Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. mars 2015 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.

1.
J. nr. 15/00167: Árni Winther, Arkitektar søkja vegna SEV um byggiloyvi til koplingarstøð á matr. nr. 211b í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild: Tekniska deild mælir til at lata SEV part av matr. 211b í Saltangará, millum Heiðaveg og Fjarðarveg og at játta byggiloyvi til eina koblingarstøð á økið. Talan er um norðasta partin av grundstykkinum sum Magn hevur leigusáttmála uppá. Avtalað er millum SEV og Magn um, at SEV fær áleið 740 m2 burturav matr. 211b til endamálið. Grundað á útbyggingina hjá Bakkafrost, er neyðugt hjá SEV at fáa eina koblingasstøð virkna, áðrenn verkætlanina hjá Bakkafrost er liðug.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta byggiloyvi til koplingarstøð hjá SEV á norðasta partinum á matr. nr. 211b í Saltangará.
-Býráðið hevur á fundi 26/3-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
J. nr. 15/00157: Politiið sendir umsókn um alment loyvi til tiltøk í Skótahúsinum við Løkin í Runavík til kommununa til ummælis.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini frá Skótahúsinum at hava almenn tiltøk í húsinum.
-Býráðið hevur á fundi 26/3-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 15/00184: Keyp av lendi til útstykking í Runavík/Saltangará.
Ummæli frá Teknisku deild: Samb. Býarplaninum er ætlanin at binda Blikagøtu og Hjallaveg saman og er økið rundan um hendan vegatein lagt av til bústaðarøki. Stórur eftirspurningur er eftir grundstykki í økinum og mælir Tekn. deild til, at kommunan ognar sær uml. 34.000 m2 av lendi til nýggja útstykking.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at kommunan ognar sær lendi til útstykking millum Blikagøtu og Hjallaveg og at peningur verður avsettur til jarðarkeypið á komandi fíggjarætlan.
-Býráðið hevur á fundi 26/3-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 15/00163: Anna M. Niclasen søkir um loyvi at víðka grundøki til sethús síni matr. nr. 38 í Søldarfirði.
Ummæli frá Teknisku deild: Talan er um eini eldri hús við einum grundstykki, sum bert er 94 m2 mælir til at játta frábýti av einum uml. 1100 m2 stórum stykki til matr. nr. 38 og at býarplanurin fyri økið verður broyttur frá landbúnaðarøki til bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta frábýti og at býarplanurin fyri økið verður broyttur samsvarandi.
-Býráðið hevur á fundi 26/3-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.