Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Varalimir: Katrin Absalonsen
Ikki møtt: Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jonhard Danielsen, Karl Rasmussen
88/16: Umsókn um stuðul til nýggja kirkju.
Kirkjuráðið fyri Glyvra kirkju søkir um fíggjarligan stuðul til bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum.
-Fíggjarnevndin mælir frá at játta stuðul.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fríggjarnevndini.
89/16: Umsókn um stuðul til keyp av Atustovu í Funningi.
Fornminnisfelagið í Funningi søkir um stuðul til keyp av Atustovu í Funningi, sum æltanin er at seta í uppruna stand.
Fornminnisfelagið eigur framman undan Ølvustovu, sum tey hava sett í stand og er tað arbeiðið nú liðugt.
-Mentanarnevndin mælir til at stuðul verður veittur til keyp av Atustovu og heitir á fíggjarnevndina um at útvega fígging.
-Fíggjarnevndin mælir til at keypa Atustovu og flyta játtanina til keypið av RS 560 “Fornminni” og av RS 591 “Stadionøki í Runavík”.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fríggjarnevndini.
90/16: Umsókn um byggiloyvi til nýtt Berøa.
TN-Bygging søkir vegna Berøa um byggiloyvi til nýtt samkomuhús á matr. nr. 197 í Saltangará.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi við ávísum treytum smb. tilmæli frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og at málið verður sent til grannahoyring smb. gr. 10 í Byggisamtyktini.
91/16: Umsókn um makaskifti av lendi í Rituvík.
Í samband við at Missiónshúsið í Rituvík hevur søkt um byggiloyvi til nýtt samkomuhús, seta tey fyrispurning til kommununa um makaskifti av lendi soleiðis, at Missiónshúsið fær matr. nr. 213 sum kommunan eigur og kommunan fær tilsvarandi vídd av matr. nr. 212, sum Missiónshúsið eigur. Kommunan hevur sett minnisvarða inni á einum parti av matr. nr. 212.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini um makabýti av lendinum, sum søkt verður um.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
92/16: Sundurbýti av grundstykkjum oman fyri vatnbrunnarnar í Saltangará.
Tekniska deild hevur gjørt tvey uppskot til hvussu økið oman fyri vatnbrunnarnar í Saltangará kann býtast upp í grundstykkir. Pláss kann verða fyri 11 grundstykkjum á uml. 500-540 m2 ella 17 stykkjum á uml. 340 m2 til tøtt-lág hús.
Tekniska deild mælir til, at arbeitt verður við eini planloysn við støði í tí tørvi, sum bíðilistin til grundstykki vísir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Fíggjarnevndin mælir til at arbeiðið verður fíggjað við at flyta kr. 500.000 av RS 63502, 1. mió. av RS 63510, 1. mió. úr gjaldførinum og 0,5 mió. við grundstykkjasølu.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Íløgan verður fíggjað við 0,5 mió. kr. Av RS 63502, 1 mió. kr. Av RS 63510 og eini eykajáttan á 1,5 mió. kr.
93/16: Setan av bólki í samband við nýggjan barnaansingarstovn.
Orsaka av stórum fólkavøkstri og øktum barnatali, verður neyðugt at hugsa um at útvega fleiri ansingarpláss, so kommunan áhaldandi kann veita ansingartrygd.
Tilmæli frá Sosialu deild: Mælt verður til at arbeitt verður við eini framtíðar ætlan fyri útbygging av barnaansingini.
Tilmæli frá Mentanardeildini: Í løtuni húsast forskúli og innskúling í Glyvra skúla. Eftir loknan skúladag verða børnini koyrd til Rituvíkar í frítíðarskúla. Tá tørvurin til barnaansingarpláss økist, metir mentanardeildin tað vera skilagott, um Dagstovnurin við Stórá kann verða nýttur til barnaansing, meðan møgulig útbygging til frítíðarskúla, verður gjørd í tilknýti til Glyvra Skúla.
-Sosiala nevnd mælir til at seta ein arbeiðsbólk at koma við tilráðing til komandi útbygging á barnaansingarøkinum.
-Mentanarnevndin mælir til, at umsitingin, saman við stovnsleiðarum, útgreinar tørvin á dagstovna-, frítíðar- og skúlaøkinum komandi árini, soleiðis at hendan er tøk hálvan november 2016.
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at fáa hagtøl til vega, sum vísa tørvin komandi árini og at settur verður ein bólkur at gera tilmæli um framtíðar útbygging á barnaansingarøkinum.
94/16: Fíggjarkarmurin fyri 2017.
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2017 til 181 mió. kr.
Inntøkur:
Persónsskattur 133,5
Felagsskattur 16,0
Eftirlønarskattur 31,5
Útreiðslur:
Fíggjarkostnaðir 16,5
Rakstur 140,0
Íløgur 24,5
-Býráðið hevur á fundi 6/9-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.