Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. september 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

70/23: Umsókn um grundstykki í Rituvík

Søkt verður um at keypa eitt uml. 850 m2 stórt grundstykki til sethús í Rituvík, burtur av matr. nr. 248 Tofta bygd.

Økið, sum søkt verður um, er í býarplaninum fyri Rituvík útlagt sum E1-landbúnaður innangarðs.

Tá selt verður av landsjørð, er tað vanligt at kommunan keypir økið og selur tað víðari.

Í kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 er alment útboð av kommunalari fastogn er ásett í §1, at fastogn hjá kommunum skal verða boðin út alment, áðrenn ognin verður seld.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

71/23: Útbygging av landstøð í Funningsfirði.

Bakkafrost søkir um loyvi at víðka landstøðina í Funningsfirði 4,5m suður eftir og at leiguøkið verður víðka samsvarandi.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini um byggiloyvi og víðkan av leiguøkinum á møti.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

72/23: Umsókn um byggiloyvi til goymslubygning í Funningsfirði.

Bakkafrost søkir um byggiloyvi til nýggjan 12x22m stóran goymslubygning á havnarlagnum í Funningsfirði og leigu av grundøki undir bygninginum.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini um byggiloyvi til goymsluhøll og  leiguøki á møti.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

73/23: Val av bólki til fyrireiking av nýggjum dagstovni

Í fíggjarætlanini fyri 2023 er játtan avsett til fyrireiking av nýggjum dagstovni og er ávíst kanningararbeiði gjørt.

-Fíggjarnevndin mælir til at velja ein 6-manna bólk at gera eina heildarmeting av tørvinum á dagstovnaøkinum og fyrireiking av nýggjum dagstovni í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini at velja hesi í bólkin:

Sigrid J. Dalsgaard, Marita S. Hentze, Sæunn Ó. Hansen, Káru Løkin, Tóra Højgaard og Tórbjørn Jacobsen.

 

74/23: Nýtt amboðsgólv í Bylgjuni – 2. viðgerð av eykajáttan

Amboðsgólvið í Bylgjuni er slitið og má skiftast. Í løtuni ber ikki til at hava landsliðsvenjing ella kappingar hjá eldru liðunum á gólvinum.

Kostnaðurin av at skifta gólvið liggur um 450t kr.

-Ítróttarnevndin samtykti at heita á fíggjarnevndina um av veita eykajáttan til nýtt amboðsgólv í Bylgjuni.

-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja eykajáttan kr. 450t kr til nýtt gólv.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.

 

75/23: Rituvík 150 ár – 2. viðgerð av eykajáttan

Í samband við at Rituvík verður 150 ár í ár, verður skipað fyri tiltøkum fyri at markera niðursetubygdina, sum verður 150 ár jólaaftan í ár.

Ymisk tiltøk verða á skránni leypandi umframt bókaútgáva.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan 750t kr. til tiltøkini.

-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

76/23: Broyting av byggisamtyktini á Skipanesi.

Í samband við frábýti av grundstykki til spælipláss á Skipanesi, sum Runavíkar kommuna og Eysturkommuna ætla at gera í felag, er neyðugt at broyta byggisamtyktina frá E1-landbúnaðarøki til F-alment øki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta uml. 700 m2 av litra “g” á Skipanesi frá E1-øki til F-alment øki.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-23 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

77/23: Søla av øki burturav matr. nr. 275b Glyvra bygd.

Í samband við byggiverkætlanina í Leitinum, søkir St. Jørgen ejendomme Aps um loyvi at keypa uml. 670 m2 burtur av matr. nr. 275b til samanlegging við matr. nr. 275h, sum fyritøkan hevur keypt til byggiverkætlanina.

Kommunan eigur økið, sum liggur í B1 bústaðarøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

78/23: Uppskot til nýggjan dagstovn í Leitinum í Saltangará.

Sum partur av fyrireikingum til ætlaðu íbúðarbyggingina í Leitinum, er møguleiki at staðseta verkseta ein nýggjan dagstovn sum part av verkætlanini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at fyrireika nýggjan dagstovn í samband við 1. byggistig av íbúðarverkætlanini í Leitinum.

-Býráðið hevur á fundi 28/9-23 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.