Býráðsfundur
Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
Varalimir: Reidar F. Joensen
Avboð: Jonhard Danielsen og Terje B. Vestergaard
41/23: Serstøk byggisamtykt fyri bátahylin í Skálafirði.
Uppskotið til serstaka byggisamtyktin fyri frítíðardepli í Skálafirði hevur ligið frammi til almenna hoyring og komu 2 mótmæli áðrenn hoyringsfreistin var úti.
Mótmælini snúgva seg um, at tað einasta vinnu-/ídnaðarøki í Skálafirði verður broytt til frítíðarøki og fólk úr bygdini ikki fáa grundstykki til neyst.
Í samband við umsókn til neyst, sum tríggir umsøkjarar ikki hava fingið játtað er grundgevingin tann, at hesi øki eru innanfyri byggilinjuna til landsvegin.
Svarið til mótmælini er, at hetta málið bert snýr seg um skipan av økinum í eina byggisamtykt. Kommunan hevur ikki selt ella gjørt leigusáttmála við nakran um økið.
Um vinnuøkið verður tikið burturúr serstøku byggisamtyktini, skal byggisamtyktin leggjast út til almenna hoyring av nýggjum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilælinum frá Teknisku deild um, at vinnuøkið verður tikið burturúr serstøku byggisamtyktini og at leggja byggisamtyktina til almenna hoyring av nýggjum.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og Byggi- og býarskipanarnevndina.
42/23: Broyting av býarplaninum fyri Funning.
Kommunan hevur móttikið mótmæli ímóti ætlaðu broytingini av býarplaninum í Funningi og hevur umsøkjarin nú broytt umsóknina til at umfata uml. 4.900 m2 av matr. nr. 109 og 123a, sum søkt verður um at broyta frá E1 til H3-øki
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um, at ætlaða broytingin av býarplaninum fyri Funning, sum varð samtykt 3/11-2022, verður avlýst og at býarplanurin fyri Funning verður broyttur sambært broyttu verkætlanini soleiðis, at uml. 4.900 m2 av E1-landbúnaðarøki verður broytt til H3-øki til frítíðarhús.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
43/23: Broyting av byggisamtykt fyri nýtt H3-øki til frítíðarholur í Funningi.
Í samband við uppskotið til broyting av býarplaninum fyri Funning til nýtt F3 øki til frítíðarhús, er neyðugt at gera eina broyting av byggisamtyktini fyri at heimila F3-økinum í býarplaninum.
Í byggisamtyktin eru ásetingar fyri H-Funningsfjørður, H1–Elduvík og H2 Oyndarfjørður
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til taka undir við tilmælinum frá Tekniska deild um, at H3-Funningur verður lagt afturat kap. VII, gr. 8 í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
44/23: Umsóknum byggiloyvi til sethús í Skálafirði.
Søkt verður um byggiloyvi til sethús og bilhús á matr. nr. 7l í Skálafirði og frávik um, at altanin partvís verður nærri marki enn ásett í byggisamtyktini.
Talan er um minni og lættan bygningslut móti marki, har grannastykkið, sum er felagsøki við sparkivølli.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini at byggja altan 6 metrar framvið marki á møti.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
45/23: Grundstykki undir Gamla skúla í Søldarfirði.
Í samband við varðveiting og møguliga uppafturbygging av gamla skúlanum í Søldarfirði er uppskot um, at kommunan ognar sær grundstykki undir skúlanum.
Nakað sunnan fyri Gamla skúlan er húsatoftin Skeggjatoftir, sum eisini kundi verði áhugaverd hjá kommununi at ogna sær, um skúlin verður umvældur og økið ment til eitt søguligt stað hjá ferðafólkum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um, at kommunan søkir um at keypa lendi undir Gamla skúla og Skeggjatoftum, tilsaman uml. 1.200 m2 burtur av matr. nr. 90a í Søldarfirði umframt lendi til gøtu.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
46/23: Spælipláss á Skipanesi.
Flestu bygdirnar í Runavíkar kommunu hava spælipláss, men einki spælipláss er á Skipanesi.
Av tí at bygdirnar Skipanes og Undir Gøtueiði, sum eru samanbygdar, liggja í tveimum kommunun, kundi verði skilagott at arbeitt saman um eitt felags spælipláss fyri bygdirnar báðar.
Samband hevur verið millum Runavíkar- og Eysturkommunu um at finna eitt øki, sum er egnað til eitt spælipláss og sum kommunurnar kunnu gera í felag.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at frábýta uml. 680 m2 burtur av litra “g” á Skipanesi til spælipláss og at Runavíkar- og Eysturkommuna fara í gongd við at fyrireika eitt felags spælipláss.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
47/23: Hjallavegur suður – Vegagerð og planering av grundstykki.
Sunnari endi av Hjallavegi varð ikki umvældur, tá hetta strekki varð bundið í Hjallaveg. Tað eru tvey hús, sum hava atkomu frá hesum vegnum.
Tekniska deild hevur gjørt uppskot um at tillaga vegin, sum liggur lægri enn Hjallavegur og gjørt tvey uppskot til verkætlan.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskoti A, har kommunan fær dagført vegastubban og gjørt eitt grundstykki til uml. 6 smærri íbúðareindir.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
48/23: Umsókn um byggiloyvi til vatnbrunn á Glyvradali.
Søkt verður um byggiloyvi til nýggjan vatnbrunn til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Glyvradali.
Í samband við umsóknina um byggiloyvi til smoltstøðina varð málið sent Friðingarnevndini, sum góðkendi ætlanina við teimum treytum, at slangir og rør, sum liggja omaná jørðini, skulu gravast niður.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi til vatnbrunnin við teirri treyt, at slangir og rørleiðingar verða tyrvdar eftir vanligum treytum.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
49/23: Vakmyndatól til ruskplássið í Runavík.
Við ruskplássið í Runavík kemur nærum dagliga fyri, at rusk verður sett uttan fyri hegnið, uttanfyri upplatingartíðina á ruskplássinum.
Tað hendir eisini, at brotið verður inn í ruskplássið, tí er ynski um at fáa uppsett vakmyndatól.
Rakstrardeildin hevur fingið tilboð uppá vakmyndatól fyri slakar 20.000 kr.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at seta vakmyndatól upp við ruskplássið í Runavík.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka beina málið aftur í Tøkni- og Umhvørvisnevndina.
50/23: Umsókn um leiguøki á havnarlagnum í Søldarfirði
P/F EFFO søkir um leigu av einum uml. 1.000 m2 stórum øki millum matr. nr. 116d og 116e í Søldarfirði til goymslubygning og útiøki.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 22/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.