Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 27. mai 2014 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
13/00827: Umsókn um stuðul til felagshús í Skálafirði.
Áhugafelag í Skálafirði søkir um fíggjarligan stuðul til keyp av einum neysti, sum skal brúka sum felagshús hjá íbúgvunum í Skálafirði. Søkt verður um stuðul til keyp av húsinum og til tilfar, meðan arbeiðið at seta húsini í stand, verður gjørt sum sjálvboðið arbeiði.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 20 mai mælt til, at játta 150.000 í stuðli yvir tvey ár til keyp av tilfari, tá felagið hevur ogna sær bygningin.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og mælir til, at 75.000 verða avsettar í 2015 og 75.000 í 2016, treytað av, at felagið fyrst hevur ognað sær bygningin.
-Býráðið hevur á fundi 27. mai 2014 samtykt at beina málið í Vinnu- og havnarnevndina og Byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar.

2.
14/00313: Ársroknskapurin fyri Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2013.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til ársroknskap fyri 2013, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.
-Býráðið hevur á fundi 27. mai 2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini um at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2013.

3.
14/00372: Status av grundstykkjalistanum fyri kommununa og møgulig ásetan av treytum fyri at standa á listanum.
Vísandi til, at grundstykkjalistin ikki vísir tann veruliga tørvin, verður mælt til, at reglugerðin fyri grundstykkjalistan verður broytt smb. uppskoti frá fyrisitingini og at ásett verður eitt gjald fyri at standa á listanum. Hetta fyri at gera tað smidligari hjá teimum, sum ætla sær at fara undir bygging beinanvegin.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta treytirnar fyri at standa á grundstykkjalistanum smb. uppskotinum frá fyrisitingini og at áseta gjaldið fyri at standa á listanum til kr. 3.000,00.
-Býráðið hevur á fundi 27. mai 2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.