Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 01. juni 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 


33/23: Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2022.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2022.

-Býráðið hevur á fundi 1/6-2023 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2022.

 

34/23: Ársroknskapur fyri eldrasamtakið Roðan.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Roðanum fyri 2022.

-Býráðið hevur á fundi 1/6-2023 samtykt at góðkenna ársroknskapin hjá Eldrasamtakinum Roðanum fyri 2022.

 

35/23: Umsókn um umbýti marknaumskipan í Funningi.

Umhvørvisstovan hevur sent til ummælis umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 153 og 154 í Funningi til ummælis.

Smb. býarplaninum liggur matr. nr. 154 í B44-eldri býarpartar og matr. nr. 153 liggur í B39-bústaðarbygging.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknina vísandi til, at ásetingarnar fyri økini B39 og B44 ikki eru tær somu.

-Býráðið hevur á fundi 1/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

36/23: Umsókn um byggiloyvi til vinnubygning á Rituvíkshálsi.

Nýrúm søkir vegna Sp/f Rókin um byggiloyvi til ein uml. 900 m2 stóran vinnubygning á matr. nr. 47d Nes bygd.

Smb. býarplaninum er økið D31-vinnuøki, sum kann nýtast til m.a. framleiðslu- og goymsluvirki.

Mest loyvda hædd er 8m og nýtingarstig í esta lagi 40%.

Hæddin á umsókta bygninginum er 6,4m og nýtingarstigið er 32%.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi.

-Býráðið hevur á fundi 1/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

37/23: Umsókn um byggiloyvi til Neyst í Søldarfirði.

Sókn advokatar søkir vegna tríggjar umsøkjarar um byggiloyvi til neyst á matr. nr. 47t, 47x og 47y í Søldarfirði.

- Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at ganga umsóknini á møti og at byggiloyvini verða útskrivað tá góðkend kloakkætlan fyriliggur. Fyri matr. nr. 47x tá formligu eigaraviðurskiftini eisini eru endaliga avgreidd.

-Býráðið hevur á fundi 1/6-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.