Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 23. februar 2017 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard, Helgi Lamhauga Petersen, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo og Selinda í Heiðunum

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

 

12/17: Broyting av býarplani og byggisamtykt fyri Skála.

Í samband við umsókn um bygging av dokk, er neyðugt at broyta býarplanin og byggisamtyktina fyri Skála.

Málið er viðgjørt áður, men Heilsu- og Innlendismálaráðið boðar frá, at broytingin ikki verður góðkend, tí eingin áseting er um mest loyvdu hædd á bygging yvir dokkini.

Tekniska deild mælir til at skipa fyri borgarafundi har Mest greiðir frá ætlanini og seinni at gera eina serstaka byggisamtykt fyri byggingina.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til, at biðja P/F Mest koma við nærri lýsing av bygninginum, hædd og útsjónd og at málið verður lagt aftur fyri nevndirnar til viðgerðar.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

13/17: Broyting av býarplani og byggisamtykt í samband við oljutangar í Søldarfirði.

Í samband við útbygging av oljugoymslum í Søldarfirði, er neyðugt at víðka D-økið í býarplaninum og somuleiðis at broyta byggisamtyktina fyri økið.

Málið er viðgjørt áður, men Heilsu- og Innlendismálaráðið ætlar ikki at góðkenna broytingina, tí eingin áseting er um mest loyvdu hædd fyri D10-økið.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til, at mest loyvda hædd fyri bygging verður 20m í D10-økinum

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

14/17: Univice søkir um møguliga broyting av byggisamtyktina fyri økið á Rókahavnini soleiðs, at møguligt er at byggja 12 m høgan bygning á økinum.

Tekniska deild mælir til, at ásetingar fyri mest loyvdu hædd fyri D1-D4 økir, kap. IIV, grein 4. í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, verður broytt frá 8,5m til 12m og ásetingar um hæddartal verða tiknar burtur úr byggisamtyktini.

-Vinnu- og havnarnevndin og byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

15/17: Jógvan Andersen søkir um byggiloyvi til nýgerð av matr. nr. 419 Skála bygd.

Byggiloyvi til nýgerð av matr. nr. 419 Skála er játtað í 2013 og verður nú søkt um loyvi at gera húsið eitt vet hægri.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini, tó at húsið ikki verður so høgt, at tað missir dámin av verandi gomlu húsum.

Áðrenn byggiloyvið verður givið, skulu tekningar og annað tilfar sendast kommununi til góðkenningar

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

16/17: Bygdarfelag Skálfirðinga søkir um byggiloyvi til felagshús á matr. nr. 8a í Skálafirði.

Tekniska deild mælir til at geva tilsøgn til loyvi at byggja á matr. nr. 8a í Skálafirði. Áðrenn byggiloyvið verður givið, skulu tekningar og annað tilfar sendast kommununi til góðkenningar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

17/17: Heimavirkni søkir um fíggjarligan stuðul fyri 2017 til virksemi teirra.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 40.000,- kr. í stuðli, sum er tað sama sum í 2016.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

18/17: Umsókn um stuðul til nýggja kirkju.

Kirkjuráðið fyri Glyvra kirkju søkir um fíggjarligan stuðul til bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum.

-Fíggjarnevndin hevur somu støðu sum seinast og mælir frá at játta stuðul og leggur málið til býráðið.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

19/17: Fyriskipan av fólkafundinum í 2017.

Mentanarnevndin heitti á Mentanardeildina um at gera eitt upplegg til hvussu mentanarvika og fólkafundur kann skipast.

Mælt verður til, at hava fólkafundin í mai-juni 2017, men at mentanarvikan og fólkafundurin í fyrstu atløgu eru atskild.

-Mentanarnevndin mælir til at gera eina roynd við fólkafundi í mai-juni.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

 

20/17: Endurskoðan av kommunustýrisskipanini og fundarskipanini hjá Runavíkar kommunu

Í samband við skipan av nevndum fyri valskeiðið 2017-2020, var semja um at skipa eina nýggja nevnd “Náttúru- og Umhvørvisnevndin”. Í hesum sambandi verður neyðugt at tillaga kommunustýrisskipanina, umframt aðrar dagføringar.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2017 samtykt at arbeiða víðari við uppskotinum til broyting av Kommunustýrsisskipanini fyri Runavíkar kommunu.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til broytingar í kommunustýrisskipanini og fundarskipanini.

-Býráðið hevur á fundi 23/02-2017 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.