Í nógvum regni av høgætt í oktober 2017 gjørdist greitt, at tað er akuttur tørvur á at skifta vindeygabandið í ítróttarhøllini í Bylgjuni. Ringi standurin á vindeygabandinum varð umrøddur, tá Bylgjan varð bygd, men rakk peningurin tá ikki til at skifta vindeygabandið. Brúkararnir av Bylgjuni hava javnan gjørt vart við, at lekar eru, serliga tá tað regnar av høgætt.

-Mentanarnevndin mælir til, at 210 tkr. , av íløguni, sum er avsett til í skýlið við Løkin, verða nýttar til at skifta vindeygabandið í Bylgjuni.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

126/17: Umsókn um fíggjarligan stuðul til ungdómsarbeiðið á Skála í 2018          

Bárður Kass Nielsen, form. fyri Ungdómsklubbavirksemið á Skála, søkir um framhaldandi stuðul í 2018. Søkt verður um 63.160 kr, ætlað til lønir, leikur og viðlíkahald.

-Mentanarnevndin mælir frá at lata rakstrarstuðul til ungdómsklubbavirksemið, eftirsum kommunan fyrr í ár hevur játtað pening til ístandsetan av Losjuni til slíkt virksemi.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at beina málið aftur í mentanarnevndina til viðgerðar.

127/17: Útreiðsluneutralar eykajáttanir 2017, (flytingar av játtanum millum kontur og rakstrarstøð).

Hóast talan er um útreiðsluneutralar eykajáttanir, har játtanin verður flutt av eini konto til eina aðra, er neyðugt at samstykkja flytingarnar sum eina eykajáttan, sum skal hava 2 viðgerðir.

-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 1, 3, 4, 5 og 7 á íalt 3.533 t.kr.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum fíggjarnevndini.

128/17: Eykajáttan til Høgabólsbryggjuna fyri 2017

Orsaka av at arbeiðið við Høgabólsbryggjuni hevur gingið skjótari enn væntað, verður mælt til at veita eykajáttan til Bryggjuna á Høgabóli upp á 12,3 mió. kr. í 2017.

-Fíggjarnevndin hevur á fundi 30/10-2017 samtykt at veita eykjajáttan upp á 12,3 mió til RS 751 “Høgabólsbryggjan”. Til 2. viðgerð eigur talið at verða endurskoðað. Eykajáttanin verður fíggjað gjaldførinum

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum fíggjarnevndini.

">

Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. oktober 2017 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

118/17: 2.viðgerð av fíggjarætlanini fyri Runavíkar kommunu fyri 2018

Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2018, sum javnvigar við

Inntøkur:

Skattainntøkur                  -203,500 mió.

Fíggjarkostnaðir                  13,500 mió.

Rakstur                                 148,850 mió.

Íløgur                                     41,150 mió.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2018, sum javnvigar við 203,500 mió. kr.

Skattaprosentið verður óbroytt 22% og barnafrádrátturin 6.500,00 (sum er ein hækking uppá 1.500,00 kr )

119/17: Framhald av útstykkingini í Kass í Rituvík

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt at gera 10 grundstykkir afturat útstykkingini í Kass í Rituvík, sum verða gjørd byggiklár. Útstykkingin er projekterað og klárt er at bjóða arbeiðið út.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at útbjóða arbeiðið í innbodnari licitatión.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

120/17: Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri B-økir

Broytingarnar í ásetingum, samtyktar av Býráðnum 30. mars, viðv. loyvi til bygging av tví- og raðhúsum í bygdunum og stødd av grundstykkjum, eru nú lutvíst góðkendar av Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Býarskipanarnevnd landsins vildi tó ikki viðmæla góðkenning broyting av stødd á grundstykkjum í B1 til B9 økjum (Runavík, Saltangará og Glyvrar) grundað á, at hetta ikki framgekk nóg tíðuliga í kunngerðini av broytingunum.

Tekniska deild mælir til, at broytingin viðv. stødd av grundstykki í B1 til B9 økjum verður kunngjørt av nýggjum:

“Har kummunan metir tað ráðiligt, kann loyvast at grundstykkini í B1 til B9 økjum eru smærri, tó í minsta lagi: 250 m2 fyri tætta/lága bústaðarbygging, raðhús og tvíhús og 400 m2 fyri sethúsabygging”.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

121/17: Sjúrður Jensen, Runavík søkir um loyvi at keypa 50 m2 afturat grundøkinum matr. nr. 35, Tofta bygd.

Geirin, sum søkt verður um at keypa, er 2,5m breiður og liggur í býarplaninum í C-øki. Tí er neyðugt at broyta býarplanin fyri økið, um samtykt verður at ganga umsóknini á møti.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at broyta býarplanin soleiðis, at litra i millum  Børkuveg og Lyngveg verður broytt frá C3-øki til B1-øki

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

122/17: Sp/f hjá Rafik søkir um loyvi at fáa nýggjan langtíðar leigusáttmála á ófrámatr. øki burtur av matr. nr. 101a, Glyvra bygd.

Búnaðarstovan sendir umsókn frá Sp/f Rafik til ummælis hjá kommununi.

Leigusáttmálar á ómatrikulerað øki, kunnu í mesta lagi varða undir 10 ár, um teir skulu tinglesast.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og í mentanarnevndina og at málið verður lagt fyri býráðið á næsta fundi.

123/17:  Jonhard Danielsen, býráðslimur, heitir, vegna borgarar í Søldarfirði um at víðka um fríøkið í Søldarfirði og broyta býarplanin samsvarandi.

Økið, søkt verður um, er uml. 2.900 m2, harav skulu 1.161 m2 keypast frá privatum eigara og 868 m2 frá búnaðargrunninum.

Økini sum ynski er um at víðka fríøkið við, eru smb. býarplaninum lutvíst B13-bústtaðarøki og C15 almenn endamál.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa geiran burtur av matr. nr. 76a, sum er uml. 367 m2 til støddar, til samanlegging við matr. nr. 80m. Og at matr. nr. 80m og 76f verður broytt til F-øki.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at beina málið Umhvørvisnevndina og fíggjarnevndina og at málið verður lagt fyri býráðið á næsta fundi.

124/17: Broyting í ásetingunum í byggisamtyktini fyri E2-øki

Í sambandi við viðgerð av broyting av býarplaninum um flyting av markinum millum E1-landbúnaður innangarsð og E2-uttangarðs í Skálafirði, mælir Býarskipanarnevnd landsins til, at ásetingarnar fyri E1-økir verður broytt í byggisamtyktini, soleiðis at ásetingarnar verða greiðari. Her verður serliga hugsað um nýtingarstig á 60%.

Tekniska deild er samd við Býarskipanarnevnd landsins um, at tað ikki gevur nakra meining at hava áseting um mest loyvda nýtingastig á 60% fyri bygging úti í haganum, tí her er ofta talan um stórðar matriklar.

Tekniska deild mælir til, at ásetingarnar fyri bygging í E2-økjum í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu verður broytt frá «Nýtingarstig í mesta lagi 60%» til «Loyvt er at byggja hús, ið neyðug eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av tí virksemi, sum er nevnt í ásetingum um nýtslu».

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

125/17: Nýtt "Vindeygaband" Bylgjan