Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard
1.
J. nr. 15/00337: Eykajáttan til Barnaverndartænastuna.
Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan uppá 1.527.000 kr. til Barnaverndartænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2015 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eina eykajáttan uppá 1.527.000 til Barnaverndartænastuna.
2.
J. nr. 15/00644: Fíggjarviðurskifti fyri Samstarvið um Økistænastuna við Skálafjørðin.
Inntøkurnar til eldraøkið, røkka ikki til raskturin av Økistænastuni fyri Skálafjørðin, sum hevur eitt framskrivað hall uppá 3,8 mió. Av hesum er parturin hjá Runavíkar kommunu 2.463 tkr.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan í 2015 uppá 2.463 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini.