Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
1.
13/00549: Umbøn um eykajáttan til rakstur av Eysturoyar barnaverndartænastu.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita Barnaverndartænastuni eina eykajáttan áljóðandi
kr. 863.000 treytað av, at samstarvskommunurnar eisini játta sín lutfalsliga part av hækkingini.
-Býráðið hevur á fundi 5/9-2013 samtykt við 1. viðgerð samtykt at taka undir við fíggjarnevndini um eykajáttan kr. 863.000 til Eysturoyar barnaverndartænastu.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2013 samtykt, við 2. viðgerð, at eina eykajáttan til Barnaverndartænastuna áljóðandi 863.000 kr, treytað av, at hinar kommunurnar í barnaverndarsamstarvinum játta sín lutfalsliga part av hækkingini.
2.
13/00576: M. Joensen søkir um loyvi at leiga øki vestan fyri «kajhúsið» á Skála til at seta lastbil og maskinur á.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at játta umsóknini við ymiskum treytum, sum Tekniska deild ásetir.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
3.
13/00610: Ásetan av fíggjarkarmi fyri 2014 fyri Runavíkar kommunu.
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2014 soleiðis:
Skattaintøkur 124,0 mió.
Fíggjarkostn. 15,5 mió.
Rakstur 88,0 mió.
Íløgur 20,5 mió.
-Býráðið hevur á fundi 30/09-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.