Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
1.
J. nr. 14/00715: Afturtøka av grundstykkjum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kommunan tekur aftur seld grundstykkir, sum ikki eru ábygd.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
2.
J. nr. 14/00809: Umsókn um matstovu- og skeinkiloyvi.
Politiið í Føroyum hevur sent til ummælis umsókn um matstovu-, skeinki- og alment loyvi til matstovuna á Hotel Runavík.
-Fíggjarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.
3.
J. nr. 14/00733: 2 viðgerð av útreiðsluneutralari eykajáttanir í 2014.
Fíggjarnevndin mælir til, at játtanir verða fluttar millum rakstrarstøð á øki 1, 2 og 4, smb. yvirliti frá fíggjarleiðaranum. Játtanirnar eru útreiðsluneutralar innan fyri hvørt øki sær.
-Býráðið hevur á fundi 30/10-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014, við aðru viðgerð, samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.
4.
J. nr. 14/00803: Nettoskuldin hjá kommununi í samband við yvirtøku av eldraøkinum.
Býráðið samtykti á fundi 30/10-2014, at Skálafjarsamstarvið keypir ognarpartin hjá hinum kommununum í Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, umframt at ognarparturin í sambýlunum verður javnstillaður.
Samráðingar hava verið við fíggjarmálaráðið um, at nettoskuldin kann fara upp um eina álíkning í nøkur ár í samband við yvirtøku av eldraøkinum.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilsøgnini frá Fíggjarmálaráðnum um at hækka útrokningina fyri nettoskuldina í sambandi fígging av íløgum í samband við yvirtøku av eldraøkinum, sum verður niðurskrivað yvir 8 ár.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
5.
J. nr. 14/00804: Lán til íløgur í samband við yvirtøku av eldraøkinum.
Fíggjarnevndin mælir til, at upptaka lán stórt 30 mió. kr. til íløgupartin hjá Runavíkar kommunu Røktarheim og sambýli í samband við útlegging av eldraøkinum.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
6.
J. nr. 14/00781: Eykajáttan til RS 250 Barnaverndartænastan.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan á 199 tkr til Barnaverndartænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
7.
J. nr. 14/00782: Eykajáttan til RS 290 Sosial gjøld.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan á 192 tkr til Sosial gjøld (frípláss og systkinaavsláttur)
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
8.
J. nr. 14/00783: Eykajáttan til RS 380 Felags barnaansing.
-Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan á 392 tkr til Felags Barnaansing (eyka tilboð og serligur tørvur).
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
9.
J. nr. 14/00794: Eykajáttan til øki 5 – Mentanarøkið.
Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan á 500t kr. til RS 570 Ítróttarøkið og RS 530 Stevnur og tiltøk.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
10.
14/00626: 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 fyri Runavíkar kommunu.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2015, sum javnvigar við 131,5 mió. kr., við einum óbroyttum skattaprosentið uppá 22% og barnafrádrátti uppá 5.000 kr.:
Skattaintøkur 131,5 mió.
Fíggjarkostn. 16,62 mió.
Rakstur 91,38 mió.
Íløgur 23,5 mió.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
11.
J. nr. 14/00810: Ásetan av fundardøgum fyri býráðið.
Fíggjarnevndin mælir til at áseta hesar fundardagar fyri 2015: 29/1, 26/2, 26/3, 30/4, 28/5, 25/6, 1/9, 24/9, 29/10 og 26/11.
-Býráðið hevur á fundi 27/11-2014 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.