Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
81-82/23: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2024 fyri Runavíkar kommunu
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2024, sum javnvigar við 285 mill. kr. og við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 9.000 kr.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
83/23: Broyting av býarplaninum í samband við frítíðarholur í Funningi
Sókn Advokatar mótmæla vegna eigararnar av matr. nr. 12, 14, 52, 58 og 61 ætlaðu býarplansbroytingina í Funningi.
Mótmæli er viðkomandi í mun til, at partur av vetrarbitinum hjá omanfyri liggjandi haga verður tikið til bygging.
Til uppskotið um at flyta økið norðan fyri litra b, sum er ódyrkað lendi, metir eigarin økið at vera ov slætt til frítíðarholur.
Tekniska deild mælir til at halda fast við ætlaðu broytingina, sum varð samtykt á býráðsfundi 22/6-2023.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
84/23: Umsókn um uppíbygging av ”Kahyttini” á Skála
Bátafelagið á Skála søkir um byggiloyvi til útbygging av felagshúsinum við bátahylin á Skála.
Húsið, sum stendur á leigugrundstykki, er 10x6m til støddar og var liðugt bygt í 2019. Eldrafelagið Kumlá húsast eisini í bygninginum.
Søkt verður um at leingja salin 5m umframt eina goymslu uml. 4m2.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
85/23: Umsókn um byggiloyvi til goymslubygning í Funningsfirði.
Býráðið samtykti á fundi 28/9-2023 at játta Bakkafrost byggiloyvi til nýggjan 12x22m stóran goymslubygning á havnarlagnum í Funningsfirði og leigu av grundøki undir bygninginum. Seinni vísti tað seg, at málslýsingin var skeiv, tí mest loyvda hædd av bygging á D35-havnaøkinum í Funningsfirði er 6,5m og ikki 8,5m.
Bakkafrost hevur latið inn broytta tekning av bygninginum, har goymslubygningurin er 6,4m høgur og staðsetingin av bygninginum er trekt eitt sindur oman ímóti sjóvnum.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og geva byggiloyvi sambært tekningum broyttar 9/10-2023.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
86/23: Umsókn um samanlegging av matriklum í Funningi.
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um samanlegging av matr. nr. 41 og 144 í Funningi. Talan er um tvær neystagrundir, sum eru ávikavist 23 m2 og 28m2 til støddar og liggja í D42-neystaøki.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
87/23: Umsókn um umskipan av uttangarðs jørð á Skála
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um umskipan av matr. nr. 94a, 196, 147a og 197, sum liggja í innara Miðhaga á Skála.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
88/23: Broyting av býarplaninum í Funning
Í samband við uppsetan av standmynd til varðveitan av søgnini um Grím Kamban, hevur kommunan keypt 300 m2 av lendi burtur av matr. nr. 162 í Funningi.
Matr. nr. 162 er E1 landbúnaðarøki og tað ber ikki til at býta minni enn 5.000 m2 burtur av landbúnaðarøki.
Tekniska deild mælir til, at býarplanurin fyri Funning verður broyttur soleiðis, at 300 m2 av matr. nr. 162 í Funningi verður broytt frá E1 øki til F øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
89/23: Broyting av býarplaninum við Glyvra skúla
Í 2016 varð ein partur av C9 økinum sunnan fyri Glyvra skúla broytt til A1-miðstaðarøki tí ein handilsfyritøka skuldi byggja á økinum. Hetta bleiv ikki veruleiki, men økið varð seinni gjørt til parkeringsøki í samband við skúlan.
Tekniska deild mælir til, at matr. nr. 134 og partur av matr. 101a, sunnan fyri Glyvra skúla verður broytt frá A1-miðstaðarøki til C9 øki, sum er til almenn endamál.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
90/23: Staðseting av sølutorgi í miðstaðarøkinum.
Ynski hevur leingi verið á einum staði, har privat og smávinna kann selja fiskavørur o.a. beinleiðis til borgarar.
Tekniska deild hevur hugt eftir nøkrum møguleikum at staðseta eitt tílíkt torg framvið havnalagnum í Saltangará og Glyvrum.
Eitt stað kundi veri uttast á ytra armi við bátahylin suður eystur frá flakavirkinum. Har er góð atkoma við bili og báti. Streymur, vatn og frárensl er tætt við.
Tekniska deild mælir til hesa staðseting.
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við, at Tekniska deild finnur hóskandi øki til sølutorg við havnalagið í Saltangará.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
91/23: 30 km sona í Runavík-Saltangará-Glyvrar
Uppskot er um at gera 30 km sonu fyri býlingsøki, meðan størru atkomuvegirnir framvegis eru 50km/t.
Endamálið við uppskotinum er at gera øki við 30km/t í staðin fyri verandi loysn, sum er at skelta vegastrekkir til 30km/t.
Fyrimunur við sonum er, at tað ber til at skelta heilar býlingar og fleiri vegir í einum.
Atkomuvegir sum Gerðisvegur (frá Heiðavegi til Leitisbrekku) Leitisbrekka, Breiðabrekka, Tjarnarvegur og Blikagøta verða framhaldandi 50km/t, við teirri grundgeving, at tað liggja fá hús út til hesar vegir og at hesir vegir hava gongubreyt.
Tekniska deild mælir til at gera 30km/t sonur fyri býlingsøkini, sum víst í uppskotinum.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
92/23:Víðkan av frítíðarkortinum Spjaldur
Skipanin við Spjaldur er galdandi fyri børn og ung í aldrinum 6-18 ár.
Ynski hevur verið frá foreldrum um, at yngri børn eisini verða umfatað av skipanini.
-Ítróttarnevndin mælir til, at Spjaldur-skipanin verður broytt til at umfata øll børn og ung í aldrinum 0-18 ár
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá ítróttarnevndini.
93/23: Vegurin yvir á Glyvradal
Vegurin yvir á Glyvradal er í støðum í sera ringum standi. Vegurin niðan á Hústoft og úr grótbrotinum niðan á slætt er landsvegur, og er í sera ringum standi. Haðan og út til smoltstøðina eigur Runavíkar kommuna vegin, sum í støðum er so illa farin, at okkurt má gerast í skundi.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita 1. mió. kr. í eykajáttan til ábøtur á vegin.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
94/23: Útgerð til Løkshøll
Løkshøll hevur tørv á dagføringum og m.a. er flyglið í ringum standi.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita 1,5 mió. kr. í eykajáttan til keyp av nýggjum flygli og at nýggir stólar verða keyptir til konsertsalin.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
95/23: Eykajáttanir
Til fígging av framdum og ætlaðum arbeiði í 2023 er tørvur á eykajáttanum til hesar verandi verkætlanir:
Svimjihøllin 8,4 mió. kr.
Søldarfjarðar havn 5,1 mió. kr.
Og hesar nýggju verkætlanir:
Vegur yvir á Glyvradal 1,0 mió. kr.
Útgerð til Løkshøll 1,5 mió. kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita 8,4 mió. í eykajáttan til Svimjihøllina og 5,1 til Søldarfjarðar Havn (verandi verkætlanir) og 1,0 mió. kr. til Vegin yvir á Glyvradal og 1,5 mió. kr. til Útgerð til Løkshøll (nýggjar verkætlanir).
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
96/23: 1. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum í 2023
Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá tilsamans 7,5 mió. kr. til hesar verkætlanir.
(3,4 mió. kr. til umbyggingar av bygningum, 2,0 mió. til graslíki á Skála og
2,1 mió. kr. til Fjøruvegin)
Sum verða fíggjaðar við mettum avlopi av øðrum verkætlanum.
-Býráðið hevur á fundi 2/11-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.