Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 01. mai 2014 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen, Arnfinn Langgaard og Katrin Absalonsen.

1.
14/00199: Útlutan av ítróttarstuðli 2014 til feløgini í kommununi.
Mentanarnevndin hevur á fundi 22. apríl samtykt at luta 550 tkr í stuðli í vár og 150 tkr í heyst. Lutað verður út eftir frymlinum, sum hevur verið nýttur, soleiðis at 35% verða lutaði út eftir býtinum í 2011, meðan 65% verða lutaði eftir lyklatølunum.
-Býráðið hevur á fundi 1. mai 2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

2.
14/00051: Avtala um Heilsudepil við Skálafjørðin.
Sosiala nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at taka undir við samstarvsavtalu millum Almannamálaráðið og Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu, um Heilsudepil við felags læknadømi.
- Býráðið hevur á fundi 1. mai 2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini. Vísandi til, at Sjóvar kommuna setir sum treyt fyri samstarvinum, at viðtalan á vestara armi verður á Strondum, samtykti býráðið somuleiðis at taka undir við, at viðtalan á vestara armi verður staðsett á Strondum. Samtykt við 10 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Bárður Kass Nielsen tekur undir við samstarvsavtaluni um Heilsudepil á Skálafjørðinum, men tekur ikki undir við kravinum frá Sjóvar kommunu um staðseting av læknaviðtaluni á Strondum, men at Sjóvar- og Runavíkar kommuna taka upp samráðingar um staðsetingina á vestara armi.

3.
14/00344: Yvirtøka av eldrarøkt og heimatænastu.
Uppskot um samstarvsavtalu millum Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastur, eldrarøkt v.m. í sambandi við, at økið verður lagt kommununum at umsita.
-Býráðið hevur á fundi 1. mai 2014 samtykt at taka undir við uppskotinum til sáttmála um javnbjóðis samstarv millum Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastur og eldrarøkt.