Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Tiltakslimur: Katrin Absalonsen (møtti fyri Jonhard Danielsen)
Ikki møtt: Jonhard Danielsen og Karl Rasmussen
1.
13/00228: Jónleif Pattinson, Runavík søkir um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 21 Tofta bygd.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til játta byggiloyvi, treytað av at grannaváttan fyriliggur.
-Býráðið samtykti á fundi 27/06-2013 at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.
2.
13/00157: Tórleif Hansen søkir um byggiloyvi til arbeiðshøll á matr. nr. 58e í Skálafirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur einki tilmæli, men leggur málið fyri býráðið til støðutakan.
-Býráðið samtykti á fundi 27/06-2013, við 7 atkvøðum fyri og 3 ímóti, at játta byggiloyvi, við ásettum treytum frá Landsverk.
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Hallur Ellingsgaard, Arnfinn Langgaard, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer og Helgi L. Petersen atkvøddu fyri.
Bárður Kass Nielsen, Terje Vestergaard og Katrin Absalonsen atkvøddu ímóti.
3.
13/00245: Reglugerð fyri bátahyljar og havnarløg í Runavíkar kommunu.
Vinnu- og havnarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til reglugerð fyri bátahyljar og havnarløg í Runavíkar kommunu, galdandi frá 1. oktober 2013.
-Býráðið samtykti á fundi 27/06-2013 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.
4.
13/00440: Broyting av býarplani og byggisamtykt fyri D4-øki á Glyvrum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at víðka D4-øki á Bakka við uml. 14.200 m2 móti norði.
-Býráðið samtykti á fundi 27/06-2013 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
5.
12/00855: Keyp av Politistøðini í Runavík, matr. nr. 103 Tofta bygd.
-Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan ognar sær bygningin matr. nr. 103 Tofta bygd, nú hann er lýstur til sølu. Og at leigusáttmáli verður gjørdur fyri ovaru hæddina av bygninginum til virksemið hjá Politiinum, sum teir hava ynski um.
Mælt verður til at veita eykajáttan til keypið og at upphæddin verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Býráðið samtykti á fundi 27/06-2013 at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.