Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
1.
J. nr. 12/00702: Yvirfriðingarnevndin hevur sent umsókn frá PB-consult, sum vegna IRF søkir um at skipa av avrigga tyrvinarplássið hjá IRF í Oyndarfirði. Søkt verður um at tyrva og rigga av í 4 stigum, soleiðis, at alt økið er avriggað og sátt í mai 2018.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum og staðfestir samstundis, at Oyndarfjarðarnevndin eisini hevur tikið undir við hesum.
-Býráðið hevur á fundi 26/2-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
2.
J. nr. 14/00365: Áseting av adressum á vegunum til fjósini Inni millum Fjarða.
Tekniska deild hevur samskift við Eysturkommunu og festararnar um veganøvnini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild og áseta veganavnið til fjósið hjá Borðoy til Krókhylsvegur og veganavnið til fjósið hjá Pattinson til Grønavegur.
-Býráðið hevur á fundi 26/2-2015 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
3.
J. nr. 14/00849 – 15/00066: 2. viðgerð av eykajáttan til áskoðaraskýli við Løkin.
-Býráðið hevur á fundi 29/01-2015 við 1. viðgerð samtykt eina eykajáttan kr. 950.000 til bygging av áskoðaraskýli.
-Býráðið hevur á fundi 26/2-2015 við 2. viðgerð samtyktt eina eykajáttan kr. 950.000 til bygging av áskoðaraskýli.