Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Varalimir: Jastrid Weihe og Reidar F. Joensen
Avboð: Terje B. Vestergaard og Jonhard Danielsen
51/23: Runavíkar kommuna - fíggjarkarmur fyri 2024
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2024 til 266 mió. kr.
Inntøkur:
Persóns-, partafelags- og DIS/FAS skattir 221 mió. kr.
Eftirlønarskattur 45 mió. kr.
Útreiðslur:
Rakstur 203,0 mió. kr.
Íløgur 45,7 mió. kr.
Rentur (rentuútr. 6,0 og rentustuðul 3,0) 9,0 mió. kr.
Avlop 8,3 mió. kr.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
52/23: Umsókn um grundstykki til neyst í Oyndarfirði.
Søkt verður um at keypa lendi til eitt neyst á D40 øki í Oyndarfirði.
Tekniska deild vísir á, at smb. byggisamtykt fyri D40 øki kann bygging bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið.
Neyv greining av hvussu økið D40, Oyndarfjørður skal skipast í útstykkingarætlan, er enn ikki gjørd. Útstykkingarætlan fevnir um uppskot um matrikulering, atkomu, vatnveiting v.m.
Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á umsitingina um at gera uppskot til útstykkingarætlan fyri D40 økið í Oyndarfirði.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
53/23: Umsókn um keyp av neystagrund í Rituvík.
Tekniska deild vísir á, at smb. byggisamtykt fyri D33 øki kann bygging bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið. Økið er frammanundan matrikulerað og tað eru 15 neyst í økinum. Dekkivatnsleiðing liggur í økinum og vegatkoma er til øll neystini, men spillivatnsskipan er ikki í økinum.
Tekniska deild vísir á, at smb. byggisamtykt fyri D33 øki kann bygging bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið og mælir nevndini til, at taka støðu til, um tað skulu verða fleiri neystagrundir í økinum.
Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og heitir á umsitingina um at gera uppskot til útstykkingarætlan fyri D33 økið í Rituvík.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
54/23: Umsókn um byggiloyvi til høll í Søldarfirði
Sp/f S.T.J. søkir um leigulendi og principielt byggiloyvi til nýggjan virkisbygning við Trøllaklett í Søldarfirði burtur av matr. nr. 82a.
Bygningurin skal hýsa bygningsmálaravirksemi.
Tekniska deild mælir til at geva tilsøgn til leiguøki áleið 800m2 til bygning og uttan um øki og at Tekniska deild fær heimild at útskriva byggiloyvi tá nøktandi tilfar í samband við byggimálsviðgerð er móttikið.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini, men at byggiloyvið verður lagt fyri nevndirnar til viðgerðar, tá endaligar tekningar fyriliggja.
55/23: Umsóknum um leigulendi í Søldarfirði.
EFFO søkir um leigulendi til nýggjan virkisbygning við Trøllaklett í Søldarfirði burtur av matr. nr. 82a.
Økið talan er um er uml. 1.000 m2 til støddar.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
56/23: Umsókn um byggiloyvi til goymslubygning í Søldarfirði
EFFO søkir um byggiloyvi til eina uml. 25x40m stóra høll í Søldarfirði.
Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi til goymslubygning á matr. nr. 82b, millum matr. nr. 116d og 116e í Søldarfirði.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og byggi- og býarskipanarnevndini.
56/23: Skipan av havnarøkinum frá Høgabóli inn á Glyvrar.
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til skipan av havnarøkinum frá Høgabóli og inn á Bakka.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
58/23: Víðkan av bátaplássum á Glyvrum.
Tørvurin á bátaplássum á Støð á Glyvrum er stórur og hevur Tekniska deild hugt eftir nøkrum møguleikum fyri at fáa fleiri bátapláss.
Við at seta 5 armar á brúnna á eystaru síðu í bátahylinum, kunnu allir bátarnir sum vanliga liggja á vestaru síðu, fáa hesi nýggju plássini og stóru bátarnir, sum vanliga liggja framvið eystaru megin, flyta á vestaru síðu.
-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við, at gera 5 armar og skjýtir upp, at peningur verður játtaður av játtanini til bátabrúgvar í Runavík.
-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 250tkr av rakstrarjáttan RS781/78105 og 781/78101 til arbeiðið
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
59/23: Umsókn um byggiloyvi til anneks á Skála.
Søkt verður um byggiloyvi til eitt uml. 40 m2 stórt anneks á matr. nr. 260 á Skála. Talan er um eitt hús í einari hædd, sum er staðsett 2,5m frá grannamarki og 5,5m frá fjósinum, sum stendur millum sethúsini og anneksið.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
60/23: Umsókn um byggiloyvi til bilhús í Rituvík.
Søkt verður um byggiloyvi til eitt uml. 75 m2 stórt bilhús á matr. nr. 187 í Rituvík.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti vísandi til, at lendið, sum bygt verður ímóti, er E2 øki og bygt verður eftir lendinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
61/23: Umsókn um marknaumskipan á Skipanesi.
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi marknaumskipan til ummælis, har søkt verður um umskipan millum matr. nr. 1a og 1c á Skipanesi soleiðis, at uml. 330 m2 verða løgd afturat matr. nr. 1c. Bæði stykkini liggja í E1-landbúnaðarøki.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
62/23: Umsókn um sundurbýti á Skála.
Søkt verður um at frábýta 2 stykkir av matr. nr. 156 á Skála.
Matr. nr. 156 er uppdeild í 7 økir, har víddin tilsamans er 7.758 m2. Einki av hesum er í byggiøki.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
63/23: Viðvíkjandi jarðhitaholum í Æðuvík
Fyri at tryggja vatnveitingina í Æðuvík verður fyribils mælt frá at játta boriloyvi til jarðhita í Æðuvík í eitt ár.
Dømi er um, at í Skálafirði er vatnveitingin frá Svínágjógv ávirkað av jarðhitaholunum í bygdini. Regnvatnið hvørvur niður í gjónna í staðin fyri at renna omaná.
Um vatnkeldurnar við Æðuvík minka orsaka av jarðhitaholum, hevði tað, umframt at verið sera óheppið, so hevði tað eisini ført til fleiri útreiðslur, tí drekkivatn so skal veitast til bygdina. Bert eitt jarðhitahol er givið og er hetta í norðasta parti av bygdini.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir frá at loyva jarðhitaholum í Æðuvík fram til 1. apríl 2024 og at Tekniska deild kemur við nýggjum tilmæli tá.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
64/23: Taðing á mýrulendi í Funningsfirði
Tjóðsavnið hevur staðfest mýrulendi við Funningsfjørð og sigur m.a.:
at sera nógvir vatn- og vaðfuglar nýta blotan millum landsvegin og Funningsfjarðavegin sum føði- og hvílistað, har ímillum sløg sum eru sjáldsom í føroyskum høpi.
Tekniska deild mælir til støðutakan um arbeiðast skal ímóti at banna taðing í økinum har tað er relevant fyri mýrulendið. Tikið verður hædd fyri býraplani og øðrum, sum verður mett neyðugt at taka hædd fyri.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
65/23: Byggiloyvi til Ítróttarhús við Løkin
Í samband við flyting/broytig av “Setrinum”, sum stóð norðanfyri Bylgjuna, er avgjørt at seta bygningin sunnan fyri fótbóltsvøllin í Runavík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna ætlanina og játta byggiloyvi til Ítróttarhús sunnan fyri fótbóltsvøllin.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
66/23: Nýtt amboðsgólv í Bylgjuni
Amboðsgólvið í Bylgjuni er slitið og má skiftast. Í løtuni ber ikki til at hava landsliðsvenjing ella kappingar hjá eldru liðunum á gólvinum.
Kostnaðurin av at skifta gólvið liggur um 450t kr.
-Ítróttarnevndin samtykti at heita á fíggjarnevndina um av veita eykajáttan til nýtt amboðsgólv í Bylgjuni.
-Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja eykajáttan kr. 450t kr til nýtt gólv.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.
67/23: Bygdasavnið Forni á Glyvrum
Kommunan hevur í eina tíð samráðst við nevndina fyri bygdasavnið Forna á Glyvrum um yvirtøku av sjálvsognarstovninum Forna.
Samráðingarnir eru nú komnir á mál um yvirtøku og sáttmáli millum partarnar undirskrivaður 16/8-2023.
-Mentanarnevndin varð kunnað um málið.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at góðkenna avtaluna millum Fornminnisfelagið Forna og Runavíkar kommunu um yvirtøku av felagnum og ognum tess.
68/23: Rituvík 150 ár - Hátíðarhald
Í samband við at Rituvík verður 150 ár í ár, verður skipað fyri tiltøkum fyri at markera niðursetubygdina, sum verður 150 ár jólaaftan í ár.
Ymisk tiltøk verða á skránni leypandi umframt bókaútgáva.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan 750t kr. til tiltøkini.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.