Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. mai 2013 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.

1.
12/00228: Broyting av býarplani og byggisamtykt í Runavík fyri D1-øki sunnan fyri Fjøruveg í Runavík.
Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at broyta D1-øki sunnan fyri Fjøruveg frá D1-øki til D42-øki fyri at at loyva aðra vinnu enn bert sjóvinnu á økinum.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
13/00185: Byggiráð søkir vegna J. Andersen um byggiloyvi til uppí- og umbygging og niðurtøku av sethúsum á matr. nr. 418 og 419 á Skála.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn deild um at játta byggiloyvi við tí fyriliti, sum Fornminnissavnið vísir til, og at húsini næst Skálavegi framvegis vera mønureist, fyri at varðveita gamla sniðið.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
13/00293: K. Højgaard søkir um loyvi byggja bilhús og ogna sær lendi burtur av matr. nr. 148f Glyvra bygd til endamálið.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn deild um at selja umsøkjaranum 75m2 burturav matr. nr. 148f til bygging av bilhúsi og at byggisamtyktin fyri nevnda jarðarstykki verður broytt frá E2-øki til B5-øki.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
13/00169: Útbygging av Eldrasambýlinum á Skála.
Sosiala nevnd mælir til at taka undir við tilráðingini frá Sosialu deild um at gera dispositiónsuppskot til um- og útbygging av Eldrasambýlinum á Skála til 10-12 búpláss, umframt 6-8 pláss til dagumlætting.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

5.
13/00256: Fornminnisfelagið fyri Skála og Skálafjørð søkir um loyvi at keypa ella leiga kommunalu ognina matr. nr. 276a á Skála at brúka sum fornminnissavn.
Sosiala deild hevur ikki tørv á ognini longur og vísir á, at rakstrarútreiðslurnar til húsini liggur um 35.000 kr árliga og at tey treingja til størri ábøtur. Sosiala deild mælir til at ognin verður seld umsøkjaranum ella øðrum keypara. Sosiala nevnd tekur undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
Fíggjarnevndin mælir til, at húsini verða latin Fornminnisfelagnum fyri Skála og Skálafjørð.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini at lata felagnum húsini sum gávu.

6.
12/00742: Umvæling av bryggjuni við Kongshavn.
Í samband við eldin umborð á Athenu í mai 2011, kom skaði á bryggjuna og hevur Tekn deild innheintað tvey tilboð uppá at umvæla skaðan. Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn deild um at taka av lægra tilboðnum.
Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan til arbeiðið og at arbeitt verður víðari við spurninginum um endurgjaldkrav.
Býráðið samtykti á fundi 30/05-2013 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini.