Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
100/16: Borgarstjórin søkir um loyvi at taka sæti á Fólkatingi.
Tórbjørn Jacobsen søkir um loyvi at taka sæti á fólkatingi fram til nýggjár, samstundis sum hann røkir borgarstjórastarvið.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at Játta umsóknini frá Tórbjørn Jacobsen um, at hann kann røkja starvið sum borgarstjóri, samstundis sum hann tekur sæti á fólkatingi, fram til 31/12-2016.
101/16: Hilmar Johannesen søkir um byggiloyvi til skúr við bátahylin í Søldarfirði.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini og mælir til, at umsøkjarin sjálvur tekur sær av útgrevstri og stuðlamúri í samb. við byggingina.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og at málið verður lagt aftur fyri býráðið á komandi fundi.
102/16: Tilmæli um ungdómstilboð í Runavíkar kommunu.
Í samband við fíggjarætlanararbeiðið var ynski um, at Runavíkar kommuna skipar sítt egna ungdómstilboð og at økið verður flutt til Mentanarnevndini, soleiðis at talan ikki er um eitt sosialt, men eitt mentanarligt átak fyri øll børn og ung í kommununi.
-Sosiala nevnd mælir til, at kommunan sigur upp samstarvið við Nes kommunu um ungdómshús frá 28/2-2017.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-16 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.
103/16: Sersamtykt fyri byggiøki við Blikagøtu
Tekniska deild metir tað neyðugt at gera eina sersamtykt fyri økið ímllum útstykkingina Hjallavegur/Norðurhædd og Blikagøtu. Ein partur av økinum er E1 og E2 øki. Mælt verður til, at alt økið verður lagt til B-øki (bústaðarøki).
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at gera eitt útkast til sersamtykt fyri økið.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.
104/16: Byggiætlan fyri økið omanfyri vatnbrunnarnar í Saltangará.
Tekniska deild mælir til, at gjørd verður ein byggiætlan fyri økið eystan fyri vatnbrunnarnar í Saltangará, við áseting fyri slag av bygging og stødd á grundstykkjum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at gjørd verður ein byggiætlan fyri útstykkingina eystan fyri vatnbrunnarnar.
-Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
105/16: Steinseting í kirkjugarðinum á Skála.
Skála kirkjuráð søkir um stuðul í samband við steinseting runt kirkjuna á Skála, sum varð gjørt í samband við kjallarin í kirkjuni varð gjørdur.
-Fíggjarnevndin mælir til, at stuðla við helminginum av kostnaðinum, uml. 80.000 kr.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
106/16: Bussleiðin – økja túratalið á Skálafjarðarleiðini í samband Heilsudepilin.
Ynski hevur verið um at økja túratalið á Skálafjarðarleiðii fyri m.a. at betra um sambandið til Heilsudepilin.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at ein túrur Runavík/Skála/Runavík verður lagdur afturat í ferðaætlanini fyrrapart gerandisdagar.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
107/16: Fráfaringaraldur hjá kommunalu starvsfólkunum.
Í 1994 samtykti býráðið, at fráfaringaraldurin hjá kommunalum starvsfólkum er 67 ár, sum var tað sama sum landsmyndugleigarnir høvdu gjørt.
Landsmyndugleikin hevur broytt fráfaringaraldurin aftur til 70 ár og tað hava onkrar aðrar kommunur eisini gjørt. Í samband við at eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita, varð samtykt at fráfaringaraldurin fyri starvsfólk hjá Skálafjarðarsamstarvinum (Roðanum) framhaldandi skuldi vera 70 ár.
-Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at fráfaringaraldurin hjá kommunalu starvsfólkunum aftur verður 70 ár.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
108/16: Setan av gartnara.
Ynski hevur verið um at fáa sett býargartnara í starv, at taka sær av grønu økjunum í kommununi.
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017 er hædd tikið fyri hesum.
Tekniska deild mælir til at greina arbeiðssetningin hjá gartnaranum og at leggja málið aftur fyri nevndina í november.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til, at býargartnari verður settur í starv í Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
109/16: Eykajáttan til Barnaverndartænastuna.
Framrokningar vísa, at játtanin til barnaverndina ikki kemur at halda og er talan um eina upphædd á 700.000 kr., sum er parturin hjá Runavíkar kommunu.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild, um at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 700 tkr. í 2016.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
110/16: Eykajáttan til Sosial gjøld.
Framrokningar vísa, at játtanin til Sosial gjøld ikki kemur at halda og er talan um eina upphædd á 250.000 kr.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild um at veita eina eykajáttan áljóðandi kr. 250 tkr. í 2016.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
111/16: Útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2016
Hóast talan er um útreiðsluneutralar eykajáttanir, har játtanin verður flutt av eini konto til eina aðra, er neyðugt at samstykkja flytingarnar sum eina eykajáttan, sum skal hava 2 viðgerðir.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 1, 3, 4 og 6 á íalt 827 tkr.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
112/16: Broyting av bygnaðinum á Kunningarstovuni.
At Kunningarstovan er staðsett inni á Kommunuskrivstovuni hevur avbjóðingar fyri báðar partar og hevur ynski leingi verið um at fáa broytt hesi viðurskifti. Eisini hevur spurningurin um samstarvið við hinar kommunurnar í Eysturoy eisini verið viðgjørdur fleiri ferðir, bæði í Runavíkar kommunu og onkrari av hinum kommununum í samstarvinum. Ein hóskandi skiftistíð má finnast.
-Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan fer undir at fyrireika yvirtøku av Kunningarstovuni og at boða samstarvspørtunum frá, at Runavíkar kommuna ger sína egnu Kunningarstovu frá 1. januar 2018.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
113-114/16: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2017, 2. viðgerð.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2016, sum javnvigar við 198,9 mió. kr., við einum óbroyttum skattaprosentið uppá 22% og barnafrádrátti uppá 5.000 kr.:
Skattaintøkur -183,5 mió.
Fíggjarkostn. 16,5 mió.
Rakstur 142,5 mió.
Íløgur 39,9 mió.
Lántøka -15,4 mió.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
115/16: Sáttmáli uppá bryggjuna á Høgabóli.
14/9-16 var lisitatión uppá Bryggjuna á Høgabóli og komu 4 boð inn.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboðnum. Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum nov. 2016 – juni 2018.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini.
116-117-118/16: Játtanin til spillivatnsætlanina í 2016:
Tað vísir seg at verða 1 mió. kr. eftir av játtanini til spillivatnsætlanina, sum ikki koma at verða brúktar í ár.
-Tekniska nevnd mælir til, at hesin peningur í staðin verður brúktur til asfaltering av vegnum í Kass í Rituvík (kr. 200.000) og asfaltering av norðasta strekkinum á Leitisvegi (kr. 800 tkr. ). Fíggjarnevndin tekur undir við, at játtanin verður flutt til RS 661.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
119/16: Eykajáttan til vatnverkið
Játtanin til vatnverkið hevur verið óbroytt 2,7 mió. kr. í fleiri ár, hóast nógvar útreiðslur eru øktar í samband við heilsufrøðilig- og umhvørviskrøv. Í 2016 hevur verið neyðugt at gera dagføringar á leiðingin úr Toftavatni og eitt av filtrunum mátti umvælast eftir skaða. Har umframt er annar bilurin hjá vatndeildini í sera ringum standi og má skiftast út.
-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan, áljóðandi kr. 820 tkr., til vatnverkið RS 650.
- Býráðið hevur á fundi 27/10-2016 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.