Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 23. februar 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimir: Jastrid Weihe og John Andersen

Avboð: Terje B. Vestergaard og Tóri Højgaard


5/23: Hørður Mikkelsen søkir um at keypa 155 m2 burtur av matr. nr. 97 í Runavík, ið skal leggjast afturat matr. nr. 100, Við Løkin 3 í Runavík
Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti vísandi til at tað er trupult at siga hvussu økið fer at menna seg í framtíðini, hóast hetta lendi er beinleiðis partur av yvirlitsplaninum av miðbýarøkinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.


6/23: Arnfríður Jacobsen søkir vegna Aron Jacobsen um grundøki til neyst í Skálafirði.
Tekniska deild mælir frá at geva tilsøgn um sølu av grundøki til neyst grundað á, at økið liggur innanfyri byggilinjuna hjá Landsverk.
-Býráðið samtykti at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.


7/23: Arnfríður Jacobsen søkir vegna Marjus Hansen um grundøki til neyst í Skálafirði.
Tekniska deild mælir frá at geva tilsøgn um sølu av grundøki til neyst grundað á, at økið liggur innanfyri byggilinjuna hjá Landsverk.
-Býráðið samtykti at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.


8/23: Arnfríður Jacobsen søkir vegna Rúna Jacobsen um grundøki til neyst í Skálafirði.
Tekniska deild mælir frá at geva tilsøgn um sølu av grundøki til neyst grundað á, at økið liggur innanfyri byggilinjuna hjá Landsverk.
-Býráðið samtykti at taka undir við Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.


6/23: Reglugerð fyri lýsingarskelti.
Málið varð beint aftur i Tøkni- og Umhvørvisnevndina til viðgerðar.