Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. oktober 2015 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.

1.
J. nr. 15/00702: Broyting av byggisamtyktini í Skálafirði.
Hansa M. Hansen heitir á kommununa um at víðka sethúsaøkið í Skálafirði, soleiðis, at sethúsaøkið við matr. nr. 10h og 10a verður víðka suður eftir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til ganga umsóknini á møti og at broyta byggisamtyktina soleiðis, at 200 m2 av C25-økinum í Skalafirði verður broytt til B23-øki.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 15/00688: Reglugerð fyri Nes Sóknar Musikkskúla.
-Mentanarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið frá musikkskúlanevndini til nýggja reglugerð fyri Nes Sóknar Musikkskúla.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 15/00694: Útreiðsluneutralar eykajáttanir í 2015.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja útreiðsluneutralar eykajáttanir á øki 3, 4, 5 og 6 á íalt 1.690 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

4.
J. nr. 15/00693: Fíggjarætlan fyri 2016 fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
Stýrið fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur gjørt uppskot til fíggjarætlan fyri 2016 sum javnvigar við 71.057.198 kr. Parturin hjá Runavíkar kommunu er 38.511 tkr.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri 2016, sum Økistænastan fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur sett upp.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

5.
J. nr. 15/00644: Fíggjarviðurskifti fyri Samstarvið um Økistænastuna við Skálafjørðin.
Inntøkurnar til eldraøkið, røkka ikki til raskturin av Økistænastuni fyri Skálafjørðin, sum hevur eitt framskrivað hall uppá 3,8 mió. Av hesum er parturin hjá Runavíkar kommunu 2.463 tkr.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan í 2015 uppá 2.463 tkr.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 15/00687: Fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2016.
Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016 fyri Runavíkar kommunu.
Á fundi 25/09-2014 ásetti býráðið fíggjarkarmin at verða:
Skattaintøkur 170,5 mió.
Fíggjarkostn. 16,0 mió.
Rakstur 133,0 mió.
Íløgur 21,5 mió.
-Eftir fyrstu viðgerð í nevndunum eru samlaðu uppskotini til rakstur 6,980 mió. kr. hægri enn samtykti fíggjarkarmurin og heitir fíggjarnevndin á nevndirnar um at finna sparingar til 2. viðgerð fyri at lækka rakstrarútreiðslurnar.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

7.
J. nr. 15/0015/0689
Magnus Rasmussen, borgarstjóri søkir um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri á nýggjárinum, nú hann hevur tikið sæti á Føroya løgtingi.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at ganga áheitanini frá Magnus Rasmussen á møti.

8.
J. nr. 15/00709
Val av borgarstjóra og varaborgarstjóra fyri tíðarskeiðið 1/1-2016 til 31/12-2016.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at velja Tórbjørn Jacobsen til borgarstjóra og Helga L. Petersen til varaborgarstjóra.

9.
J. nr. 15/00710
Val av føstum nevndum fyri tíðarskeiðið 1/1-2016 til 31/12-2016, nú býráðið verður skipað av nýggjum.
-Býráðið hevur á fundi 29/10-2015 samtykt at hesar limir í føstu nevndirnar:
Fíggjarnevndin
Fastir limur: Tórbjørn Jacobsen, Magnus Rasmussen og Bárður Kass Nielsen.
Varalimir: 1. Kári E. Jacobsen, 2. Hallur Ellingsgaard
Tekniska nevnd
Fastir limir: Helgi L. Petersen, Hallur Ellingsgaard og Karl Rasmussen.
Varalimir: 1. Jónleyg Hammer, 2. Jonhard Danielsen
Vinnu- og havnarnevndin
Fastir limir: Arnfinn Langgaard, Kára E. Jacobsen og Jonhard Danielsen.
Varalimir: 1. Karl Rasmussen, 2. Bárður Kass Nielsen
Sosiala nevnd
Fastir limir: Bárður Kass Nielsen, Jónleyg Hammer og Hallur Ellingsgaard.
Varalimir: 1. Terje B. Vestergaard, 2. Helgi L. Petersen
Mentanarnevndin
Fastir limir: Kára E. Jacobsen, Magnus Rasmussen og Terje B. Vestergaard.
Varalimir: 1. Bárður Kass Nielsen, 2. Arnfinn Langgaard
Byggi- og býarskipanarnevndin
Fastir limir: Terje B. Vestergaard, Jónleyg Hammer og Arnfinn Langgaard.
Varalimir: 1. Magnus Rasmussen; 2. Jonhard Danielsen

10.
J. nr. 15/00711
Val av nýggjum býráðsumboðum í aðrar nevndir í samband við umskipan av býráðnum fyri 2016.
Val av einum limi í Kongshavnar Havnastýri.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen.
Val av limum í Samstarvið fyri Økistænastuna við Skálafjørðin.
Samtykt at velja Tórbjørn Jacobsen, Bárður Kass Nielsen, Jónleyg Hammer og Magnus Rasmussen. Varalimir: 1. Hallur Ellingsgaard 2. Terje B. Vestergaard.
Val av einum limi í nevndina fyri Bygdasavnið Forna.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen.
Val av einum limi í nevndina fyri Felagið Høganes.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen.
Val av einum limi í Musikkskúlanevndina.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen.
Val av kommunalum umboðum í Funningsnevndina.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen og at velja Magnus Rasmussen sum varalim.
Val av kommunalum limum í skúlastýrið fyri Skála skúla og Runavíkar kommunuskúla.
Samtykt at velja Helga L. Petersen sum lim í skúlastýrið fyri Skála skúla í staðin fyri Tórbjørn Jacobsen og at velja Magnus Rasmussen sum varalim í skúlastýrið fyri Runavíkar kommunuskúla fyri Helga L. Petersen