Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 27. februar 2014 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Varalimur: Katrin Absalonsen møtti fyri Jonhard Danielsen

1. 13/00610: Yvirtøka av skjalasavninum hjá Beta Files.
Samráðingar hava verið millum eigararnar av Beta Files og kommununa/Bókasavnið um eina møguliga yvirtøku av skjalasavninum hjá Beta Files.
Talan er um eitt fullfíggjað skjalasavn yvir eitt 25 ára tíðarskeið fyri raksturin av trolarum hjá P/F Beta. Savnið kann í framtíðini verða brúkt av áhugaðum í samband við møguliga gransking (vinnulív, lærustovnar, granskingarverkætlanir v.m.)
-Mentanarnevndin mælir til, at kommunan yvirtekur savnið hjá Beta Files.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

2. 13/00266: Broyting av Almennu byggisamtyktini í Skálafirði.
Talan er um at broyta E1-økið til C26-øki í samband við umsókn frá Kelduni, sum ynskir at víðka teirra grundøki til eina møguliga útbygging.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um at broyta ásetingarnar fyri E1-økið og C26-økið soleiðis, at uml. 12.000 m2 verður flutt frá E1-økinum og lagt afturat C26-økinum.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

3. 14/00152: Bakkafrost søkir um byggiloyvi til reinsiverk við Smoltstøðina á Glyvradali.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild um at játta byggiloyvi til reinsiverk tá fullfíggjaðar tekningar av brunni og bygningi fyriliggja og jarðarviðurskiftini eru avgreidd.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

4. 14/00153: Bakkafrost søkir um loyvi at keypa eitt uml. 4.000 m2 stórt øki burtur av matr. nr. 274a frá Búnaðarstovuni. Økið skal brúkast til at byggja eitt reinsiverk til Smoltstøðina á Glyvradali.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild at játta loyvi til at keypa økið burtur av matr. nr. 274a til reinsiverk.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndin.

5. 13/00681: Ítróttarhøllin í Runavík – dagføringar og umvælingar í sambandi við samanbygging av nýggju fimleikarhøllini við Ítróttarhøllina.
Býráðið hevur á fundi 28/11-2013 samtykt at skifta takið og gólvið í høllini og at gera aðrar umvælingar/
dagføringar á Ítróttarhøllina, samstundi sum sum fimleikarhøllin verður samanbygd við nýggju fimleikarhøllina og meðan høllin enn er eitt arbeiðspláss.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan áljóðandi 3,3 mió. til arbeiðið at umvæla/dagføra ítróttarhøllina.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndin.

6. 14/00155: Eykajáttan í samband við útbygging av havnarlagnum á Glyvrum.
Í samband við útbygging av havnarlagnum á Glyvrum, verður neyðugt við eini meirjáttan uppá 4 mió. til arbeiðið, sum er í gongd.
-Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at 4,0 mió. kr. verða fluttar frá RS 661 Teknisk mál til RS 751 Kommunal virki.
-Býráðið hevur á fundi 27/02-2014, við fyrstu viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndin, Tekniska nevnd og fíggjarnevndin.