Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. februar 2016 - kl. 17:00

Býráðslimir:    Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magnus Rasmussen, Bárður K. Nielsen,Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

Ikki møtt:        Bárður Kass Nielsen og Arnfinn Langgaard

 

17/16: Framhald av útstykking til á Skála

Tekniska deild hevur gjørt uppskot um hvussu økið frá Hórheiðum og suður ímóti friðaða økinum í Horni á Skála kann skipast til sethúsa-, raðhúsa- og íbúðarbygging.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við uppskotinum og mælir til at fara undir tilgongdina at keypa økið og at peningur verður avsettur til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2017.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/16: Innaneftirlit av kommunalu vatnverkunum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir til kunngerð um, at øll vatnverk skulu hava góðkent innaneftirlit í seinasta lagi í juni í ár.

Í samstarvi við aðrar kommunur hevur Tekniska deild og vatnmeistarin, saman við Kommunufelagnum, gjørt uppskot um hvussu innaneftirlitið á kommunalu vatnverkunum kann skipast. Roknað verður við, at kostnaðurin av hesum liggur um 0,5 mió. kr. árliga. Peningur er ikki avsettur til hetta arbeiðið og verður tí neyðugt við eykajáttan seinni í ár til endamálið. Fyrsti partur av arbeiðinum verður gjørdur av starvsfólkunum á vatnverkinum og Teknisku deild.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at arbeiðið verður sett í verk.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

19/16: Umsókn um býarplansbroyting á Glyvrum

Í samband við samtyktu broytingarnar av C9 økinum á Glyvrum, heitir borgari á Glyvrum á kommununa um eisini at broyta ein part av C9 økinum, uml. 1.200 m2, til B5 øki (sethúsaøki)

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at varðveita verandi byggisamtykt fyri nevnda økið.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.

 

20/16: Húsavørður og samskipari til Bylgjuna

Í summar fer hallarvørðurin í Bylgjuni frá vegna aldur og hevur Mentanardeildin, saman við Teknisku deild, arbeitt við ymiskum møguleikum um skipan av húsavarðatænastu fyri fleiri bygningar, sum hoyra til mentanarøkið, við møguleika fyri eisini at seta samskipara at taka sær av at samskipa virksemið í bygningunum. Í dag hvílir hendan uppgávan á ymiskum persónum og feløgum og er tað ikki ein optimal skipan.

-Mentanarnevndin mælir til at søkja eftir húsavørði og at arbeiða víðari við uppskotinum um samskipara.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

21/16: Nýggj vatnleiðing frá Runavík til Rituvíksháls

Í samband við at SEV skal leggja ein kaðal frá Runavík til Rituvíkar, er møguligt hjá kommununi at fáa lagt ein vatnleiðing í somu grøv. Kostnaðurin av hesum er umleið 1/3 av tí tað annars vildi kosta, um kommunan einsamøll skuldi gjørt hetta arbeiðið.

Um summarið, tá turkur er, kemur ofta fyri, at tað ikki er nóg mikið av vatni í Rituvík og hava tangabilar koyrt vatn yvir í tangarnar, tí møguligt er ikki at fáa fatur á størri vatnmongd í bygdini. Við hesi loysnini verður trupuleikin við manglandi vatni í Rituvík loystur.

Kostnaðurin av hesum arbeiðið er uml. 700.000 kr.

-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til at arbeiðið verður gjørt og partvís fíggjað av játtanini til vatnverkið og at manglandi fígging verður fingin til vega við eini eykajáttan.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

22/16: Broyting av teksti í ognarbrøvunum til kommunal grundstykki.

í samband við keyp av kommunalum grundstykki stendur í § 4, at sethús skal verða bygt á stykkið áðrenn eitt ár frá tí at ognarbrævið er tinglisið. Tekniska deild metir hesa tíðarfreist verða nakað stutta og mælir til at leingja freistina soleiðis, at byggingin skal verða byrjað innan 2 ár frá tí at ognarbrævið er tinglisið og at byggingin skal vera liðug og byggiváttan útskrivað í seinasta lagi 3 ár eftir at ognarbrævið er tinglisið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um broytingarnar í ognarbrævinum og leggur dent á, at umsitingin fylgir ásettu freistinum, soleiðis at grundstykkir, sum ikki eru ábygd, verða tikin aftur.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

23/16: Val av nýggjum varalimum til valstýrið á Skála.

Av tí at báðir varalimirnir í valstýrinum hava boða frá, at teir ikki kunnu røkja uppgávuna, verður mælt býráðnum til at velja 2 nýggjar varalimir í valstýrið á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 25/2-2016 samtykt velja Hallgerð Joensen og Mark Højgaard sum varalimir fyri valstýrið á Skála.