Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. mars 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

12/23: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 517 í Skálafirði

Broytt umsókn um sundurbýti av matr. nr. 517 í Skálafirði. Málið hevur verið hjá Fornfrøðideildini til ummælis, sum viðmælti umsóknini.

Tekniska deild mælir til at viðmæla sundurbýti sambært broyttari umsókn, har atkoman til eystara parti av matriklinum fær vegatkomu uttan at skula ígjøgnum vestara partin.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

13/23: Umsókn um uppsetan av vindmátimastur

Búnaðarstovan sendir umsókn frá Umhvørvisstovuni til ummælis, har søkt verður um loyvi at seta vindmátimastur upp í Norðistovuhaga, matr. nr. 275 Glyvra bygd.

Í 2019 varð søkt um loyvi við aðrari staðseting. Tann ætlanin er slept og nú verður søkt um nýggja staðseting.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um loyvi til broyttu staðsetingina av vindmátimastur.

Um arbeiðið ikki er byrjað áðrenn árslok, skal søkjast av nýggjum.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og Umhvørvisnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

14/23: Frábýti av jarðarstykki á Glyvrum

Søkt verður um at frábýta uml. 2.764 m2 burtur av matr.  nr. 44a á Glyvrum, sum liggur ímillum Glyvraveg og Undir Gørðum.

Kommunan eigur matr. nr. 44a, sum liggur í 6 lutum. Ætlanin er at selja stykkið til íbúðarbygging.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at frábýta stykkið.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

15/23: Umsókn um keyp av neystagrundstykki á Glyvrum

Søkt verður um at keypa matr. nr. 38c á Glyvrum, sum er frábýtt sum neystagrundstykki, sum kommunan eigur.

Tekniska deild mælir frá at játta umsóknini vísandi til, at økið er útlagt sum E1-landbúnaður innangarðs. Í 2016 varð samtykt at leggja fjøruna frá Bakkafrost inn til pakkhúsið á Langanesi til F-øki.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla frá at selja matr. nr. 38c, men í staðin at leggja matrikulin saman við fjøruni, sum er útløgd sum F-øki, har ikki loyvt at byggja nakað.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

16/23: Umsókn um byggiloyvi til neyst á Skála

Søkt verður um byggiloyvi til dupult neyst á matr. 88c, men har størsti parturin av neystunum kemur at standa í fjøruni. Eisini verður søkt um at gera eina atløgubryggju framman fyri neystini.

Alt markatalið eigur fjøruna og kommunan kann ikki loyva bygging niðri á fjøruni, tí verður mælt frá at játta umsóknini.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/23: Umsókn um keyp av jarðarstykki í Saltangará

Søkt verður um at keypa uml. 297 m2 burtur av matr. nr. 150a, sum kommunan eigur, til samanlegging við grundstykkið matr. nr. 151 Glyvra bygd.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti vísandi til, at kommunan ikki hevur ætlanir at selja økið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

19/23: Broyting av býarplaninum í Rituvík

Í samband við víðkan av kirkjugarðinum í Rituvík er neyðugt at broyta býarplanin soleiðis, at matr. nr. 254e verður broytt til C30 øki (til kirkjugarð) og økið, sum er sunnan fyri verandi kirkjugarð verður broytt aftur til E1-øki (landbúna).

Tekniska deild mælir til at góðkenna broytingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

20/23: Serstøk byggisamtykt í Skálafirði

Kommunan hevur móttikið umsókn um loyvi at byggja frítíðardepil við bátahylin í Skálafirði.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til serstaka byggisamtykt fyri Frítíðarøki í Skálafirði og mælir til at góðkenna uppskotið.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við uppskotinum til sersamtykt fyri Frítíðarøki í Skálafirði.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

21/23: Ítróttarstuðul 2023

Ítróttarnevndin mælir til, at ítróttarstuðulin verður útlutaður feløgunum eftir býtislyklinum soleiðis:

Bogaskjótifelagið Ørvur   15.000

Kappróðrarfelagið NSÍ     64.099

NSÍ                                     236.580

Skála Ítróttarfelag            114.771

Skála Róðrarfelag              18.209

Støkk                                  155.454

Tjaldur                                43.132

Roysnið                               15.000

Nápur                                  15.000

Hwarang Føroyar              22.754

Sleipnir                                15.000

Kongshavnar Talvfelag    15.000

Dartfelagið D9                    15.000

Skálafjarðar Billiardfelag  15.000

Eysturoyar Golffelag        15.000

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.

 

22/23: Reglugerð fyri Løkshøll

Síðan Mentanarnevndin á heysti 2022 umrøddi málið um eina reglugerð fyri Løkshøll, er nýggjur samskipari byrjaður í starvi. Uppskot til reglugerð er nú gjørt og verður lagt fyri nevndina til viðgerðar.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til reglugerð fyri Løkshøll.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

23/23: Ítróttarhús við Løkin – Sáttmálaútkast ísv. jørð og betongarbeiði

Í samband við at skúlalonin skuldi flytast nú svimjihallarbyggingin er byrjað, verður lonin flutt suður um fótbóltsvøllin og kjallari stoyptur undir, soleiðis at Ítrótturin fær betri umstøður.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan áljóðandi 1,7 mió. kr. til arbeiðið.

-Býráðið hevur á fundi 30/3-2023 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.