Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 22. februar 2018 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimur: Elnar Rasmussen

Ikki á fundi: Jonhard Danielsen

 

14/18: Grundstykki til sethúsabygging í Lamba.

Felag undir stovnan søkir um at keypa fleiri grundstykkir í Lamba til sethúsabygging.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at selja felagnum tvey grundstykkir fyri fyrst og lata optión uppá tvey grundstykkir afturat, galdandi árið út.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

15/18: Busskýli Úti á Fløtum.

Borgarar úti á Fløtum á Skála søkja um, at eitt busskýli verður sett upp til skúlabørn Úti á Fløtum, soleiðis at tey ikki noyðast at ganga oman á høvuðsvegin at bíða eftir skúlabussinum.

Tekniska deild vísir á, at bússkúli, sum søkt verður um, kemur at liggja uml. 160m frá verandi busskýli, sum stendur við høvuðsvegin og at tað ikki er nakað vendipláss til bussin longur uppi við útstykkingina.

-Tekniska nevnd mælir frá at gera eitt busskýli Úti á Fløtum.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd at viðgera, tá endurskoðanin av málinum um skúlabarnaflutning í kommununi er viðgjørt.

 

16/18: Earth Hour 2018

Earth Hour er verðins størsta klima átak, sum er samskipa av WWF (World Wide Fund for Nature). Ein tíma um árið sløkkja milliónir av menniskjum og túsundavís av fyritøkum og býum runt um í heiminum ljósið.

-Umhvørvisnevndin mælir til, at kommunan luttekur í átakinum Earth Hour, sum verður 24 mars 2018 kl. 20.30-21.30 og at eggja borgarunum í kommununi til at taka undir við átakinum.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

 

17/18: Gamla bygdagøtan Lamba – Glyvrar

Ein áhugabólkur í Lamba arbeiðir við eini ætlan um at endurskapa gomlu bygdagøtuna frá Lamba og út á Glyvrar og heitir á kommununa um at verða við í hesi verkætlanini. Áhugabólkurin hevur eisini søkt peningaligan stuðul til ætlanina aðra staðni frá.

-Umhvørvisnevndin tekur undir við verkætlanini, men vísir á, at peningur er ikki avsettur til hetta á fíggjarætlanini fyri 2018.

-Tekniska nevnd mælir til, at kommunan stendur fyri verkætlanini, men av tí peningur ikki er avsettur til endamálið í 2018, kann bara verða arbeitt fyri stuðulin, sum fæst til vega aðra staðni frá.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og Teknisku nevnd.

 

18/18: Broyting av D42-økinum, havnrøki.

Tekniska deild mælir til, at mest loyvda bygningshædd fyri bygningar á D1-D4 havnaøkini í Runavík, Saltangará og Glyvrum verður broytt frá 8,5m til 12m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

19/18: Umsókn um byggiloyvi til neyst á Skála.

Magni Djurhuus søkir um byggiloyvi til neyst og frítíðarbústað á matr. nr. 148 á Skála.

Tekniska deild vísir til, at býráðið kann geva byggiloyvi at innrætta frítíðarbústað omaná neyst, har tað verður mett ráðiligt, treytað av, at møguleiki er at binga í góðkenda kloakk. Niðara hæddin skal verða varðveitt sum neyst.

Tekn. deild mælir til at geva tilsøgn um at innrætta frítíðarbústað í ovaru hædd í neystunum, treytað av, at søkt verður um byggiloyvi við fullfíggjaðum tekningum og øll krøv í byggisamtyktini verða fylgd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

20/18: Sambýlið á Skála

Sonja Johannesen heitir í skrivi á býráðið um at taka málið um sambýlið á Skála til nýggja viðgerða og heitir á býráðið um at virkafyri, at heimið verður latið uppaftur sum eldrasambýli, tí tørvur er fyri hesum á Skála.

Trivnaðardeildin mælir til, at málið verður tikið upp til viðgerðar í Økistænastuni Roðin.

-Trivnaðarnevndin mælir til at heita á Roðan um at gera eina meting av røktartørvinum og møguliga íløgutørvinum í røktarpláss komandi árini.

-Býráðið hevur á fundi 22/2-2018 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.