Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. januar 2023 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimir: Jastrid Weihe

Avboð: Tóri Højgaard

 

1/23: Umsókn um byggiloyvi til bilskýli

Søkt verður um byggiloyvi til bilskýli á matr. nr. 256i í Saltangará og undantaksloyvi at gera skýlið 0,5m hægri enn byggisamtyktin sigur orsaka av hæddarmuni í niðanfyri.

Ætlaða byggingin er 8,0m móti marki norðureftir.

Av tí nógv hall er á vegnum har bilskýlið verður bygt, verður søkt um undantaksloyvi soleiðis, at hæddin í vestara enda av bygninginum verður 3,0m. Samb. byggisamtyktini er mest loyvda hædd móti grannamarki 2,5m.

Av tí at tað eru 5m millum grundstykkini, mælir Tekniska deild til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

2/23: Keyp av jørð á Glyvrum

Partur av matr. nr. 80a og 68a á Glyvrum, tilsamans uml. 5.300 m2, eru í býarplaninum útlagt sum A1-miðstaðarøki.

Í hesum sambandi ynskir kommunan at ogna sær økið og bjóða tað út til virksemi, sum samsvarar ásetingunum fyri A1-miðstaðarøki.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til, at kommunan ognar sær lendi, sum í býarplaninum er útlagt sum A1-miðstaðarøki og lýsa samlaða økið til sølu í almennum útboði.

 -Býráðið hevur á fundi 26/1-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3/23: Broyting av býarplani í Runavík

Tekniska deild hevur gjørt uppskot um broyting av býarplaninum fyri økið millum Bústovnin á Blikagøtu og íbúðirnar hjá Bústaðir frá B1-bústaðarøki til C3-almenn endamál og samstundis broyta part av F-alment fríøki til C3-øki.

Talan er um uml. 6.000 m2, sum verður broytt til C3-øki, harav uml. 1.400 m2 frá F-frítíðarøki.

Almannaverkið er áhugað í hesum øki til byggjan av nýggjum verkhúsi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við uppskotinum frá Teknisku deild og mælir til at viðmæla broytingini av býarplaninum soleiðis, at uml. 4.600 m2 av B1-bústaðarøki og 1.400 m2 av F-1-alment fríøki, tilsamans 6.000 m2, verður broytt til C3-almenn endamál.

-Býráðið hevur á fundi 26/1-2023 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.