Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 03. mai 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

25/23: Umsókn um marknaumskipan í Saltangará.

Søkt verður um marknaumskipan soleiðis, at matr. nr. 157a letur uml. 350 m2 til matr. nr. 157d Glyvra bygd.

Aftaná marknaumskipanina, verður matr. nr. 157d uml. 880 m2 til støddar. Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/5-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

26/23: Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 260 á Skála

Søkt verður um byggiloyvi at innrættað fjósið á matr. nr. 260 Skála bygd, sum er uml. 40 m2 til støddar í tveimum hæddum.

Tekniska deild mælir frá at geva byggiloyvi vísandi til, at frástøðan frá grannamarki er ov lítil og víddin á húsunum er ov stór, og tí kann roknast sum sjálvstøðugt hús.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/5-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

27/23: Umsókn um loyvi til nýggjan bygning á matr. nr. 238 Glyvra bygd.

Søkt verður um loyvi at taka verandi bygning á matr. nr. 238 niður og byggja nýggjan bygning í 3 hæddum ístaðin.

Umsóknin hevur verið til grannahoyring og hevur grannin einki ímóti at loyvi verður givið treytað av, at brandmúrur verður gjørdur og at atkoman til 233g ikki verður skerd.

Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/5-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

28/23: Umsókn um leigulendi til íbúðarbygging

P/F Bryggjan søkir um leigulendi til bygging av íbúðum burtur av økinum, sum er útfylt norðan fyri Fjøruveg í Runavík.

Umsitingin hevur gjørt uppskot um eina fyribils 2 ára avtalu, sum útgangsstøði undir einum komandi leigusáttmála undir íbúðarbyggingini, soleiðis, at P/F Bryggjan kann arbeiða víðari við fyrireikingum til verkætlanina.

Tekniska deild mælir til at góðkenna uppskotið til avtalu millum P/F Bryggjan og Runavíkar kommunu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/5-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini..

 

 

29/23: Ársroknskapur fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri 2022.

-Býráðið hevur á fundi 3/5-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.