Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Varalimur: Katrin Absalonsen møtti fyri Jonhard Danielsen.
1. 13/00610: Kontrast søkir vegna Almannamálaráðið um byggiloyvi til vardar íbúðir á matr. nr. 266ah í Runavík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og játta byggiloyvi til vardu íbúðirnar smb. Innsendu tekningum.
-Býráðið hevur á fundi 30/01-2014 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
2. 13/00266: Broyting av Almennu byggisamtyktini fyri neystaøkini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Teknisku deild um at broyta ásetingarnar fyri í byggisamtyktini soleiðis, at skjøldrar skulu vera millum 4,5 – 6,5 m breiðir og longdin í mesta lagi 13m (útvendugt mál).
-Býráðið hevur á fundi 30/01-2014, eftir áheitan frá formanninum í Vinnu- og havnarnevndini, samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.
3. 13/00556: Broyting av ásetingunum fyri býarplanin sunnan fyri Fjøruveg í Runavík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Býarskipanarnevndini um at «§5 Virkini» verða strikað í tekstinum, tí tey meta tað ikki vera rætt at leggja hesi virki so nær býnum.
-Býráðið hevur á fundi 30/01-2014 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
4. 13/00169: Byggiskrá til útbygging av Eldrasambýlinum á Skála.
EM-Ráðgeving hevur gjørt uppskot til um- og uppíbygging av Eldrasambýlinum á Skála, har heimið verður gjørt meira nútíðarhóskandi og gevur har afturat 12 nýggjar búeindir.
-Sosiala nevnd vil kunna býráðið um skipanaruppskotið og mælir til at taka uppskotið til viðgerðar aftur tá eldraøkið er skipað og at taka málið við í viðgerðina av langtíðar íløguætlanini.
-Býráðið hevur á fundi 30/01-2014 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Sosialu nevnd.