Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. november 2012 - kl. 17:00

Býráðslimir:
Magnus Rasmussen, Sæunn Ó. Hansen, Beinta Olsen, Klæmint Østerø, Bjarni Kjeld, Arnfinn Langgaard, Karl Rasmussen, Kristian Gaardbo, Fríðbjørg Weihe, Hans Jákup Johannesen, Kári E. Jacobsen

1.
12/00269: Umsókn um byggiloyvi til Depil til fjølbrekað børn og ung.
Arkitektar 99 søkja, vegna Landsverk, um byggiloyvi til Depil til fjølbrekað børn og ung, á matr. nr. 84 í Runavík. Søkt verður eisini um frávik frá nýtslustiginum frá 0,40 til 0,44.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Tekn. deild mælir til at játta byggiloyvi smb. innsendu tekningum. Eisini mælir Tekn. deild til, at frávik verður givið smb. § 10 í Almennu byggisamtyktini um nýtslustig og starvsfólkaparkeringsstøðlum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

2.
12/00970: Víðkan av havnarøkinum á Glyvrum.
Í samband við at Bakkafrost søkir um at víðka virkið á Bakka, verður neyðugt at víðka havnaøkið, um tað skal verða møguligt at byggja út.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Neyðugt verður við broyting av byggisamtyktina og mælir Tekn. deild til at víðka D4-økið á Bakka við uml. 15.000 m2 og at broytingin verður lýst og framløgd, so hon kann verða løgd fyri Innlendismálaráðið til góðkenningar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
12/00974: Eykajáttan til íløgur í 2012.
Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan í 2012 áljóðandi 6,2 mió. til hesi øki:
Tekniska økið 600.000
Vinnu- og havnarøkið 4.050.000
Mentanarøkið 1.550.000
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

4.
12/00978: Broyting av býarplaninum í Runavík.
Í samband við bygging av vardum íbúðum í Runavík, verður neyðugt at broyta ein part av E1-økinum til B1-øki og mælir Tekn. deild til, at ein uml. 8m breiður geiri verður lagdur afturat B1-økinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
12/00906 og 12/00399
Boriloyvi til jarðhita á privatum grundstykkjum.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta Demich boriloyvi til jarðhita smb. Løgtingslóg nr. 22. frá 16 mars 2012 og kunngerð nr. 101 frá 15 oktober 2012.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

6.
12/00904: Ferðavinnan í Eysturoy søkir um skattafrælsi.
Fíggjarnevndin hevur, eftir tilmæli frá Fíggjardeildini, mælt til at veita skattafrælsi til Ferðavinnuna í Eysturoy.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini um at játta umsóknini.

7.
12/00908: OM Føroyar søkir um skattafrælsi.
Fíggjarnevndin hevur, eftir tilmæli frá Fíggjardeildini, mælt til at veita skattafrælsi til OM Føroyar, sum er ein tvørkirkjuligur bólkur, sum hevur til endamál at boða kristindómin um allan heimin.
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini um at játta umsóknini.

8.
12/00801: 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2013 fyri Runavíkar kommunu.
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri 2013
Inntøkur 119,5
Útreiðslur:
Rakstur 85,7
Fíggjarkostn. 14,3
Íløgur 55,0 155,0
Hall - 35,5
Sum verður at fíggja við 30 mió. lántøku (fimleikarhøllin) og 5,5 mió. úr gjaldførinum.
Mælt verður til at áseta skattaprosentið til 22,00% (óbroytt) og barnafrádráttin til kr. 5.000,00. (hækking uppá 500 kr)
-Býráðið hevur á fundi 29/11-2012 einmælt samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.