Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. august 2017 - kl. 18:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

 

82/17: Árni Winther, arkitektar søkja um byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum.

Árni Winther, arkitektar søkja, vegna kirkjuráðið fyri Glyvra kirkju, um byggiloyvi til nýggja kirkju á matr. nr. 60 á Glyvrum samb. innsendum tekningum og visualiseringsmyndum.

Ummæli frá Teknisku deild:

Matr. nr. 60 er 3.380m2 til støddar, víddin á bygninginum er uml. 1.140 m2 og hæddin 21m vestanfyri og 17m eystanfyri. Planeringin fyri kirkjuni er ætlað at liggja í kotu 17, uml. 3m undir veghæddini á Glyvravegi. Frástøðan frá Glyvravegi til bygningin er uml. 18m frá vegmiðju. Hetta líkur krøvini frá Landsverk um 15m frástøðu frá vegmiðju.

Matr. nr. 60 er útlagt sum C11 í býarplaninum, sum m.a. loyvir bygging av kirkju. Smb. byggisamtyktini er mest loyvda hædd á bygningi 8,5m. Av tí at bygningurin er so høgur í mun til ásetingarnar í byggisamtyktini, mælir Tekniska deild til at gera broyting í byggisamtyktini ella gera eina serstaka byggisamtykt, sum loyvir hægri bygging. Tekn. deild mælir nevndini til at taka støðu til, um serstøk byggisamtykt skal gerast fyri bygging av kirkju sambært innsendum projekti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til ikki at broyta ásetingina í byggisamtyktini, tí mett verður ikki ráðiligt at byggja so høgan bygning framvið høvuðsvegnum.

Eisini varð samtykt at heita á Teknisku deild um at koma við alternativum uppskotum, har nýggj kirkja kann byggjast.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og at taka upp samráðingar við kirkjuráðið um málið.

 

83/17: Framhald av útstykking í Kass í Rituvík.

Tekniska deild hevur fyribils gjørt uppskot til uppdeiling av ávikavist 11 og 12 grundstykkjum. Víddin á stykkjunum er ímillum 440 og 540 m2 og breiddin uml. 18m. Hetta er eitt sindur minni enn verandi grundstykkir í økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at býta økið upp í 10 grundstykkir og hava við í ætlanini, at møguligt er at fáa okkurt grundstykki afturat burtur av 150a.

Mælt verður somuleiðis til, at arbeiða fram ímóti, at stykkini verða planerað og vegurin gjørdur liðugur við asfalti og kantsteinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

84/17: Byggiverk, søkir um at gera broytingar á bygninginum á matr. 241 í Saltangará.

Í framhald av viðgerðini av fyrispurningi um umbygging av bygninginum við Heiðaveg 42, sum varð viðgjørdur av byggi- og býarskipanarnevndini 15 mai 2017, verður nú søkt um byggiloyvi, við teirri broyting í mun til fyrru viðgerðina, at altanin verður 3m útyvir gongubreytina. Tekniska deild metir tað skilagott og mælir til at loyvi verður givið til at byggja altanirnar 3m út soleiðis, at stólparnir standa uml. 0,5m frá kantsteininum, sum við Betri Banka og Bókabúðina, heldur enn mitt á gongubreytina og at geva byggiloyvi tá ið tekningarnar eru viðgjørdar viðv. brunatrygd v.m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

85/17: Asfaltering á havnalagnum í Saltangará.

Havnarmeistarin boðar frá, at tað er átrokandi neyðugt at fáa asfaltera á havnalagnum, bæði rundan um Faroe Origin, niðanfyri Frostgoymsluna og norðanfyri Faroe Ship.

Peningurin, sum er avsettur til asfaltering á havnalagnum, røkkur ikki til at fáa asfalterað hesi økini, men Runavíkar Havn hevur eina meirinntøku í mun til fíggjarætlanina í ár. Tekniska deild mælir til, at økið verður asfalterað og at arbeiðið verður fíggjað burtur av meirinntøkuni hjá Runavíkar Havn

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at biðja um eitt tilboð afturat og heitir á fíggjarnevndina um at játta, at arbeiðið verður fíggjað við yvirskoti á rakstrinum hjá Runavíkar Havn í 2017.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilráðingini frá Vinnu- og havnarnevndini um at arbeiðið verður fíggjað av yvirskoti hjá Runavíkar Havn.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

86/17: Atløgubryggja á vestursíðuni í bátahylinum á Bakka.

Havnanevndarformaðurin heitir á býráðið um at gera atløgubryggju á vestursíðuni í bátahylinum á Bakka á Glyvrum.

Tekniska deild vísir á, at tað eru fleiri møguleikar at útvega fleiri bátapláss og eisini at gera tað í stigum. Mælt verður til, at taka støðu til, um hendan ætlanin skal raðfestast í mun til at søkja um peningin frá Kongshavnar Havnastýri til hesa verkætlanina og at seta pening av komandi árini soleiðis, at ætlanin kann gerast liðug innan eitt rímiligt tíðarskeið.

-Meirilutin í Vinnu- og havnarnevndini mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og at málið verður beint í fíggjarnevndina.

Minnilutin tekur undir við, at peningurin frá Kongshavnar Havnarstýri verður brúktur til kajsíðu í bátahylinum á Bakka, men tekur ikki undir við, at søkt verður um peningin frá Kongshavnar Havnastýri fyrrenn Tekniska deild hevur gjørt endaligt skitsuprojekt og kostnaðarmeting.

-Fíggjarnevndin tekur undir við málinum og mælir til, at Runavíkar kommuna heitir á Kongshavnar havnastýrið um at luta kommununar part út, so at farast kann undir nevndu verkætlan at útbyggja vestursíðuna av bátahylinum á Bakka.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í Vinnu- og havnarnevndini.

 

87/17: Møguligar broytingar í sambandi við Mentanarvikuna.

Mentanarvikan hevur síðan byrjan ligið seinast í oktober, samstundis sum Faroexpo hevur verið. Faroexpo hevur vinnuligt fokus og mentanarvikan hevur verið eitt ískoyti til vinnustevnuna. Seinastu árini er mentanarvikan «Skýming» vaksin í vavi og hevur havt eina umfatandi og fjølbroytta skrá. Nú avgjørt er, at Faroexpo verður annað hvørt ár, er tíðin kanska eisini komin til at broyta innihaldið í skránni fyri mentanarvikuna og at hon eisini verður sjónlig í hinum bygdunum í kommununi.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum um at broyta innihaldið í mentanarvikuni og at mentanarvikan verður flutt til at verða seinast í apríl.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

88/17 Endurskoðað avtala um barnaverndartænastu fyri Skálafjørðin.

Galdandi barnaverndaravtala er frá 2005 og ongantíð endurskoðað, hóast Gøtu kommuna ikki er við í samstarvinum longur og Funnings kommuna er vorðin partur av Runavíkar kommunu.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2017 samtykt at taka undir við uppskotinum um endurskoðaða samstarvsavtalu millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu, galdandi frá 1. juni 2017 at rokna.

Almannamálaráðið hevur nakrar viðmerkingar til orðingina í sáttmálanum, og er sáttmálin tí broyttur samsvarandi viðmerkingunum frá Almannamálaráðnum. Mælt verður til at taka undir við broytingunum.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við broytingunum í sáttmálanum millum Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu um barnaverndartænastu.

 

89/17: Mannagongd í samband við sjúku

Trygdarleiðarin hevur í samband við fundir við trygdarbólkarnar skrásett ógreið viðurskifti viðv. sjúkrameldingum, sum fevna um rættindi í samband við sjúkramelding og um mannagongd, tá sjúrkameldað koma aftur til arbeiðis.

Í uppskot til mannagongd er greina rættindi og mannagongd til leiðslu og starvsfólk í samband við sjúkramelding. Mælt verður til at uppskotið til mannagongd verður fylgd.

-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið til mannagongd í sambandi við sjúkramelding.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

90/17: Fígging av brandstøð á Skála til Skálafjarðar Sløkkiliði.

Hølisumstøðurnar hjá Skálafjarðar Sløkkiliði eru sera trongligar og hevur SKS møguleika at keypa ein bygning á Skála til virksemi hjá Sløkkiliðnum.

-Parturin hjá Runavíkar kommunu er 1.560.000 kr og mælir fíggjarnevndin til at veita eykajáttan til keypið og at eykajáttanin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

91/17: 2. viðgerð av stuðli til vinarbýin hjá Runavíkar kommunu Uummannaq í sambandi við flóðalduna.

Fíggjarnevndin mælir til at veita 200.000 kr í stuðul til bygdina Nuugaatsiaq, sum liggur í Uummannaq fjørðinum og mælir býráðnum til at veita eykajáttan.

-Býráðið hevur á fundi 29/6-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt, við 2. viðgerð,  at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

92/17: Fíggjarkarmurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2018

Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2018 til 202 mió. kr.

Inntøkur:
Persónsskattur          150
Partafelagsskattur    20
Eftirl. Skattur             32

Útreiðslur:
Fíggjarkostnaður       15
Rakstur                       147
Íløgur                          40

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.