Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Helgi Lamhauge Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum
Ikki møtt: Jonhard Danielsen
61/17: Møgulig broyting av býarplani og byggisamtykt á Skála.
Í samband við ætlanini hjá P/F Mest at inniloka dokkini á Skála, verður neyðugt at broyta ásetingarnar fyri D22 øki á Skála um umsóknin skal kunna játtast.
Tekniska deild mælir til at skipa fyri einum borgarafundi á Skála, har Mest greiðir frá ætlanini og at gjørd verður ein serstøk byggisamtykt fyri byggingina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at borgarafundur verður hildin á Skála um miðjan mai um byggiæltanina hjá P/F Mest.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Eisini verður mælt til at biðja P/F Mest um at koma við visualisering frá Skála skúla og norðureftir og frá Akkersvík og suðureftir.
-Býráðið hevur á fundi 27/4-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini. Samtykt varð, at borgarafundur verður á Skála 23/5-2017 um ætlanina hjá P/F Mest.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 15/5-2017 mælt til at góðkenna uppskotið til sersamtykt fyri økið við dokkina á Skála.
-Vinnu- og havnarnevndin hevur á fundi 17/5-2017 tikið undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at taka undir við uppskotinum til sersamtykt fyri D22 øki á Skála.
62/17 Broyting av ásetingini fyri A øki í byggisamtyktini.
Tekniska deild mælir til, at ásetingarnar fyri «Nýtslu» í A1 og A3-A4 øki í almennu byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at «til bústaðarendamál» verður lagt afturat:
Miðstaðarendamál, Smáhandil, Privat og almenn veiting, Frívinna og skrivstovur, Bústaðarendamál. Veghædd skal brúkast til útvent virksemi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
63/17 Umsókn um at gera broytingar í býarplaninum fyri á Glyvrar.
Umsókn frá M. Jacobsen um at broyta ásetingarnar fyri matr. 9a á Glyvrum frá E1 øki til B øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
64/17 Byggiverk søkir um at gera broytingar á bygningin
Byggiverk søkir um byggiloyvi til at innrætta íbúðir í bygninginum matr. 241 Glyvrar og gera svalar á vestaru síðu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknina.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
65/17: Uppnevnan av grindsformonnum til hvalvágna í Skálafirði.
Sýslumaðurin biður um uppskot til uppnevnan av einum vara grindaformannum fyri fyribils góðkendu hvalvágna í Skálafirði, fyri ein av teimum uppnevndu, sum hevur ynskt at borið seg undan vali.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og uppskotinum frá fíggjarnevndini.
66/17 Ársroknskapurin hjá Bygdasavninum Forna fyri 2016
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri 2016 hjá hjá Bygdasavninum Forni á Glyvrum.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Bygdasavninum Forna fyri 2016.
67/17 Ársroknskapurin fyri Eldrasamstarvið á Skálafjørðinum “Roðin” fyri 2016
Samlaði kostnaðurin í 2016 fyri Roðan er 64.839.722 kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin, sum SPEKT hevur grannskoðað.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Roðanum fyri 2016.
68/17 Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2016
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2016 , sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.
- Býráðið hevur á fundi 24/5-2017 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá hjá Runavíkar kommunu 2016.