Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. november 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimir: Reidar F. Joensen

Avboð: Jonhard Danielsen

 

98-99/23: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2024 fyri Runavíkar kommunu

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2024, sum javnvigar við 285 mill. kr. og við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 9.000 kr.

-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

100/23: 2. viðgerð av eykajáttanum

Til fígging av framdum og ætlaðum arbeiði í 2023 er tørvur á eykajáttanum til hesar verandi verkætlanir:

Svimjihøllin                8,4 mió. kr.

Søldarfjarðar havn      5,1 mió. kr.

Og hesar nýggju verkætlanir:

Vegur yvir á Glyvradal 1,0 mió. kr.

Útgerð til Løkshøll      1,5 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita 8,4 mió. í eykajáttan til Svimjihøllina og 5,1 til Søldarfjarðar Havn (verandi verkætlanir) og 1,0 mió. kr. til Vegin yvir á Glyvradal og 1,5 mió. kr. til Útgerð til Løkshøll (nýggjar verkætlanir).

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

101/23:  2. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum í 2023

Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá tilsamans 7,5 mió. kr. til hesar verkætlanir.

(3,4 mió. kr. til umbyggingar av bygningum, 2,0 mió. til graslíki á Skála og

2,1 mió. kr. til Fjøruvegin)

Sum verða fíggjaðar við mettum avlopi av øðrum verkætlanum.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

102/23: 2. viðgerð av eykajáttan av útgerð til Løkshøll

Løkshøll hevur tørv á dagføringum og m.a. er flyglið í ringum standi.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita 1,5 mió. kr. í eykajáttan til keyp av nýggjum flygli og at nýggir stólar verða keyptir til konsertsalin.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

103/23: Jarðhitaboring til ítróttarøkið við Løkin

Søkt verðu um boriloyvi til jarðhitaskipan til ítróttarøkið í Runavík, sum umfatar svimjihøllina Bylgjuna og ítróttarhúsið.

Jarðhitaskipanin umfatar 36 borihol, ið eru staðsett rundan um fótbóltsvøllin, skýlið og Bylgjuna.

Eyka krøv eru sett til reinsing av borivatni í samband við boringina við tí ætlan, at forða fyri, at grátt borivatn verður leitt út í nærumhvørvið.

Umhvørvisstovan hevur viðmælt umsóknini um boriloyvi.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini um boriloyvi.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

104/23: Broyting av ásetingunum fyri D31 øki á Rituvíkshálsi

Eftir stóran eftirspurning eftir vinnuøkjum valdi kommunan at útstykkja fýra smærri vinnugrundstykkir á D31-vinnuøkinum á Rituvíkshálsi.

Stykkini, sum eru ímillum 500-900 m2 standa á sølulista.

Í ásetingini fyri bygging á D31 økinum er nýtingarstigið í mesta lagi 40%

Tekniska deild mælir til at broyta ásetingina soleiðis, at nýtingarstigið fyri stykki minni enn 1.000 m2 kann verða í mesta lagi 60% og stykki millum 1.000 og 1.500 m2 verða sett javnt minkandi frá 60 til 40%.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

105/23: Broyting av býarplani fyri Rókahavnina til M1-miðbýarøki

Býráðið samtykti 24/2-2022 broyting av býarplaninum fyri Rókahavnina frá D1-havnaøki til miðbýarøki, tá komu mótmæli frá vinnufyritøkum, sum virka í økinum og málið steðgaði upp.

Arbeitt hevur verið víðari við at samskipa nýggja Fjøruvegin við Miðbýarætlanina.

Tekniska deild metir, at Rókahavnin átti at verði broytt frá D1-havnaøki til M1-miðbýarøki

Hetta merkir ikki, at vinnufyritøkur í økinum skulu niðurleggjast, men at hetta økið einaferð í framtíðini verður nýtt til miðbýarbygging sambært ætlanum í uppskotinum um bygging framvið Fjøruvegnum.

Tekniska deild mælir til at býarplanurin verður broyttur soleiðis, at Rókahavnin verður broytt frá D1-havnaøki, til M1-miðbýarøki.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

106/23: Ískoytisøki til útstykkingina í Leitinum

Í samband við ætlanina at byggja íbúðir í Leitinum er staðfest, at beniðomanfyri er so høgt og bratt, at neyðugt er at tryggja lendið betri.

Tekniska deild mælir til, at kommunan keypir uml. 2.000 m2 burturav matr. nr. 275a at leggja saman við matr. nr. 275i Glyvrar soleiðis, at frástøðan frá beninum til markið millum matr. nr. 275a og 275i verður minst 6,0 m.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

107/23: Bátafelagið á Bakka søkir um byggiloyvi til útbygging á matr. nr. 274q á Glyvrum

Nýrúm søkir vegna Bátafelagið á Bakka um byggiloyvi til útbygging av verandi bygningi soleiðis, at uml. 30 m2 verður bygt niðan úr eldra partinum av bygninginum.

Talan er um vesi til rørslutarnað, vaskirúm og hjallur.

Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi og at avgreiða matrikulviðurskiftini tá bygningurin er liðugur.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

108/23: Umsókn um byggiloyvi til útbygging av sethúsi, bilhús/bilskýli

Søkt verður um byggiloyvi at byggja bilhús út á mark til veg, paralelt við vegin.

Vanliga verður kravt 2,5m frá marki tá bilhús verður bygt paralelt við vegin og 5m har tað ber til, tá bygt verður vinkulrætt á vegin.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, tá talan er um størri frávik og í samband við ferðsltrygdarætlanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

109/23: Umsókn um byggiloyvi til sethús undir Svartakletti

Søkt verður um byggiloyvi við fráviki at byggja bilhús, sum er paralelt við vegin, 1,5m frá marki til gongubreyt.

Í galdandi byggisamtykt fyri økið, verður loyvi givið til at byggja bilhús 2,5m frá vegi, tá bygd verður paralelt við vegin.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini um frávik á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

110/23: Uppskot til neystabygging á Skála

Umsitingin hevur heitt á Ósbjørn Jacobsen um at gera eitt hugskotsupplegg í samband við bátahylin á Skála.

Tekniska deild mælir til at umsitingin fær heimild at arbeiða víðari við uppskotinum og at gera klárt at broyta býarplanin fyri økið, sum síðan kann gerast klárt til møguligar aktørar at skipa virksemið í økinum.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

111/23: Nýggjar ABF reglur (ABF18)

Ein arbeiðsbólkur umboðandi Byggiharrasamtakið, Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið, hevur arbeitt við at samskipa avtalusett, ið skal skipa bygging í Føroyum.

Hóast full semja ikki er um allar lutir í avtalusettinum, mælir nevndin í Byggisarrasamtakinum til, at limirnir byrja at brúka avtalusettið í framtíðar verkætlanum.

Avtalusettið fer at fevna um ABF, ABRF, ABTF, ABF forenklet, ABRF forenklet, við tilhoyrandi skjølum

Tekniska deild mælir til, at heimila verður Teknisku deild at brúka nýggju ABF18 reglurnar, sambært áheitanini frá Byggiharrasamtaki Føroya.

-Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, sum verður lagt fyri býráðið til støðutakan.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við uppskotinum frá arbeiðsbólkinum í Byggiharrasamtakinum um íverksetan av nýggjum ABF reglum (ABF18)

 

112/23: Uppskot til viðtøkubroytingar fyri Kommunufelag Føroya

Ein arbeiðsbólkur undir Kommunufelagnum hevur í eina tíð arbeitt við viðtøkubroytingum fyri felagið, sum verður lagt fyri kommunurnar.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til broytingar í viðtøkunum fyri Kommunufelag Føroya.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

113/23: Skálafjarðar Sløkkilið – Fíggjar- og íløguætlan fyri 2024

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjar- og íløguætlan fyri Skálafjarðar Sløkkilið fyri fíggjarárið 2024.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

114/23: Áseting av fundardøgum fyri býráðið fyri 2024

-Fíggjarnevndin mælir til at áseta hesar fundardagar fyri 2024:

25/1, 29/2, 4/4, 2/5, 30/5, 27/6, 29/8, 26/9, 31/10 og 28/11 - 2024

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.