Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard
1.
J. nr. 14/00583: Mannagongd í sambandi við stuðulsgarð móti vegi og almennum øki.
Mál har borgarar hava søkt um stuðul til garð, sum verður bygdur móti almennum vegi.
Grundgevingin fyri at veita stuðul hevur verið, at garður móti vegi er dýrari, tí hann skal tola meira trýst enn ein vanligur garður.
Tekniska deild ynskir at hesar treytir verða formaliseraðar, soleiðis at somu treytir verða galdandi fyri allar borgarar, um so er at kommunan framhaldandi ynskir at veita stuðul til garð móti vegi.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17/9-2014 mælt til, at stuðul framyvir ikki verður latin til garð.
-Býráðið hevur á fundi 25/09-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
2.
14/00430: Fyrispurningur hvørt tað er møguligt at velja millum forskúlatilboð og barnaansing.
Dagstovnaleiðari hevur sett fram fyrispurning hvørt tað skal verða møguligt at velja millum forskúlatilboð og barnaansing.
-Meirilutin í Sosialu nevnd mælir til, at børn í forskúlaaldri bert fáa tilboð um forskúla og frítíðaransing, tí kommunan er ov lítil til at kunna veita fleiri tilboð til sama árgang.
Minnilutin í Sosialu nevnd mælir til, at foreldur kunnu velja millum forskúla og barnagarð.
-Mentanarnevdin tekur undir við tilmælinum frá meirilutanum í Sosialu nevnd.
-Býráðið hevur á fundi 25/09-2014 samtykt, við 9 atkvøðum fyri og einari ímóti, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og meirilutanum í Sosialu nevnd.
3.
J. nr. 14/00626: Ásetan av fíggarkarmurin fyri 2015 fyri Runavíkar kommunu.
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2015 soleiðis:
Skattaintøkur 128,0 mió.
Fíggjarkostn. 16,5 mió.
Rakstur 90,0 mió.
Íløgur 21,5 mió.
-Býráðið hevur á fundi 25/09-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.