Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.
1.
J. nr. 15/00569: Útbygging av bygninginum hjá Sp/f Steinamørk.
2xJ Bygging søkir vegna Sp/f Steinamørk um bggiloyvi til útbygging av bygninginum á matr. nr. 80e í Søldarfirði.
Í samband við umsóknina, hevur Sp/f Steinamørk og bæði grannin sunnan fyri og grannin norðan fyri gjørt semju um marknaumskipan av matriklunum og ber hetta við sær, at loyvi verður givið smb. ásetingunum í byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu. Umsóknin hevur eisini verið hjá Landsverk til viðgerðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/9-2015 mælt til at játtað byggiloyvi treytað av, at jarðarviðurskiftini eru komin uppá pláss.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
2.
J. nr. 14/00626: Ásetan av fíggarkarminum fyri 2016 fyri Runavíkar kommunu.
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2016 soleiðis:
Skattaintøkur 170,5 mió.
Fíggjarkostn. 16,0 mió.
Rakstur 133,0 mió.
Íløgur 21,5 mió.
-Býráðið hevur á fundi 24/09-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.