeildin mælir til at bráfangis ansingartørvurin áðrenn summarferiuna verður loystur við uppnormering av dagrøkt og dagstovnum við 8 plássum og somuleiðis at fyrireika eina nýggja vøggustovu í Skúlanum í Søldarfirði fyri at loysa ansingartørvin eftir summarfrítíðina.

Kostnaðarmeting av uppnormeringini fyri restina av árinum er mett at verða uml. 100.000 kr. til íløgur og 630.000 til rakstur.

-Trivnaðarnevndin mælir til at nøkta ansingartørvin í ár smb. uppskotinum frá Trivnaðardeildini.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um at nøkta ansingartørvin og at 100.000 kr verða brúktar til nýggja vøggustovu burtur av samtyktu íløgujáttanini til barnaansingarstovnar RS 351.

 

43/18: Ársroknskapurin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2017

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 30/4-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.