Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 10. november 2022 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

121/22:  1. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum í 2022

Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá 11,5 mió. kr. á íløgusíðuni og 1,169 mió. á rakstrarsíðuni.

-Býráðið hevur á fundi 10/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

122/22: Heimild til lántøku í 2022 til svimjihøll

Í samband við bygging av svimjihøllini er ætlaanin av fíggja 100 mió. kr. av svimjihøllini við eginfígging árini 2023-2025 og at læna tær 65 mió. kr. sum tá resta í kostnaðinum. 

Fíggjarleiðarin mælir til, at taka ein part av lántøkuni beinanvegin, tvs. 20-25 mió. kr. fyri ikki at drena likviditetin.

-Fíggjarnevndin mælir til, at heimild verður givin til at taka 1/3 av av lánsfíggingini beinanvegin.

-Býráðið hevur á fundi 10/11-2022 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini og at fara undir samráðingar við peningastovnarnir um eina heildarloysn fyri lánsfíggingini av svimjihøllini.

 

123/22: Eykajáttan til svimjihøll í 2022

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru 200t kr. avsettar til fyrireiking av svimjihøll. Nú arbeiðið er farið í gongd, er tørvur á fíggja uml. 4,5 mió. kr. í 2022.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan uppá 4,5 mió. kr. til svimjihøllina í hesum fíggjarárinum.

-Býráðið hevur á fundi 10/11-2022 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.