Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum
Varalimir: Annfinnur Garðalíð
Ikki møtt: Hans Jákup Johannesen og Jonhard Danielsen
133/17: Keyp av lendi til útstykking í Runavík/Saltangará
Í samband við ætlaðu útstykkingina millum Blikagøtu og Hjallaveg/Norðurhædd, er neyðugt at keypa uml. 18.000 m2 afturat teimum 32.911 m2 sum kommunan framman undan hevur keypt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa ml. 18.000 m2 til koto 100 til ætlaðu útstykkingina.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
134/17: Jonhard Danielsen, býráðslimur, heitir, vegna borgarar í Søldarfirði um at víðka um fríøkið í Søldarfirði og broyta býarplanin samsvarandi.
Økið, søkt verður um, er uml. 2.900 m2, harav skulu 1.161 m2 keypast frá privatum eigara og 868 m2 frá búnaðargrunninum.
Økini sum ynski er um at víðka fríøkið við, eru smb. býarplaninum lutvíst B13-bústtaðarøki og C15 almenn endamál.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa geiran burtur av matr. nr. 76a, sum er uml. 367 m2 til støddar, til samanlegging við matr. nr. 80m. Og at matr. nr. 80m og 76f verður broytt til F-øki.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at beina málið í Umhvørvisnevndina og fíggjarnevndina.
-Umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Fíggjarnevndin mælir at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Mælt verður til, at ein heildarætlan fyri økið, sum fríøki, verður gjørd.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini.
135/17: Fornminnafelagið fyri bygdirnar á Skála og í Skálafirði søkir um stuðul til at skifta tak á húsum teirra á Skála.
Kostnaðarmeting fyri tilfar og arbeiðsløn er mett til uml. 360.000 kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at játta 150 tkr. í hesum fíggjarárinum til verkætlanina.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
136/17: Umsókn um byggiloyvi til úthús á matr. nr. 59 í Søldarfirði.
Grundstykkið sum søkt verður at byggja á er 1.564 m2 til støddar og sethús eru bygd á stykkið. Søkt verður nú um at byggja eitt 35 m2 stórt úthús, sum hevur 2,5m frástøðu frá húsinum og er innrættað sum lítil íbúð.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
137/17: Sp/f hjá Rafik søkir um at fáa nýggjan langtíðar leigusáttmála á ófrámatr. økið burtur av matr. nr. 101a, Glyvra bygd.
Búnaðarstovan sendir umsókn frá Sp/f Rafik til ummælis hjá kommununi.
Leigusáttmálar á ómatrikulerað øki, kunnu í mesta lagi varða undir 10 ár, um teir skulu tinglesast.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 mælt til at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og Mentanarnevndin.
-Meirilutin í Mentanarnevndini mælir til at nýggjur leigusáttmáli verður gjørdur fyri eitt 5 ára skeið. Minnilutin mælir til at nýggjur leigusáttmáli verður gjørdur fyri eitt 7 ára skeið.
-Meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndini mælir til at nýggjur leigusáttmáli verður gjørdur fyri eitt 7 ára skeið. Minnilutin mælir til at leigusáttmáli verður gjørdur fyri eitt 5 ára skeið.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at gera leigusáttmála fyri eitt 5-ára skeið.
138/17: Útlutan av grundstykkjum á Ídnaðarøkinum yviri á Hálsi
Fleiri umsóknir eru um ídnaðargrundstykki, men bara eitt stykki er tøkt Yviri á Hálsi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at selja matr. nr. 47d. Treytin fyri søluni er, at virkisbygningur verður bygdur á stykkið innan 2 ár. Eisini varð samtykt at arbeiða víðari við at útvega fleiri grundstykkir á Ídnaðarøkinum Yviri á Halsi, sum Tekniska deild skjýtur upp.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
139/17: Øki til størri vinnuendamál á nýggja havnarlagnum í Saltangará.
Tekniska deild ynskir eina politiska støðutakan til hvussu økini eystan fyri nýggja havnarlagið við Høgaból skal planleggjast og mælir til, at ein partur av økinum kann brúkast til stórri ídnargrundstykkir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at gera eina heildarætlan fyri økið, so nevndin kann arbeiða víðari við at skipa vinnustykkir í økinum, sum ikki eru havnarelateraði.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at beina málið í Vinnu- og havnarnevndina.
140/17: Umsókn um fíggjarligan stuðul til ungdómsarbeiðið á Skála í 2018
Bárður Kass Nielsen, form. fyri Ungdómsklubbavirksemið á Skála, søkir um framhaldandi stuðul í 2018. Søkt verður um 63.160 kr, ætlað til lønir, leikur og viðlíkahald.
-Mentanarnevndin mælir frá at lata rakstrarstuðul til ungdómsklubbavirksemið, eftirsum kommunan fyrr í ár hevur játtað pening til ístandsetan av Losjuni til slíkt virksemi.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at beina málið aftur í Mentanarnevndina.
-Mentanarnevndin mælir til at stuðla ungdómsklubbavirkseminum á Skála við 30 tkr. um árið og ungdómstvirkseminum í Oyndarfirði við 15 um árið í 2017 og 2018, treytað av, at peningurin verður nýttur til útgerð og tilfar og ikki til lønir.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini frá 31/10-2017.
141/17: Flytan millum játtanin á konto 781 Nirði á Støð á Glyvrum.
300 tkr. Eru avsettar til økið “Niðri á Støð”, men væntandi verða í mesta lagi 150 tkr brúktar.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at flyta 150 tkr av játtanini “Niðri á Støð” til bátahylin á Bakka.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
142/17: Útreiðsluneutralar eykajáttanir 2017, (flytingar av játtanum millum kontur og rakstrarstøð).
Hóast talan er um útreiðsluneutralar eykajáttanir, har játtanin verður flutt av eini konto til eina aðra, er neyðugt at samstykkja flytingarnar sum eina eykajáttan, sum skal hava 2 viðgerðir.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 1, 3, 4, 5 og 7 á íalt 3.533 t.kr.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
143/17: Eykajáttan til Høgabólsbryggjuna fyri 2017
Orsaka av at arbeiðið við Høgabólsbryggjuni hevur gingið skjótari enn væntað, verður mælt til at veita eykajáttan til Bryggjuna á Høgabóli upp á 12,3 mió. kr. í 2017.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 30/10-2017 samtykt at veita eykjajáttan upp á 12,3 mió til RS 751 “Høgabólsbryggjan”. Til 2. viðgerð eigur talið at verða endurskoðað. Eykajáttanin verður fíggjað gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt, við 2. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 13,3 mió. kr.
144/17: Góðkenning av fíggjarætlanini fyri 2018 fyri Økistænastuna Roðin.
Smb. uppskot til fíggjarætlan, sum stýrinum fyri Roðan hevur samtykt, er parturin hjá Runavíkar kommunu 41,488 mió. kr.
-Fíggjarnevndin leggur málið fyri býráðið til viðgerðar.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt, at taka undir við tilmælinum frá uppskotinum um fíggjarætlan fyri Roðan, sum stýrið fyri Roðan hevur skotið upp.
146/17: Umhvørvisstarvsfólk til Runavíkar kommunu
Tekniski leiðarin mælir til, at sett verður eitt umhvørvisstarvsfólk í størstan mun at taka sær av umhvørvismálum.
-Umhvørvisnevndin mælir til, at umhvørvisstarvsfólk verður sett í starv.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt at beina málið í fíggjarnevndini.
145/17: Ásetan av regluligum býráðsfundum í 2018.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2017 samtykt, at áseta hesar fundardagar fyri býráðið í 2018:
25/1, 22/2, 22/3, 30/4, 31/5, 28,6, 30/8, 27/9, 31/10 og 29/11.
Fundurin í apríl verður í Rituvík, fundurin í august í Oyndarfirði og fundurin í september á Skála.