Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. oktober 2013 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
13/00636: Umsókn um møguligt keyp av lendi til framtíðar útbygging av Kelduni í Skálafirði.
Í býarplaninum fyri Skálafjørð, er einki sum forðar fyri, at játta Kelduni uppískoytisstykki uml. 1.500 m2, sum søkt verður um.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
13/00688: Eykajáttan ti øki 3 Børn og ung – útreiðsluneutral.
-Sosiala nevnd mælir til at gera nakrar útreiðsluneutralar flytingar innan øki Børn og ung. At 465.000 kr. verður flutt til konti Barnaansing felags (serligur tørvur), sum verður fíggjað við at flyta 305.000 kr. frá rakstri á dagstovnaøkinum (minni nýtsla, serliga orsaka av at færri børn eru í skipanini) og 160.000 kr. av játtanini til íløgur á dagstovnaøkinum.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum frá Sosialu nevnd um útreiðsluneutrala eykajáttan á øki 3.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og fíggjarnevndini.

3.
13/00616: Eitt kommunufelag – uppskot til viðtøkur fyri nýtt kommunufelag, umboðandi allar kommunur í Føroyum.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um at stovna eitt kommunufelag fyri allar kommunur í Føroyum og mælir til at taka undir við uppskotinum til viðtøkur.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

4.
13/00610: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014 fyri Runavíkar kommunu.
Á fundi 30/09-2013 ásetti býráðið fíggjarkarmin at verða:
Skattaintøkur 124,0 mió.
Fíggjarkostn. 15,5 mió.
Rakstur 88,0 mió.
Íløgur 20,5 mió.
Eftir 1. viðgerð í nevndunum eru samlaðu uppskotini til rakstur 2 mió. kr. hægri enn ásett í fíggjarkarminum og heitir fíggjarnevndin á nevndirnar um at finna sparingar í rakstrinum til 2. viðgerð, soleiðis, at fíggjarætlanin fyri rakstur og íløgur verður í samsvari við samtykta fíggjarkarmin.
-Býráðið hevur á fundi 31/10-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.