Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
121/16: Møgulig býarplansbroyting á D4-økinum og D5-økinum við Langanes á Glyvrum.
Ásetingarnar fyri D5-øki á Glyvrum avmarkar seg til neyst við ávísari stødd, skapi og nýtslu og mælir Tekniska deild til, at markið ímillum D4 og D5 økið á Glyvrum verður flutt norðureftir, so syðsti partur at D5-økinum á Langanesi verður D4-øki, meðan norðasti partur verður D5-øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanar-nevndini.
122/16: Grundstykki á Ídnaðarøkinum á Hálsi.
JHR-Entreprenørar eiga eitt grundstykki Yviri á Hálsi og søkja um loyvi at keyp ein part av grannastykkinum matr. nr. 47r.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at selja JHR-Entreprenørum ½ av matr. nr. 47r til samanlegging við grundstykki teirra matr. nr. 47q og at arbeiðstøkusáttmáli verður gjørdur millum partarnar.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanar-nevndini.
123/16: Hilmar Johannesen søkir um byggiloyvi til skúr við bátahylin í Søldarfirði.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini og mælir til, at umsøkjarin sjálvur tekur sær av útgrevstri og stuðlamúri í samb. við byggingina.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og at málið verður lagt aftur fyri býráðið á komandi fundi.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at lendið verður leigað Sp/f Katrin í 20 ár og at felagið ber kostnaðin av byggibúningini, sum partvís verður mótroknaður í leigugjaldinum.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina.
124/16: Fyrispurningur er komin um at fáa ávíst øki á Skála, sum kann verður brúkt til hundar.
Tekniska deild mælir til at brúka matr. nr. 519a á Skála til endamálið og at kommunan veitir stuðul til tilfar og at hundaeigararnir so sjálvir gera arbeiðið, á sama hátt sum gjørt verður í samband við stuðul til spælipláss.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og at Tekniska deild hevur eftirlit við arbeiðinum.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, við teirri broyting, at talan er um eina royndartíð uppá ½ ár.
125/16: Setan av gartnara.
Ynski hevur verið um at fáa sett býargartnara í starv, at taka sær av grønu økjunum í kommununi.
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017 er hædd tikið fyri hesum.
Tekniska deild mælir til at greina arbeiðssetningin hjá gartnaranum og at leggja málið aftur fyri nevndina í november.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til, at býargartnari verður settur í starv í Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild um umskipan av ábyrgdarøkjunum á vegadeildini soleiðis, at gartnaran fær ábyrgdina av grønu økjunum, hegning v.m. og at samstarv verður millum gartnaran og vegadeildina tá uppgávurnar krevja fleiri arbeiðsfólk.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at søkt verður eftir gartnara til grønu økini og at virkisøkið hjá gartnaranum verður nærri greinað.
126/16: 2 viðgerð av eykajáttan til Barnaverndartænastuna.
Framrokningar vísa, at játtanin til barnaverndina ikki kemur at halda og er talan um eina upphædd á 700.000 kr., sum er parturin hjá Runavíkar kommunu.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild, um at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 700 tkr. í 2016.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
127/16: 2 viðgerð av eykajáttan til Sosial gjøld.
Framrokningar vísa, at játtanin til Sosial gjøld ikki kemur at halda og er talan um eina upphædd á 250.000 kr.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild um at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 250 tkr. í 2016.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
128/16: 2 viðgerð av í samband við útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2016
Hóast talan er um útreiðsluneutralar eykajáttanir, har játtanin verður flutt av eini konto til eina aðra, er neyðugt at samstykkja flytingarnar sum eina eykajáttan, sum skal hava 2 viðgerðir.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 1, 3, 4 og 6 á íalt 827 tkr.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
129/16: 2 viðgerð í samband við játtanina til spillivatnsætlanina í 2016.
Tað vísir seg at verða 1. mió. kr. eftir av játtanini til spillivatnsætlanina, sum ikki koma at verða brúktar í ár.
-Tekniska nevnd mælir til, at hesin peningur í staðin verður brúktur til asfaltering av vegnum í Kass í Rituvík (kr. 200.000) og asfaltering av norðasta strekkinum á Leitisvegi (kr. 800 tkr. ).
-Fíggjarnevndin tekur undir við, at játtanin verður flutt til RS 661.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
130/16: 2 viðgerð av eykajáttan til vatnverkið.
Játtanin til vatnverkið hevur verið óbroytt 2,7 mió. kr. í fleiri ár, hóast nógvar útreiðslur eru øktar í samband við heilsufrøðilig- og umhvørviskrøv. Í 2016 hevur verið neyðugt at gera dagføringar á leiðingin úr Toftavatni og eitt av filtrunum mátti umvælast eftir skaða. Har umframt er annar bilurin hjá vatndeildini í sera ringum standi og má skiftast út.
-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan, áljóðandi kr. 820 tkr., til vatnverkið RS 650.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 27/10-2016 samtykt, at taka undir við tilmælinum um at veita RS 650 eina eykajáttan til raksturin 2016 uppá 820 tkr.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
131/16: Áseting av fundardøgum fyri býráðið í 2017.
-Býráðið hevur á fundi 24/11-2016 samtykt at áseta hesar fundardagar fyri 2017:
26/1, 23/2, 30/3, 27/4, 24/5, 29/6, 31/8, 28/9, 31/10 og 30/11.
Samtykt varð, at fundirnir í apríl og september verða hildnir á Skála og fundurin í august verður hildin í Oyndarfirði.