Býráðsfundur
Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jonhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langgaard.
Ikki á fundi: Tórbjørn Jacobsen
1.
13/00266: Uppskot til øki til neyst og skúrar til størri bátar.
Vinnu- og havnarnevndin mælir til, at Tekn. deild ger uppskot til at leggja eitt øki til placering av 3-6 neystum við stødd uml. 6,3x12 m ísv bátahylin í Skálafirði.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina til viðgerðar.
2.
13/00262: Val av hegnsýnisnevnd fyri Skála og Skálafjørð, fyri Elduvík og Funningsfjørð, fyri Oyndarfjørð og fyri Funning.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at velja uppskotnu limir í tær fýra hegnsýnisnevndirnar.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum um at velja hesar limir í hegnsýnisnevndirnar fyri:
Skála og Skálafjørð:
Elias Hansen, Skála, Ólavur Berg, Skála og Eivin Olsen, Skála og ein. Harumframt ein varalim frá vegadeildini hjá kommununi.
Elduvík og Funningsfjørð:
Poul Johannes Reyná, Elduvík, Sunleif Pattinsson, Funningsfjørð og eitt fólk frá vegadeildini. Varalimur Anfinn Clementsen, Elduvík.
Oyndarfjørður:
Eirikur Joensen, Ingvard Johansen, og Rógvi Nielsen. Varalimur Jóannes Hansen.
Funningur:
Heri Højsted, Adolf Johannesen og Jóan Petur Reyðberg. Harumframt ein varalim frá vegadeildini hjá kommununi.
3.
13/00222: Leiðsla og skúlastýri við Runavík kommunuskúla heita á kommununa um at seta á stovn forskúla í Runavíkar kommunuskúla.
Mentanarnevndin og Sosiala nevnd mæla til at seta ein bólk við umboðum frá skúlum, dagstovnum og kommunalu fyrisitingini at koma við eftirmeting av forskúlanum á Skála og tilmæli til á heysti 2013 til støðutakan um møguligan forskúlabygnað fyri alla kommununa til skúlaárið 2014/15.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Sosialu nevnd og at endaligt tilmæli verður klárt til hálvan september 2013.
4.
13/00571: Sjóvar kommuna heitir á Runavíkar kommunu um at fremja skúlasamstarv millum skúlarnar í kommununum.
Mentanarnevndin vísir til avgerðina um, at framhaldsdeildin í kommununi verður miðsavnað í Skúlanum við Løkin, men er hinvegin sinnað at tosað um tættari samstarv um forskúla, innskúling og miðdeild, um Sjóvar kommuna ynskir tað.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013, við 9 atkvøðum fyri og einari ímóti, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
5.
12/00276: 2. viðgerð av eykajáttan til útfylling av havnalagnum norðnan fyri Bakkafrost á Glyvrum.
Talan er um at koyra uml. 17.000 m3 av gróti til hesa útfyllingina og mælir Vinnu- og havnarnevndin og Fíggjarnevndin til at gera útfyllingina og játta pening til arbeiðið.
Býráðið hevur á fundi 04/04-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Fíggjarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013, við aðru viðgerð, samtykt at at veita eykajáttan til útfylling av havnarlagnum á Glyvrum.
6.
13/00284: Ársroknskapurin fyri Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2012.
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til ársroknskap fyri 2012, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
7.
13/00271: Endurnýggjan av gravimaskinu.
Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mæla til at Hudding maskinan, sum hevur verið leasað, verður innlatin og halda áfram at leasa eina nýggj maskina frá KJ-Hydraulik.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.
8.
13/00199: Útvegan av lítlari kavaruddingarmaskinu.
Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mæla til, at keypt verður ein multimaksina, sum kann brúkast til at rudda gongubreytir og til røkt av graslíkisvallum og at 400.000 kr verða avsettar til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2014.
Býráðið hevur á fundi 02/05-2013 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.